Tað var hart

At ganga alla Suðuroynna á tamb upp á ein dag, er ikki hvørs mans føri, men tað gjørdi fýra útlendingar nú ein dagin og teir siga, at ferðin var tað verd

Gonguferð

? Tað var ein langur og strævin ferð. Men hon var tað verd.
Tað vóru fýra pøstir mans sum klokkan hálvgum tíggju leygarkvøldið á Varmakeldu góvu seg til støðu aftanfyri bygdarskeltið í Sumba, ímeðan ein mynd varð tikin av teimum.
Og at teir vóru móðir er ikki so løgið, tí tá høvdu teir gingið alla Suðuroynna a tamb, heilt úr Sandvík til Sumbiar.
Tað verður ofta sagt, at teir, sum ganga mest í Føroyum, tað eru útlendingar, tí føroyingar, teir koyra í bili.
Tað skal vera ósagt, um hetta er satt, men í øllum førum vóru allir hesir fýra gongumenninir útlendingar, sum og búgva í Føroyum.
Henrik Andersen er fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Thomas Christensen arbeiðir á skipasmiðjuni í Vági, Wolfgang Nitschke arbeiðir hjá Føroya Tele og
Søren Bruhn arbeiðir í Fìggjarmálaráðnum. Teir eru allir danir, uttan Wolfgang, sum er týskari.
Og tað var áður nevndi Søren Bruhn, sum fekk hugskotið at gera eina gonguferð heilt úr Sandvík til Sumbiar.
Tilmeldingarblað varð gjørt og eini 9-10 skrivaðu seg uppá, men tá ið avtornaði, vóru teir bara fýra eftir- men teir fingu so afturfyri nakað at reypa av.

Á ferð í 14 dagar
Sum sagt so gjørt og klokkan hálvgun átta leygarmorgunin á Varmakeldu løgdu teir til brots úr Sandvík.
Og 14 tímar seinni, klokkan hálvgun tíggju, stóðu teir við bygdarskeltið Sumba.
?Hetta var ein hørð ferð, men vit komu vegin fram og tað er ikki yvir at dylja, at tað føldust sum ein lítil sigur, tá ið vit stóðu við bygdarskeltið í Sumba, sigur Henrik Andersen.
Hann sigur, at ferðin gekk væl, men teir høvdu ymsar smáir trupulleikar, tá ið sýran setti seg í beinini, men tað gekk samanumtikið væl.
Henrik sigur, at teir tóku tað hørðu leiðina eftir fjøllunum allan vegin, so teir snýttu ikki og fóru ígjøgnum tunlarnar.
Men teir gingu kortini ikki eftir teimum gomlu bygdargøtunum, men løgdu leiðina eftir fjøllunum sum teir høvdu hug til.
Teir gingu upp um fjallið ímillum Hvalba og Sandvík og víðari til Hvalbiar, har teir komu niður heilt inni við tunnilin. Síðani gekk leiðin ígjøgnum Rangabotn og uppá eftir fjøllunum allan vegin suður til Vágs, niðan á Skúvanes, Suður á Hestin og so oman til Sumbiar.
? Tað seinasta strekkið var strævið, tí tá vóru vit ógvuliga móðir í beinunum og eg má viðganga, at til seinast var tað onki uttan viljin, sum dreiv okkum fram.
Onkrar steðgir høvdu teir á ferðini, men Henrik sigur, at tað var ótrúligt at tað bar til at fáa ísakalt kelduvatn beint úr fjallinum.
? Annars skuldu vit havt eina stóra eyka byrðu av vatni við okkum, men tað var óneyðugt.

Lítil men stórfingin
Men hann sigur, at teir eru allir vanir at ganga í fjøllunum, so heilt ókent var tað ikki at fara eina slíka ferð.
?Tað er nakað serligt at ganga í fjøllunum í Føroyum. Natúran er so stórfingin, at vit eru als ikki von við nakað líknandi.
Henrik sigur, at hóast Suðuroyggin er lítil a heimskortinum, er tað onkusvegna ógvuliga stórt og stórfingið at ganga í fjøllunum.
At støddin kann lumpa, er Henrik sjálvur besta dømi um: Tá ið hann fekk starvið á Suðuroyar Sjúkrahúsið og sá Suðuroynna á kortinum, helt hann, at hetta var so lítið, at tað var ikki til nakra nyttu at hava bilin við, so hann bleiv standandi eftir í Danmark.
Tað havi eg ofta angrað. Men eg havi ongantíð angrað, at eg kom til Føroyar.
?Tað var av tilvild, at hann endaði í Føroyum. Hann og unnustan eru bæði fysioterapeutar og tað var trupult at fáa starv sama stað. Men tá ið tey so sóu, at eitt fyribils starv var á Suðuroyar sjúkrahúsi, smekkaðu tey til, uttan at vita tað allarminsta um Føroyar frammanundan.
? Tað hevur verið eitt satt upplivilsi, sigur hann.




-----------------------------------------------------