Leygardagin var síðsti kappróðurin í ár, har tað varð róð á øllum trimum teinunum - á 1000, 1500 og 2000 metrum. Í Sandavági leygardagin verður teinurin í øllum seks FM kappingunum eitt túsund metrar, og á Ólavsøku verður teinurin, sum hann plagar at vera - 900,31 metrar.
At 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini ikki longur fara at kappast á longru teinunum hevur við sær, at kappróðrarprátið hesa síðstu tíðina eisini hevur snúð seg um, at tað hevði verið rættast bara at kappast á økjum, har tað eisini ber til at rógva á longu teinunum. Ein annar spurningur, sum hevur verið uppi og vent, er, at tað er burturvið, at tað verður kappast í økjum, har røðin, sum bátarnir koma á mál, er nógv treytað av, hvar í róðrarøkinum, bátarnir eru plaseraðir.
Tað kann ikki vera rætt, at vit brúka nógva tíð og orku frá nýggjárinum av, og at tað kortini ikki eru styrki, teknikkur og taktikkur, sum gera av, hvør ið vinnur og hvør endar aftari í røðini, men at tað fyrst og fremst eru veður og vindur, sum eru avgerandi, sigur royndur rógvari, sum vildi ynskt, at FM kappingarnar vórðu hildnar í teimum plássum og økjum, har tað er best at rógva. Eitt nú verður víst á, at tað hevði einki verið í vegin fyri, at fleiri FM kappingar vórðu hildnar á Skálafjørðinum. Har er kyrrupláss og eingin havalda, og har hevði borið til at róð málið, sum vanliga hevur verið nýtt á Skálafjarðarstevnuni, málið sum varð nýtt á Fjarðastevnuni fyrr í summar og málið, sum teir ætla at nýta á Skála, tá ið kappróður verður har um tvey ár.
Gomul søga
Hannis Joensen, formaður í RSF, staðfestir, at tað bara eru tveir mánaðir síðani, at tað á eykaaðalfundi í Róðrarsambandinum fyri aðru ferð innan stutta tíð av feløgunum varð samtykt, hvar tær sjey FM kappingarnar skulu haldast. Hann tekur ikki soleiðis beinanvegin undir við sjónarmiðnum um, at kappróðurin ikki skal fylgja summarstevnunum.
- Søgan, um at umstøðurnar kunnu darva, er gomul, og hon kemur upp at venda viðhvørt. Serliga tá ið líkindini hava verið ólagalig. Í ár hava umstøðurnar tíbetur verið góðar, tá ið vit síggja burtur frá Norðoyastevnuni. Vit í RSF nevndini hava so ofta sagt, at okkara fremsta uppgáva er at tæna feløgunum. Um feløgini koma á aðalfund við uppskoti um, at nú skal tað rógvast fleiri ferðir á t. d. Skálafjørðinum, og at okkurt annað øki, sum verður mett at vera minni hóskandi, skal strikast, so mugu vit taka tað til viðgerðar. Men eg kenni ikki til, at hetta er eitt sjónarmið, sum tað er breið undirtøka fyri. Nakað annað er, at tað støðugt eigur at vera arbeitt við at bøta um umstøðurnar í ymsu økjunum. At tað loysir seg, sóu vit eitt nú í Kollafirði, har teir hava broytt málið, so tað nú fylgir meiri havnarlagnum. Tað hevði við sær, at bátarnir høvdu lættari við at halda pláss, og tað hevði eisini við sær, at tað var nógv lættari hjá áskoðarunum at fyljga við.
Tú heldur altso, at í tí stóra og heila man tað vera best, sum tað er?
- Tað er í hvussu so er tað, sum róðrarfeløgini hava gjørt av, at tað skal vera. Í kappróðri telja traditiónirnar nógv. Kanska meiri enn tær gera í fleiri øðrum ítróttargreinum. Hjá teimum, sum rógva, verður tíðin innstillað eftir, at fyrsti FM róðurin er á Norðoyastevnu, sum er síðst í mai ella fyrst í juni, og at síðsta kappingin er á Ólavsøku. Eg ivist ikki í, at tað hevði verið alt annað enn væl dámt at nortið við eitt nú ta traditiónina.
Men er tað ikki óheppið, at teinarnir, sum tað verður kappast á, ikki altíð eru teir somu?
- Tað er so við og við eisini vorðin ein partur av føroyska kappróðrinum. Havnaútbyggingarnar hava seinastu tredivu árini broytt og avmarkað róðrarøkini. Fyrst var tað í Havnini, og so hevur tað verið aðra staðni, eitt nú í Miðvági og í Vági. Men eg ivist í, um kappróðrarfólkini høvdu verið áhugað í, at Vágur varð strikaður sum róðrarøkið, og at tað t. d. var kappróður á Kaldbak, sum heilt víst er eitt gott róðrarøkið, tann leygardagin, tá ið tað er jóansøka í Vági. Tað er ein partur av kappróðrarárinum at ferðast við Smyrli suður til Vágs og norður aftur, og róðrarfólkunum dámar væl, at rómin frá summarstevnunum smittar av upp á kappróðurin, heldur Hannis Joensen.
Upp á stás
Formaðurin í Róðrarsambandinum sigur seg vera væl nøgdan við tað, sum higartil er farið av róðrarárinum.
- Vt hava havt onkrar smávegis trupulleikar. Men tað hevur einki verið at tosa um. Hóast vinnararnir ofta vísa seg at vera teir somu, so hevur intensiteturin og spenningurin verið framúr í nógvum kappingum. Eitt nú var tað fantastiskt leygardagin at vera eygnavitni, tá ið bátarnir í dýrdarveðrinum í Fuglafirði komu skúmandi framvið landinum. Undir slíkum umstøðum og í slíkari kapping er róðurin eisini fyri áskoðararnar framúr spennandi og undirhaldandi.