Sjóvarfallið hevur alt at siga

Vestfisk ger mangan túrin undir brúnna við Streymin eftir laksi, og tað er líka spennandi hvørja ferð, tí teir hava nærum ongan sjógv undir sær. Onkuntíð hava teir rakt við botn

REPORTASJA
Rógvi Borðoy

Vestborg skelvur, tá skiparin koplar motorin í. Okkurt jarn liggur og rystist onkra staðni á skipinum, men tað hugsa menninir ikki um. Veðrið er gott, stilt er og einki regn. Eitt lítið lot sunnaneftir er, men einki at tosa um. Vestfisk skal til Víkar eftir laksi í dag.
Skipið er góðar 28 metrar til longdar, og stýrhúsið er aftan. Skipið er ljósablátt og hvítt á liti, og á avrundaðu reyvini sæst navnið Wiger Trondheim sveisað undir málingini. Á dekkinum standa tveir stórir tangar í bustaðum stáli, og tjúkk rør ganga úr teimum niður í báðar stóru brunnarnar, sum eru fullir av sjógvi. Pumpan, sum stendur frammi undir bakkanum, verður sett til at tøma skipið, og tað tekur ikki meir enn fimm minuttir at fáa tey umleið 220 tonsini av sjógvi út.
Brunnarnir ganga langt fram undir dekkið, og eru umleið tríggjar metrar djúpir.
Teir báðir menninir, sum dagliga starvast umborð eru í holt við at gera klárt at leggja frá landi. Finnbogi Hansen er skipari í dag.

Skiparin at vaska
Tá Vestfisk er komin nakað út á fjørðin, fer Finnbogi Hansen í ketildrakt. Hann fer at sóttreinsa og rustviðgera brunnarnar, og tað er nakað teir gera aftaná hvønn túr. Trygdin á brunnbátunum er í hásæti.
-Vit báðir plaga at skiftast um at vaska, sigur Finnbogi Hansen. Tað er gott at sleppa at røra seg. Annars er einki kropsligt at gera umborð, heldur hann fram.
Meðan hann stendur í brunninum, tosar hann um skattafrádráttin hjá sjófólkinum. Hann heldur ikki, tað kann vera rætt, at teir á Vestborg ikki fáa sjómannafrádrátt, tí teir eru á sjónum hvønn einasta dag. Teir hava søkt fleiri ferð, men hava fingið noktandi svar hvørja ferð.
-Útróðrarmenninir fáa skattalætta, eisini teir, sum eru landformenn, og teir eru aldrin á sjónum, greiðir hann frá. Men vit fáa einki, sigur hann við einum lítlum smíli.
Finnbogi Hansen letur annars væl at starvinum umborð á Vestfisk. Bæði so og so. Frítíðin hevur alt at siga fyri hann, og teir eru bara við helvtina av tíðini. Tvær vikur umborð og tvær heima. Nokkso ofta sova teir eisini heima, hóast teir eru til arbeiðis, um so er, at ikki nógv er at gera.

Gott skip
Maskinmaðurin stendur á brúnni og siglir skipið, meðan skiparin vaskar brunnarnar. Meistarin eitir Sæmundur Dalheim, og tosar í telefon og flennir nógv. Tá hann er liðugur sigur hann:
-Hon sjálv er so skemtingarsom. Ella eri tað eg, leggur hann aftrat.
Sæmundur Dalheim er gøtumaður, og hann hevur altíð búð har. Hann greiðir frá tíðini tá hann byrjaði í hesum starvinum fyri skjótt átta árum síðani:
-Tað var meiningin, at eg bara skuldi vera her ein dag, tí hin meistarin ikki kundi koma tann dagin. Og soleiðis helt eg fram í 11 dagar. Nú rokni eg ikki við, at hann kemur aftur, hin meistarin.
Sjógvurin sær skitin út. Og tað sær út til at blíva verri, longur norður skipið siglir.
-Onkuntíð eru brunnarnir næstan svartir, tá vit tøma teir aftur, sigur Sæmundur Dalheim. Hann roknar við, at tað er æti, sum er orsøkin.

Brúgvin nærkast
Motorurin arbeiðir ikki við fullari megi. Tað er tí at teir ikki sleppa norður um brúnna, uttan flóð er har á leiðini. Har er einki at skunda sær til. Finnbogi Hansen, skipari, er komin á brúnna og greiðir frá, at dýpið undir brúnni einans er millum tríggjar og fýra metrar. Tá ein hugsar um, at Vestfisk stingur 3,75 metrar, er tað ikki nógv pláss, ein hevur undir kjølinum.
-Hettar er hæddarpunktið hvønn dag, sigur Finnbogi Hansen. Motorurin arbeiðir nú í tómgongd.
Tað ræður um at passa sær løgir, so tað rekur norðureftir, tá Vestfisk siglir tómur, og at kyrrindir eru, tá skipið siglir suðuraftur. Annars er ikki nóg djúpt til at Vestfisk sleppur bæði norð og suður í sama sjóvarfalli.
Skiparin kikar móti brúnni. Hann sigur, at har er eitt merki á brúnni, sum hann plagar at miða seg eftir. Um merkið ikki sæst týðuliga, fara teir ikki ígjøgnum. Og enn sæst merkið ikki nóg væl.
-Vit bíða eitt sindur enn, sigur hann. Tað er for grunt.
Vestfisk rystist, tá skiparin vendir suðuraftur og setur meir orku á motorin. Hann siglir suður móti Hvalvík, og damlar spakuliga har eina løtu. Hann kikar ofta móti brúnni, og eina lítla løtu seinni metir hann, at skipið sleppir undir brúnna.
Hann setir ferð á til vit nærkast Grønhólmi. Har tekur hann broddin av skrúvuni. Men hóast nærum eingin ferð er á motorinum, gongur tað við einari rúkandi ferð, tí tað rekur so hart við Streymin. Vit fara undir brúnna við stórari ferð. Undir kjølinum eru einir 15 sentimetrar, og omanfyri longstu antennuna er minni enn ein hálvur metur at geva av. Tað virkar sum um ein lætti fellir á menninar, tá vit eru komnir norður um brúnna. Sum eru teir væl nøgdir við at sleppa heilir ígjøgnum aftur í dag. Men enn er spenningurin ikki av, tí á havbotninum er ein siglirenna, sum bert er einar 20 metrar til víddar. Her ræður um at halda høvdið kalt.

