Hittir foreldrini fyrstu ferð

Ættleiddi Rúni Kim Petersen ella Hyo Shik, sum koreansku foreldrini nevna hann, fer nú til Seoul at hitta biologisku foreldrini, sum settu seg í samband við hann fyri meira enn hálvun øðrum ári síðani

Ættleiðing
Tað eru ikki sørt av summarfuglum í búkinum hjá 26 ára gamla Rúna Kim Petersen. Hann er ættleiddur, og dagurin nærkast, har hann fyri fyrstu ferð skal hitta biologisku foreldrini í Seoul í Suður Korea.
Hesin partur av hansara søgu byrjaði í mars í 2002, tann dagin hann fekk bræv frá Adoptiónskontórinum í Århus um, at biologisku foreldrini vildu hava samband við hann. Sosialurin gjørdi eitt prát við hann tá, og síðani eru fleiri brøv og myndir send ímillum londini. At síggja myndir av biologisku familjuni hevur verið løgið, heldur Rúni. Hesi fremmandu fólk, sum siga seg vera hansara kjøt og blóð. Enn løgnari heldur hann tað vera at síggja seg sjálvan í bæði mammuni og teimum báðum brøðrunum, ikki bert í útsjónd, men eisini í yrki. Familjan í Seoul eigur eina matstovu, og Rúni er bæði kokkur og tænari.
- Súreplið er kanska ikki dottið so langt frá træðnum, flennir hann. Tá tey skriva til hansara, kalla foreldrini í Seoul hann fyri Hyo Shik.

Broytti lív hansara
Tá ið Rúni hoyrdi frá biologisku foreldrunum fyrstu ferð, kollveltist tilvera hansara og lívið hevur ikki verið tað sama síðan ? tað er ríkari nú, sigur hann. Hóast tað hevur verið stuttligt at skriva saman við teimum, verður tað kortini nakað heilt annað at hitta tey.
- Tað tómrúmið, sum tú kann kenna, tá tú ert ættleiddur, fer ikki vekk, fyrr enn tú hevur hitt familjuna. Tað er ikki fyrr enn tá, at tú veruliga kennir røtur tínar, sigur hann.
Rúni er sera spentur, men onkuntíð vil hann bara hava tað yvirstaðið.
- Tað er nógv stuttligari hjá mammu og teimum, tey eru so øgiliga forvitin. Tey hava altíð kent meg, og nú sleppa tey so at síggja biologisku foreldur míni ? so tey bara gleða seg. Tað stendur meira á hjá mær, sigur Rúni.
- Eg hevði bara viljað, at eg var komin heim aftur og visti, um vit svinga væl saman, sigur Rúni. Hann heldur, at tað er hart at bíða - nógvar vónir, men enn kann hann ikki vita, hvussu tað heila fer at spæla av. Tí hevur hann valt ikki at vænta sær alt ov nógv.
- Tá eg havi hitt tey, veit eg, um eg fari at brúka tíð og orku upp á hetta sambandið. Tað merkir ikki, at eg kvetti sambandið, um alt ikki gongur sum eftir ánni beinanvegin, men eg fari ikki at berjast fyri tí, um eg ikki verði lukkuligur av tí. Møguliga havi eg einki til felags við tey, tey liva jú heilt øðrvísi enn vit, og tað kann vera, at kemiin ikki riggar, sigur Rúni.
- Í besta føri rokni eg við, at vit verða vinir fyri lívið, og at eg vitji tey av og á, leggur hann aftrat.

Hevði ikki farið einsamallur
Bæði mamman, pápin, systirin og ein beiggi fara við Rúna til Korea. Hann hevði ikki farið, um hann skuldi avstað einsamallur.
- Tað kann sjálvsagt hugsast, at stemningurin verður eitt sindur undarligur ella spentur, tí báðar familjurnar vera har ? møguliga tey í Korea hava eigarafornemmilsir ella okkurt sovorðið, men eg vil hava, at báðar familjurnar eru við, sigur Rúni.
- Eg vil gjarna hava "backup". Tey eru fleiri og eru jú ein familja, so eg vil eisini hava mína familju við. Tað gevur meiri javnvág. Um eg til dømis verði keddur, havi eg mína familju har, og so kenni eg meg ikki so einsamallan, og tað ger ikki so nógv, um tað ikki gekk sum ætlað, sigur Rúni.
- Tað ringasta, eg kann ímynda mær, er, at vit einki hava at tosa um, og tað virkar meingingsleyst at vera har, sigur hann.

Korea Klubben skipar fyri
Fyrstu ferð Rúni hittur familjuna í Korea verður 11. august klokkan 10 ? morgunin eftir, at hann er komin til Seoul. Ferðin er skipað av Korea Klubben og einum hollendskum ferðaleiðara, ið sjálvur er ættleiddur úr Korea. Hann hevur ferðir til Korea fyri ættleidd sum sergrein.
Hesin ferðaleiðari kennir alt til Korea og skilir eisini koreanskt. Hann hevur lagt alt til rættis ? eisini sett seg í samband við familjuna og avtalað nær og hvar tey skulu hitta Rúna. Tað er ein lætti, at ein triðji persónur tekur sær av tílíkum, heldur Rúni. Misskiljingar kunnu lættliga koma fyri og óneyðugir trupulleikar standast av tí.
Umframt ferðaleiðaran, familjuna hjá Rúna og bilologisku familjuna úr Korea verður eisini ein annar tolkur fyri hann. Tískil vera tey 10 fólk, ið hittast, tá Rúni sær síni biologisku foreldur fyrstu ferð.
- Tað kann virka eitt sindur ógvusligt, at standa har 10 fólk, men eg haldi, at tað er betur soleiðis, sigur Rúni.
Tá tey øll hava heilsað upp á hvønn annan, kann hann velja at vera einsamallur við koreansku familjuni, um hann hevur hug til tað. Tað veldst um, hvat hann hevur hug til tá, sigur Rúni.
Umframt at vera í Seoul er ætlanin at ferðast runt í Korea og fara heim aftur 23. august. Tað er tó møguligt, at hann verður har longur, sigur Rúni.
Sosialurin ynskir teimum eina góða ferð!