Jákup Mikkelsen til Skotlands

Føroyski málverjin fer í dag til Skotlands, har skotska Premier League felagið Partick Thistle skal hyggja eftir hansara málmansevnum

Nógvar gitingar hava í seinastuni verið um, hvar Jákup Mikkelsen fer at verja málið eftir summarfrítíðina. Leysatíðindi vildu einaferð vera við, at danska superligafelagið Farum var áhugað, og seinastu tíðina hava gitingarnar verið, at Jákup fer aftur til KÍ. Nú er so endiliga nakað ítøkiligt at frætta frá føroyska landsliðsmálverjanum.
Skotska blaðið Daily Record skrivaði í síðstu viku, at hann komandi dagarnar skal venja við skotska felagnum Partick Thistle. Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Jákupi Mikkelsen, váttar fyri Sosialinum, at Jákup Mikkelsen komandi dagarnar fer at vera í Partick Thistle.

Venjingardystur leygardagin
Leygardagin skal Jákup verja málið í einum venjingardysti ímóti enska 1. deildar felagnum Bradford, og hann skal eisini venja við 1. liðshópinum.
Núverandi fyrstaval millum stengurnar hjá Partick Thistle, Kenny Arthur, hevur júst fingið eina skurðviðgerð í knænum. Tí er tað sera óvist, um hann verður klárur til fyrsta dystin í landskappingini tann 9. august.
Nýggi venjarin hjá Partick Thistle, sum eitur Gerry Collins, hevur av tí sama havt trupulleikar við at manna málmanspostin, og tí hevur hann sent boð eftir Jákupi.
? Eg má vita, um eg havi ein nóg góðan avloysara, og tí skal Jákup roynast áðrenn. Hann hevur hollar royndir á landsliðnum, og tað sigur mær, at hann hevur góð evnir, og eg skal hava ein málverja, sum eg kann líta á, sigur Gerry Collins.

Kann gerast til sáttmála
The Daily Record rør framundir, at Jákup væl kann gerast fyrsti málmaður hjá Partick Thistle. Um venjarin er nøgdur við tað, hann sær leygardagin, kann talan væl gerast um ein sáttmála, skilst á skrivingini í blaðnum.
Partick Thistle er farið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár, sum byrjar tann 9. august, tá Partick Thistle skal møta Livingston á heimavølli. Felagið spælir í Premier League og heldur til í Glasgow økinum.
Endamálið við ferðini hjá Jákupi er at hyggja eftir umstøðunum hjá felagnum og at vita, um hann kann koma ásamt við felagið um okkurt slag av avtalu.
Jákup hevur ikki havt nakran sáttmála, síðan tann við norska felagið Molde rann út fyri stuttum, og hann hevur seinastu tíðina at leitað eftir einum nýggjum felagi.