ríkisborgararætt uttan um ta vanligu mannagongdina, og nú verður kannað, um hetta var eitt slag av einari samsýning frá forsetanum. Skjøl, sum eru komin undan kavi, sigast vísa, at Borisov og forsetin ætlaðu [...] man eiga sín lut í spælinum. Tey vísa á, at Valdas Adamkus, sum tapti forsetavalið í januar, var meginpartin av lívi sínum amerikanskur ríkisborgari, og at CIA nú roynir at avdúka, at eftirmaðurin hevur
og bara einstakar seismiskar kanningar eru gjørdar her á økinum, merkir tað kortini ikki, at onki annað er hent. Tvørturímóti er nógv arbeiði gjørt, og vit eru komin fitt petti víðari móti málinum, sum jú [...] i oljuleiting í Føroyum. Tó skulu vit eisini hava í huga, at vit eru í kapping við onnur oljuøki í heiminum. Oljuøki, har væl styttri er millum fundini, enn tað er á okkara leiðum. Tað er skilligt, at [...] um, hvussu ymiskir loyvishavararnir eru - eisini tá tað snðr seg um hugburð viðvíkjandi tí at virka í Føroyum og fyri Føroyar. Vit skulu halda fast við, at tað eru føroyingar sum seta dagsskránna viðvíkjandi
aftur vera á skránni. -Vit mugu bara ásanna, at munurin á KÍ og HB og okkum er øgiligur. Tá ið vit spæla ímóti øðrum liðum, kunnu vit nýta aðra spælskipan. Um vit ikki leggja serliga stóran dent á verjupartin [...] um, at tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti 07 Vestur: -Vit eiga at vinna trý stig, tá ið vit eru á Tórsvølli og serliga, tá ið tað er ímóti liðum, sum vit verða roknaðir at vera favorittar ímóti [...] -Sjálvandi órógvaði tað, at vit ikki høvdu allar teir tøkar, sum vit høvdu ætlað at havt á liðnum, men tað tími eg ikki at tosa um, tí tað fáa vit einki gjørt við, og vit vóru 11 ímóti 11, sigur B36 venjarin
aftur. Tað eru altíð nakrir tingmenn , sum ikki fara á tingsins røðarapall uttan at hyggja eftir, hvørjir landsstýrismenn ikki eru við og so varpa út fyri øllum Føroya fólki, hvørjir ikki eru har. Hann [...] Fíggjarlóg og løgmaður Undir fíggjarlógarviðgerðini fýltust fleiri tingmenn á, at løgmaður ikki varð til steðar undir allari viðgerðini. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, hvat hann sigur til hesar atfinningar [...] nakað sum eg raðfesti ógvuliga høgt. -Men kann tað ikki skurra løgið í oyrunum á fólki, at løgmaður raðfestir tað at fara á fjall og fletta hægri enn landsins fíggjarlóg? -Viðgerðin av fíggjarlógini fyri
vóru á staðnum, og tað gekk ikki long tíð, áður enn menn høvdu tamarhald á støðuni. Hetta líkist støðuni 11 september, og eru sløkkilidsmenn í góðari venjing, nú teir í fleiri vikur hava arbeitt á økinum [...] Kl. 07.00 fóru vit av hotellinum fyri at vera í góðari tíd á ST høvuðsborgini. Allir vegir oman vóru stongdir, og alvápnað politistalið var allastaðni at síggja, og vóru vit kannaðir á sama hátt, sum tá [...] reglulig. Fyribils eru metingarnar, at til tað øvugta er prógvað, er talan um eina syrgiliga flogvanlukku sum kann henda. Empire State Building, sum liggur heilt nær vid hotellið vit búgva á, er afturlatin
