Góvust at roykja - keyptu sangbøkur í staðin

Á tí lítla sjúkrahúsinum í Sisimiut við 16 seingjaplássum, hevur hin sangkáti økislæknin, Ove Rosing Olsen sína dagligu gongd.

"Vit góvust at roykja, og keyptu okkum sangbøkur í staðin", sigur hann við einum brosi, meðan hann vendir bókablaðnum. "Nummar 52", kunnger hann fúsur og ferðugur, og leitar síðani eftir tónanum. Og brátt rungar sangurin aftur. Læknar, skrivarar, sjúkrasystrar, vaskarífólk, reingerðarkonur, tolkar, ja alt, sum kann ganga á tveimum beinum og er til arbeiðis henda fríggjamorgunin, hevur leitað sær innar í kantinuna fyri at syngja saman við hinum.

"Eg havi starvað á mongum sjúkrahúsum", letur í einum donskum eygnalækna, sum er komin higar á 14 daga starvsvitjan, "men eg havi ongantíð upplivað nakað, sum líkist hesum nakrastaðni. Og hitt grønlendska málið er fyri so vítt ongin forðan. Royni sum frægast at fáa úttaluna so nøkulunda", leggur hann læandi afturat. Og fljótt tónar aftur frá hesum fródligu kvæðakempunum, sum hvønn fríggjamorgun kl. 8.30 leita saman í ein hálvan tíma.

Stríðsøksin liggur helst undir grønutorvu. Hvør fær tikið lógvatak við starvsfelagarnar og vagga frá høgru til vinstru, meðan sangurin rungar - uttan so at viberatiónirnar eru góðar? Nei- tað ber slettis ikki til!

"Henda síðsta starvsdagin í vikuni treingja vit øll til ein uppstrammara", letur í einari eldri kvinnu. "Sangurin í morgun gevur okkum júst hetta tiltrongda piftið... og so hevur ein eisini yvirskot til at taka vikuskiftið við storm", letur í henni við einum skálkabrosi.

"Tosað verður nógv um smittuvandan við fuglakrími. Hesir kátu grønlendsku sangfuglarnir smitta hvør annan so tað forslær, og teir smittaðu eisini meg", sigur M.C. Restorff, sum gleðiliga lat seg feingja av sangkæti henda fríggjamorgunin í útnorði.

Sangfuglarnir verða at hoyra í sendingini "M.C. á ferð" í Lindini, týsdagin kl. 15 og mikukvøldið kl. 23