Bóklingurin er sera snøggur á at líta. Nógvar upplýsningar um Føroyar og Norðurlond eru í honum. Og størsti parturin er sjálvandi um Føroyar. Uppbýtt yvir tær 18 oyggjarnar eru frágreiðingar og vakrar myndir frá ymsum áhugaverdum støðum, har tað kundi verið spennandi hjá einum ferðamanni at vitja. Somuleiðis er eitt lítið yvirlit yvir nøkur av teimum mest vanligu orðunum og setningunum, sum ein ferðamaður hevur tørv á, tá hann er í Føroyum. Ein mini-orðabók, um ein kann kalla tað so. Eisini er eitt sindur um søgu landsins og mentan, so póllendingurin kann ogna sær eitt sindur av vitan um Føroyar, áðrenn hann kemur til landið. Myndir eru av náttúruni, føroyska dansinum og búnanum, fuglalívinum og bygdum og býum. Nógv er gjørt burturúr Streymoynni, men tó fáa allar 18 oyggjarnar sítt pláss í vakra bóklinginum. Um allir upplýsningarnir í honum eru rættir, skal her verða ósagt, tí hann er skrivaður á pólskum, men ein kann ganga út frá, at tað er á góðari leið, tí báðir rithøvundarnir hava verið í Føroyum í eitt tíðarskeið.
Tað er ongin ivi um, at bóklingurin er gjørdur av professionellum, tí hóast ein, sum ikki dugir pólskt, ikki skilir eitt orð av tí, sum stendur í, so fær ein eina góða og positiva mynd av honum. Og hann er uttan iva ein góð hjálp hjá póllendingum, sum møguliga ætla sær at leggja leiðina framvið Føroyum.
Marknaðarføra Føroyar
Tað er tveir rithøvundar, sum hava gjørt bóklingin. Marcin Jakubowski og Marek Loos. Tann fyrri av teimum eigur forlagið TRAMP, sum hevur gjørt nógvar aðrar bóklingar av hesum slag. Serliga innan ferðavinnuna. Og tann seinni er ein blaðmaður, sum arbeiðir á tí størsta dagblaðnum í Poznan, sum er ein av størstu ídnaðarbýunum í Póllandi.
Talan er um tveir royndar rithøvundar, sum hava arbeitt serstakliga nógv innan ferðavinnuna.
Bóklingurin um Føroyar er sostatt ikki tann fyrsti av sínum slagi. Har finnast aðrir, til dømis um Bornholm og Skåne. Í løtuni fáast tey við ein bókling um Suður-Svøríki, sum eisini verður givin út á pólskum.
Orsøkin til, at tað verður gjørt so nógv burturúr at varpa ljós á Føroyar og Norðurlondini yvirhøvur er, at hesi gerast alsamt meiri og meiri vælumtókt støð hjá póllendingum at ferðast til.
? Føroyar vóru so gott sum heilt ókendar í Póllandi, og tað gjørdu vit av at gera nakað við, siga báðir rithøvundar í tíðindaskrivi. Og sjálvir hava teir somuleiðis stóran áhuga fyri Føroyum og tess náttúru og mentanarlívi. Og teir leggja afturat, at tað, at oyggjarnar eru eitt náttúru paradís, og at har búleikast ein av heimsins minstu og mest áhugaverdu tjóðum, vekir í sjálvum sær áhuga fyri landinum, um bara fólk fáa at vita, at tað er til.