nar nógv. Kanska meiri enn tær gera í fleiri øðrum ítróttargreinum. Hjá teimum, sum rógva, verður tíðin innstillað eftir, at fyrsti FM róðurin er á Norðoyastevnu, sum er síðst í mai ella fyrst í juni, [...] Smyrli suður til Vágs og norður aftur, og róðrarfólkunum dámar væl, at rómin frá summarstevnunum smittar av upp á kappróðurin, heldur Hannis Joensen. Upp á stás Formaðurin í Róðrarsambandinum sigur seg vera [...] og hvør endar aftari í røðini, men at tað fyrst og fremst eru veður og vindur, sum eru avgerandi, sigur royndur rógvari, sum vildi ynskt, at FM kappingarnar vórðu hildnar í teimum plássum og økjum, har
konsulátið. Hann segði, at arbeiðsuppgávurnar hjá konslunum vóru broyttar seinnu árini, og at tað nú meira snúði seg um at verða ein forlongdur armur hjá norsku stjórnini inn í føroyska samfelagið, vinnulívið [...] Skemtandi nevndi hann eisini uppgávuna hjá norsku umboðs- og sendimonnum í Føroyum í fyrndini, tá kongur sendi fólk til Føroya at krevja skatt, og tá hin fyrsti teirra varð avrættaður av føroyingum úti [...] havt skrivstovuna opna allar fimm yrkadagarnar í vikuni, og tá fær hann ikki røkt starvið til lýtar, sigur hann. Í sambandi við tilnevningina av nýggja konslinum var samkoma í Norðurlandahúsinum seinnapartin
heimasíðuni hjá Universal Records, ið hevur átikið sær at geva fløguna »Poetry and Aeroplanes« hjá Teiti Lassen út kring allan heim. Ein tann mest fullkomna og kensluborna fløgan í nýggjari tíð, sigur plátufelagið [...] ferðast, so eg hevði gjarna vilja goldið fyri tínar ferðaseðlar. Eg havi verið heppin, sigur Teitur. Íblástrarkeldurnar hjá Teiti eru mangar. Tíðliga fekk hann áhuga fyri R.E.M., Suzanne Vega, Miles Davis og [...] plátufelagið, sum hevur havt nógvar heimsstjørnur í sínum fjósi. Teitur sjálvur sigur í samrøðu á alnótini, at hann tekur tað, sum tað kemur. Óendaligar rósur Tað er ikki smávegis, sum Universal hevur at siga
at vaska, sigur Finnbogi Hansen. Tað er gott at sleppa at røra seg. Annars er einki kropsligt at gera umborð, heldur hann fram. Meðan hann stendur í brunninum, tosar hann um skattafrádráttin hjá sjófólkinum [...] suðuraftur. Annars er ikki nóg djúpt til at Vestfisk sleppur bæði norð og suður í sama sjóvarfalli. Skiparin kikar móti brúnni. Hann sigur, at har er eitt merki á brúnni, sum hann plagar at miða seg eftir. Um [...] ikki nóg væl. -Vit bíða eitt sindur enn, sigur hann. Tað er for grunt. Vestfisk rystist, tá skiparin vendir suðuraftur og setur meir orku á motorin. Hann siglir suður móti Hvalvík, og damlar spakuliga har
elsta dótturin hjá Hans og Jonnu er fødd í 1970 og tað yngsta í 1974. Og tá var tann elsti drongurin hjá Jonnu úr fyrru giftu 11 ára gamal. - Vit vóru níggju fólk í húsi og tað var stríggið hjá Jonnu, tí eg [...] verður roknað. Og trúboðaravirksemið hjá Paulus upptekur fólk nógv í Brøðrasamkomuni. Neyvan í nakrari aðrari samkomu eru lutfallsliga so nógvir trúboðarar úti, sum júst hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Hans [...] til eru ongir mýggjabitar. Høvdu vit lagt leguna har eg ætlaði,so hevði hon verið ónýtilig, sigur Hans. Hans sigur, at legan verður leigað út til grønlendingar um várið og um heystið. Um summarið er tað