Til verka aftur
Restin av túrinum norður gjøgnum Sundalagið fer við práti á brúnni. Vindurin er vaksin nakað í styrki, og skýggini síggja nakað tyngri út nú, enn tá skipið lá í Kollafirði fyri tveimum tímum síðani. Tá Vestfisk nærkast alibrúkinum sunnan fyri Vík, fer Sæmundur Dalheim at fylla sjógv í brunnarnar, og tað tekur nærum onga tíð.
Vestfisk brúkar nógva orku til at leggja at. Skipið hevur tvær síðuskrúvur, soleiðis at tað ber til at leggja at allastaðni. Har eru nógvir endar og ketur at ansa eftir, og ikki er nógv pláss at geva av.
Teir báðir menninir hava longu gjørt óvanliga stóra glúpin kláran. Hesin glúpurin verður av monnunum kallaður ein hóvur. Byrjað verður beinanvegin at hóva, og tað gongur sera skjótt fyri seg. Skiparin stendur á brúnni og sleipar hóvin gjøgnum sjógvin, og hann fyllist við umleið 700 kg av livandi laksi. Beinanvegin verður hóvurin lyftur umborð á Vestfisk og sleptur í brunnin. Frá at hóvurin tekur laks til hann aftur tekur meir, ganga umleið eini 30 sekund.
Teir skulu hava umleið 30 tons av fiski við suður til Kollafjørð í dag. Á alibrúkinum er reinføri sera umráðandi, og fyri at sleppa á flakan mugu øll, sum fara á hann, sóttreinsa skógvarnar.

Meistarin væl nøgdur
Á Vestfisk eru fimm motorar hjá maskinmanninum at ansa eftir. Tríggir teirra eru ljósmotorar, og Sæmund Dalheim, maskinmeistari, letur væl at.
-Tað passar seg sjálvt. Sjálvandi er okkurt at gera, tað er tað altíð. Men tað eru smáting.
Umframt motorarnir hevur hann eisini súrevnisgeraran undir hond. Tað er eitt forvitnisligt tól, sum er undir bakkanum frammi undir gron. Stutt sagt er tað ein rúgva av rørum, tangum, streymtalvum og ventilum, sum í síðsta enda gera súrevni til fiskin, meðan siglt verður. Fiskurin svimur jú sera tætt í brunninum, og vandi er fyri, at honum kemur at vanta súrevni.
-Hatta røri eg ikki, sigur Sæmundur Dalheim um streymtalvuna í súrevnisgeraranum, sum annars sær sera fløkt út við leiðarum og knøttum í einum andarisi.

Sjóvarfallið avger alt
Tá allur laksurin er fingin umborð fara skiparin og ein av alarunum at tosa um, nær teir skulu vera klárir á alibrúkinum aftur, og Finnbogi Hansen sigur, at teir mugu vera klárir klokkan trý næstu náttina, tí annars sleppa teir ikki gjøgnum Streymin aftur. Alarin er ikki fegin um boðini, í roynd og veru tímur hann slettis ikki, men her er einki at tosa um. Tað er sjóvarfallið, sum avger nær næsti túrur verður.
Veðrið er nógv versnað nú klokkan er blivin 15.45. Vindurin er nógvur og tað hevur hug til at sirma. Á veg suður er skipið nú somikið tungt, at sjógvur skvamplar upp á dekkið.
Vestfisk liggur somikið tungt í sjónum, at Sæmundur Dalheim noyðist at pumpa eitt sindur av sjógvi úr fyri at sleppa undir brúnna við Streymin.
-Onkuntíð hava vit rent í botn, sigur hann.
-Tað er somikið lítið pláss undir bátinum, at um vit seta á motorin ov tíðliga, brettir skipið sær afturá, og so taka vit í. Ofta hoyra vit, at skrúvan vevur okkurt upp.

Kollafjørður
Túrurin suður gjøgnum Sundalagið gongur skjótari enn norðureftir. Klokkan 17.15 leggur Vestfisk at sama stað sum hann lá, og teir fara alt fyri eitt at pumpa fiskin úr brunninum gjøgnum báðar stáltangarnar, sum standa á dekkinum. Sæmundur greiðir frá, at pumpan er ein vakuum- ella tómapumpa, og at fiskurin ikki tekur skaða av túrinum. Tað sær undarligt út, tá fiskurin róliga fer gjøgnum skipanina.
Túrurin er liðugur, og Vestsalmon hevur aftur fingið laks at slakta. Sæmundur Dalheim og Finnbogi Hansen skula vera klárir at fara avstað aftur klokkan hálvgum tvey morgunin eftir, so teir klára sjóvarfallið aftur.