Seinnapartin týsdagin tilnevndi Dagfinn Stenseth, norskur sendiharri í Danmark, Petur Even Djurhuus, sakførara í Havn til nýggjan norskan generalkonsul í Føroyum.
Petur Even Djurhuus loysti av Finn Christiansen á Argjum, sum hevur røkt konslastarvið síðani 1995. Av tí at Finn Christiansen hevur latið upp egið ráðgevaravirki, Atlantic Marine Surveyors, hevur hann ikki stundir at røkja konslastarvið, tí hann fær ikki havt skrivstovuna opna allar fimm yrkadagarnar í vikuni, og tá fær hann ikki røkt starvið til lýtar, sigur hann.
Í sambandi við tilnevningina av nýggja konslinum var samkoma í Norðurlandahúsinum seinnapartin týsdagin, har væl av fólkið var komið saman ? har vóru teir flestu av teimum 13 konslunum í landinum, løgmaður, onkur landsstýrismaður og annars fólk, ið hava eitthvørt tilknýti til nýggja og fráfarna konsulin.
Dagfinn Stenseth, norski sendiharrin í Keypmannahavn, nevndi í røðu síni tætta sambandið millum Føroyar og Noreg ? og hann helt fyri, at konsulátið í Føroyar man vera eitt tað týdningarmesta konsulátið. Hann segði, at arbeiðsuppgávurnar hjá konslunum vóru broyttar seinnu árini, og at tað nú meira snúði seg um at verða ein forlongdur armur hjá norsku stjórnini inn í føroyska samfelagið, vinnulívið, mentantarlívið og fjølmiðlarnar.
Petur Even Djurhuus takkaði eisini fyri heiðurin. Hann nevndi eisini tætta sambandið millum Noreg og Føroyar ? og at Noreg er tað av londunum, sum Føroyar longst hava havt ríkisfelagsskap við. Skemtandi nevndi hann eisini uppgávuna hjá norsku umboðs- og sendimonnum í Føroyum í fyrndini, tá kongur sendi fólk til Føroya at krevja skatt, og tá hin fyrsti teirra varð avrættaður av føroyingum úti á Tinganesi fyri eini 1000 árum síðani. Hann helt tó ikki, at hann fór at fáa somu uppgávu sum teir: At krevja inn skatt í Føroyum til norska kongin.
Petur Even Djurhuus er advokatur og partnari í Advokatfelagnum yvir við Strond í Havn.
Hann fegnaðist eisini um, at norska konsulátið aftur var í hesum advokatfelag, har tað annars hevur verið í so mong ár.
Fyrst var tað Throstein Petersen, sum stovnaði Advokatfelagið, ið var norskur konsul ? m. a. var tað undir krígnum, tá sera nógv var at gera ? so nógv, at tey í heilum máttu steingja advokatskrivstovuna fyri at røkja konslauppgávurnar. Nógv norsk flóttarfólk vóru í Føroyum undir krígnum, og teimum mátti konsulátið taka sær av.
Eftir Throstein Petersen var tað Leif Waagstein, sum var konsul, og eftir hann Dánjal Magnussen. Síðani 1995 hevur Finn Christiansen røkt starvið.