so tey bara gleða seg. Tað stendur meira á hjá mær, sigur Rúni. - Eg hevði bara viljað, at eg var komin heim aftur og visti, um vit svinga væl saman, sigur Rúni. Hann heldur, at tað er hart at bíða - [...] av summarfuglum í búkinum hjá 26 ára gamla Rúna Kim Petersen. Hann er ættleiddur, og dagurin nærkast, har hann fyri fyrstu ferð skal hitta biologisku foreldrini í Seoul í Suður Korea. Hesin partur av hansara [...] fyrr enn tá, at tú veruliga kennir røtur tínar, sigur hann. Rúni er sera spentur, men onkuntíð vil hann bara hava tað yvirstaðið. - Tað er nógv stuttligari hjá mammu og teimum, tey eru so øgiliga forvitin
Bóklingurin um Føroyar er sostatt ikki tann fyrsti av sínum slagi. Har finnast aðrir, til dømis um Bornholm og Skåne. Í løtuni fáast tey við ein bókling um Suður-Svøríki, sum eisini verður givin út á pólskum [...] oyggjarnar eru frágreiðingar og vakrar myndir frá ymsum áhugaverdum støðum, har tað kundi verið spennandi hjá einum ferðamanni at vitja. Somuleiðis er eitt lítið yvirlit yvir nøkur av teimum mest vanligu orðunum [...] sum stendur í, so fær ein eina góða og positiva mynd av honum. Og hann er uttan iva ein góð hjálp hjá póllendingum, sum møguliga ætla sær at leggja leiðina framvið Føroyum. Marknaðarføra Føroyar Tað er
og tað er ikki yvir at dylja, at tað føldust sum ein lítil sigur, tá ið vit stóðu við bygdarskeltið í Sumba, sigur Henrik Andersen. Hann sigur, at ferðin gekk væl, men teir høvdu ymsar smáir trupulleikar [...] tunnilin. Síðani gekk leiðin ígjøgnum Rangabotn og uppá eftir fjøllunum allan vegin suður til Vágs, niðan á Skúvanes, Suður á Hestin og so oman til Sumbiar. ? Tað seinasta strekkið var strævið, tí tá vóru [...] Suðuroyar Sjúkrahúsi, Thomas Christensen arbeiðir á skipasmiðjuni í Vági, Wolfgang Nitschke arbeiðir hjá Føroya Tele og Søren Bruhn arbeiðir í Fìggjarmálaráðnum. Teir eru allir danir, uttan Wolfgang, sum
ið hjá Grót er at hjálpa tónleik-inum frameftir, og tvs. bæði føroyskum og útlendskum. Tað hevur verið tað, vit hava lagt mest dent á tey seinnu árini, haldi eg. Hóast G! 2003 bert er okkara fyrsti veruligi [...] at gerast størsti føroyski pallurin hjá tónleikarum at gera vart við seg úteftir, tykjast sambært Sólarn Solmunde góð. Sigast má so, at framtíðin sær spennandi út hjá teimum á G! skrivstovuni í Syðrugøtu [...] teir leita sær eftir íblástri, og tí mennist tónleikurin kanska eisini skjótari enn tann føroyski," sigur hann. "Tí meti eg eisini, at eitt gott útboð av íslendskum tónleiki hesum viðv. kann vera sera mennandi
áðrenn. Hann hevur hollar royndir á landsliðnum, og tað sigur mær, at hann hevur góð evnir, og eg skal hava ein málverja, sum eg kann líta á, sigur Gerry Collins. Kann gerast til sáttmála The Daily Record [...] Record rør framundir, at Jákup væl kann gerast fyrsti málmaður hjá Partick Thistle. Um venjarin er nøgdur við tað, hann sær leygardagin, kann talan væl gerast um ein sáttmála, skilst á skrivingini í blaðnum [...] spælir í Premier League og heldur til í Glasgow økinum. Endamálið við ferðini hjá Jákupi er at hyggja eftir umstøðunum hjá felagnum og at vita, um hann kann koma ásamt við felagið um okkurt slag av avtalu