Á gáttuni til gjøgnumbrot

Teitur pakkar í hesum døgum til eina stóra ferð við ókendum máli. 22. juli kemur fløgan »Poetry and Aeroplanes« hjá Teiti Lassen út á heimsins størsta plátuforlagi, og tað eru ikki hissini orð, sum giganturin leggur nýlinginum í viðførið. Teitur sjálvur letur til at hava bæði beinini á jørðini, hóast dagarnir nærkast, at hansara yrkingar og flogfar fara uppfrá

»One of the most accomplished and emotionally engaging albums in recent memory.«
Føgru orðini tróta ikki á heimasíðuni hjá Universal Records, ið hevur átikið sær at geva fløguna »Poetry and Aeroplanes« hjá Teiti Lassen út kring allan heim.
Ein tann mest fullkomna og kensluborna fløgan í nýggjari tíð, sigur plátufelagið, sum hevur havt nógvar heimsstjørnur í sínum fjósi. Teitur sjálvur sigur í samrøðu á alnótini, at hann tekur tað, sum tað kemur.

Óendaligar rósur
Tað er ikki smávegis, sum Universal hevur at siga um teirra lítla sangfugl úr Føroyum. Hæddarpunktini á fløguni eyðmerkja beinanvegin Teit sum ein ógvuliga evnaríkan yrkjara, sangskrivara og tónleikara í sonevndu singer-songwriter traditiónini, sigur plátufelagið og viðger fleiri av sangunum á fløguni.
»Sleeping with lights on« og »You?re the ocean« eru vekjandi, talandi løtumyndir av okkara gleði, longsli og harmi. Vakurt sett saman av Rubert Hine, sum eisini hevur ljóðblandað fløgur hjá Suzanne Vega, Duncan Sheik, Howard Jones og Tina Turner.
Balladurnar »One and only«, »Let?s go Dancing« og »I was Just thinking« leiða tankarnar á James Taylor og Tracy Chapman við einføldum men stórslignum akustiskum útsetingum og djúpum kenslubornum afturljóði. Og í »Josephine« og »Amanda?s Dream« vísir Teitur ikki bara sína góðu rødd men eisini sínar gávur fyri innlivandi eygleiðingum.
Rósurnar tykjast ongan enda taka: Sjáldan hevur koman av einum nýggjum talenti ljóða so ósigrandi, og tó so ektað og óuppgjørd. Tú hevur eina djúpa og sanna kenslu av at standa tætt við sangaran og sangin, tá tú lurtar, sigur Universal.

Á føroyska grund
Áðrenn Teitur fer heilt á flog, steðga vit við øllum lýsingarorðunum. Tað er kortini einki, sum bendir á, at hann er um at missa fótafesti. Sjálvur gevur Teitur familjuni og tónleikaliga siðaarvinum úr Føroyum part av heiðrinum fyri sína sangskriving.
? Tónleikur er ein máti at vera saman í Føroyum. Í hvørjum heimi er okkurt ljóðføri. Eg byrjaði at skriva tónleik, tá eg var 13 ár, royndi ymiskt við at seta saman stereoannleggið og el-gittaran, men gittarleikarin í mínum orkestri var so nógv betri enn eg, so eg mátti standa aftanfyri og spældi akustiskan gittara. Eg skrivaði allan okkara tekst á enskum frá byrjan. Mítt móðurmál er føroyskt, men eg var drigin at popptónleiki, har alt var á enskum, sum eg haldi vera tað størsta havið av orðum, sigur Teitur Lassen.

Satsaði og vann
25 ára gamli Teitur er dømi um ein ungan mann, sum hevur áræði at satsa fleiri ár av sínum lívi upp á tað, sum hann trýr uppá. Hann fór 17 ára gamal úr Føroyum, hevur bæði roynt seg sum gøtutónleikara í Rom og hevur ferðast javnan til Amerika, har hann hevur spælt og skrivað saman við góðum fólkum.
? Eg gav mær sjálvum tvey ár til at spæla tónleik burturav, og møtti mínum managara á donskum tónleikastevnuni SPOT. Eg arbeiddi um vikuskiftini í Keypmannahavn, so eg kundi skriva ónervaður alla vikuna og royndi at sleppa til London og New York hvønn mánað at skriva saman við øðrum. Eg var við í einari útvarpssending í Føroyum, tá ein skipsmeklari ringdi til mín og segði: Eg hoyri, at tú altíð ferðast, so eg hevði gjarna vilja goldið fyri tínar ferðaseðlar. Eg havi verið heppin, sigur Teitur.
Íblástrarkeldurnar hjá Teiti eru mangar. Tíðliga fekk hann áhuga fyri R.E.M., Suzanne Vega, Miles Davis og John Coltrane og alt ávirkaði hansara hátt at spæla og skriva løg. Akustiska gleðin stavar eisini frá meistarum sum Joan Armatrading og Georg Harrison. Tann sami hitin fæst ikki frá einum elektriskum ella talgildum ljóði, heldur Teitur, sum hevur gjørt kassagittaran til sítt vørumerki.

Løtumyndir á ferð
Rubert Hine var fyrsti maðurin, sum dugdi at síggja kjarnuna í sangunum, heldur Teitur, og saman hava teir valt sangirnar út til fløguna.
? Eg síggi fløguna sum eina heild. Tá vit valdu løgini, sá eg, at øll vóru ferðasangir, har tosað varð um nærleika. Hvussu fólk hugsa, og serliga, hvat fær fólk at steðga á. Tað hugtekur meg: Hvat fær fólk at ætla okkurt, men ongantíð gera tað?, spyr Teitur, sum samtundis fær sagt nakað um seg sjálvan.
Løgini á Poetry and Aeroplanes eru løtumyndir, har Teitur er steðgaður á vegnum og hevur lýst tað, hann sær. Eingin byrjan, endi ella moralur, sigur hann. Honum dámar »a moment in time«, har tað er upp til lurtaran at loysa gátuna. Kanska er tað eisini eitt lyndiseyðkenni fyri Teit, nú hann kanska stendur á gáttuni til eitt altjóða gjøgnumbrot. Endin er opin. Um einki hendir beinanvegin, so heldur hann bara áfram.
? Mær dámar best, tá tingini henda av sær sjálvum. Hvørja ferð, eg spæli, eri eg bilsin. Í mínum hugaheimi eri eg als ikki byrjaður enn. Eg læri framvegis, sigur Teitur Lassen.