Íslendingar sjóseta G! 2003

   

Grannatjóð okkara Ísland má sigast at vera best umboðaða tónleikaútlandið á G! festivalinum, ið verður um vikuskiftið í Gøtu. Og festivalurin, ið eftir ætlan skuldi sjósetast fríggjakvøldið, byrjar nú kvøldið fyri - við einum røttum íslendskum byrjunarskoti.
Fyriskipararnir fyri G! festivalin avgjørdu í seinastu viku at byrja festivalin eitt kvøld fyrr, og skráin fyri fyrsta festivalkvøldið, tvs. hóskvøldið, inniheldur ikki færri enn tríggjar íslendskar bólkar. Ein av høvuðspersónunum á G! skrivstovuni í Syðrugøtu, Sólarn Solmunde, heldur eina góða orsøk vera til, at tað eru tríggir íslendskir bólkar við á festivalinum í ár.
"Persónliga meti eg íslendska rokkpallin vera á einum sera høgum støði. Í mun til m.a. tann føroyska tónleikapallin, haldi eg, at íslendingar fara longur, tá ið teir leita sær eftir íblástri, og tí mennist tónleikurin kanska eisini skjótari enn tann føroyski," sigur hann. "Tí meti eg eisini, at eitt gott útboð av íslendskum tónleiki hesum viðv. kann vera sera mennandi fyri føroyska tónleikapallin."
"At hóskvøldið, ið nú er fyrsta festivalkvøldið, inni-heldur allar teir íslendsku bólkarnar á festivalinum er eitt sindur stuttligt," heldur Sólarn. "Eg var í Íslandi herfyri, har eg hitti Ensimi. Tað vóru í veruleikanum teir, ið komu við hugskot-inum um at hava eitt kvøld, áðrenn festivalurin byrjaði, har fólk kundu líkasum hita upp til festivalin."
Ensimi er fyrsti bólkur á høvuðspallinum á gøtu-sandi fríggjakvøldið.
"Tað helt eg vera eitt frálíkt hugskot. Tað er bæði feitt fyri teir sum tónleikabólk og okkum sum fyri-skiparar. Soleiðis sleppa teir betri framat við sínum tónleiki, og vit kunnu bjóða festivalgestunum eitt feitt tiltak afturat."
"Og á henda hátt koma fólk kanska eisini fyrr á festivalin, so vit fáa gjørt meir arbeiði fyrr, so sum tað at avgreiða atgongu-merki osfr."
Hóskvøldið byrjar við íslendska sangaranum og lagsmiðnum Rúnar. Rúnar er m.a. kendur úr íslendska bólkinum Náttfari, og er skyldur við føroysk nøvn sum Hanus G. Johansen, og altjóða nøvn sum Bob Dylan.
Næst á pallinum verða Úlpa, ið áður hava verið at hoyrt í Føroyum, og m.a. finnast á savnsfløguni hjá Tutl ?Tutl 25 ár". Úlpa er ein av best kendu bólkunum í Íslandi, og endaðu m.a. á triðjaplássinum fyri bestu fløgu í Íslandi í 2001. Úlpa hava ein seregnan tónleikastíl, ið ber brá av melidiøsa og eksperimenterandi rokktónleikinum.
Síðst á pallinum verður bólkurin Ensimi, ið seinastu árini hevur vunnið sær alsamt størri virðing. M.a. vunnu teir sær heiðurin sum besti nýggi bólkur í Íslandi í ?99 við sínum progressiva og melidiøsa rokktónleiki, og hava teir síðani verið á fleiri stórum konsertferðum, eitt nú í USA.
Byrjunarskotið til festivalin hóskvøldið, ið bert inniheldur íslendskar bólkar, er kanska eisini ein ábending um, hvussu fyriskipararnir fyri G! festivalin raðfesta sín áhuga í at fáa tónleik, ið rørir seg millum tónleikararnar í umhvørvinum hjá Grót, út ímillum fólk. Tað er eingin loyna, at av nógvu nøvnunum á G! festivalinum eru fleiri, ið vanligi áhoyrarin í Føroyum lítið og onki kennir til. M.a. teir, ið fara á pallin í Losjuni hóskvøldið. Er so ikki ein vansi í at bjóða so fjølbroyttan tónleik fram fyri einum so "lítlum" el. "óroyndum" áhoyraraskara at kalla, sum tí føroyska?
"Jú, tað er sjálvandi ein vansi í tí. Men eg sakni eina broyting í hugburðinum hjá fólki, ein størri opinleika fyri nýggjum tónleiki. Føroyingar er ov afturhaldnir. Tey eru mestsum bangin fyri at hoyra okkurt nýtt."
Hann heldur, at skuldu bara bólkar spælt, ið fólk kendu frammanundan, so hevði eingin møguleiki verið fyri, at festivalurin hevði verið bótaførur. Sólarn heldur, at ein lutfalsliga bíligur, ókendur bólkur kann bera nógv størri íblástur til føroyska tónleikapallin, enn ein dýrur bólkur, ið øll hava hoyrt fyrr.
Tónleikasamtakið Grót er einasti tónleikapallurin hjá nógvum av føroysku tónleikarunum í dag. Er hetta eisini ein háttur at skapað ein føroyskan tónleikapall fyri teim útlendsku tónleikabólkunum, ið royna at vinna fram uttan fyri sínar egnu landoddar?
"Jú, tað er tað. Eg haldi, at høvuðsendamálið hjá Grót er at hjálpa tónleik-inum frameftir, og tvs. bæði føroyskum og útlendskum. Tað hevur verið tað, vit hava lagt mest dent á tey seinnu árini, haldi eg. Hóast G! 2003 bert er okkara fyrsti veruligi festivalur, tykist hann longu at hava lagt grundarlagið undir einum fjølbroyttum útlendskum tónleikapalli á G!, og tað er sera spennandi," heldur Sólarn.
Afturat fleiri útlendskum fjølmiðlum, ið koma hendavegin at vitja festivalin, verða eisini fleiri umboð fyri útlendsk plátufeløg. Er hetta ein beinleiðis avleiðing av, at tit hava fleiri útlendskar bólkar við á festivalpallunum?
"Í ein ávísan mun, ja. T.d. hevur ein av útlendsku bólkunum, ið fara at spæla her á festivalinum, í seinastuni havt samband við tvey stór plátufeløg í Bretlandi, og G! festivalurin verður fyrsti pallurin, teir koma at royna seg framman fyri umboðunum fyri hesi plátufeløg. Tað er ómetaliga spennandi fyri okkum, ið fyriskipa, og ikki minst eisini fyri teir føroysku bólkarnar, ið spæla á festivalinum í ár. Líknandi møguleikar, vóna vit, vaksa alsamt í framtíðini."
Útlitini fyri, at G! festivalurin fer at gerast størsti føroyski pallurin hjá tónleikarum at gera vart við seg úteftir, tykjast sambært Sólarn Solmunde góð.
Sigast má so, at framtíðin sær spennandi út hjá teimum á G! skrivstovuni í Syðrugøtu.