annars aftur um bak, nú fyrsta árið er liðið, síðan felagið formelt varð stovnað. - Vit kunnu spyrja, um tey mál, sum rokkin eru, eru nøktandi. Sjálvur vildi eg fegin kunna víst á fleiri og størri úrslit [...] skipað fyri gongutúri norður á Kallin, eins og tiltøk vóru fyri børn. Seinni um dagin og út á kvøldið vóru øll tiltøkini, ið eftir vóru, á Húsum. Andras Joensen greiddi frá kirkjuni á Húsum, og eftir nátturða [...] skúvoyingum og fólki í Fugloy at finna eina loysn í málinum um oljutunnurnar. - Vit eru eisini á veg inn í málið við trupulleikanum á gsm-samskiftinum ymsastaðni í oyggjunum. Óla Jákup segði, at felagið eisini
avgjøldum Sum støðan er í dag, kunnu vit øll vera samd um, at alt ov dýrt er at flúgva millum Føroyar og Danmark. Síðani flogvøllurin er komin á føroyskar hendur, eru ferðaseðlarnir dýrkaðir, nýtslugjøldini [...] til hetta spæl. Søgan sigur okkum, at hetta á mongum økjum hevur kostað skattaborgaranum alt ov nógv. Flúgvingin er okkara lívæðr við umheimin - hana mugu vit fara væl um og reka við ábyrgd. Um føroyski [...] føroyski limaskapurin í europeiska loftferðslupakkanum gerst veruleiki, verður gamaní við kapping á rutuni millum Føroyar og Danmark, tí tá vera væntandi fleiri flogfeløg um rutuna. Hvør veit, kanska okkurt
tolkar, ja alt, sum kann ganga á tveimum beinum og er til arbeiðis henda fríggjamorgunin, hevur leitað sær innar í kantinuna fyri at syngja saman við hinum. "Eg havi starvað á mongum sjúkrahúsum", letur í [...] í einum donskum eygnalækna, sum er komin higar á 14 daga starvsvitjan, "men eg havi ongantíð upplivað nakað, sum líkist hesum nakrastaðni. Og hitt grønlendska málið er fyri so vítt ongin forðan. Royni [...] vinstru, meðan sangurin rungar - uttan so at viberatiónirnar eru góðar? Nei- tað ber slettis ikki til! "Henda síðsta starvsdagin í vikuni treingja vit øll til ein uppstrammara", letur í einari eldri kvinnu.
strævið upptak, ber nú av røttum til at siga, at skútan umsíðir aftur er fingin upp á rættkjøl. Uppskriftin hevur verið ein varligur fíggjarpolitikkur, har serligur dentur hevur verið lagdur á at fáa niðurgoldið [...] rætta hugburðin á hesum øki. Fáa hesir makt, sum teir hava akt, ja, so er sanniliga orsøk til at stúra fyri, at ólag skjótt kemur í aftur. Og at neyðugt veruliga er at vera á varðhaldi, fáa vit sjón fyri søgn [...] hesum døgum bæði í bløðum og á heimasíðum. Hygg bara, hvussu tey ymsu valevnini blaka um seg í allar ættir við gyltum lyftum, sum tey siga seg vilja seta í verk her og nú - uttan at greiða nærri frá, hvussu
spyrja: hvat meira kunnu vit so krevja? Tí vit eru so í dag, at fáa vit tað ikki frá tær, ja, so fara vit bara til onkran annan. Men um hetta er tað besta ella tað rætta, tað kunnu vit sjálvandi seta spurnartekin [...] einstaklingum, sum eru solidariskir (eisini um vit síggja burtur frá upplopunum, tá ið vit eina lítla løtu eru heimsmeistarar í hjálpsemi). Eitt samfelag, sum ikki er solidariskt, kann ikki rokna við, at ibúgvarnir [...] væl meira at sær komin moralskt enn vit tilkomnu. Óli Jacobsen gloymir kanska tað týdningarmesta í hesum sambandi: okkara samfelag er ikki eitt solidariskt samfelag! Tíbetur hava vit ein hóp av einstaklingum