Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum
Royndirnar vit hava tilognað okkum hetta árið, eru sjálvandi merktar av tí virksemi, ið verið hevur hetta tíðarskeiðið. Onkur vil kanska heldur siga manglandi virksemi. Men hóast ongin boring hevur verið hetta árið, og bara einstakar seismiskar kanningar eru gjørdar her á økinum, merkir tað kortini ikki, at onki annað er hent. Tvørturímóti er nógv arbeiði gjørt, og vit eru komin fitt petti víðari móti málinum, sum jú er at finna kolvetni í rakstrarverdum nøgdum.
Farna árið er m.a. merkt av, at úrslitini frá boringunum í fjør, vóru ikki tað, fleiri høvdu væntað. Sjálvur hevði eg kanska vónað at tað órealistiska skuldi henda, at rakt varð við rakstraverdar nøgdir beinanvegin, men at sannlíkið fyri tí ikki var stórt, var ein eisini greiður yvir. Bæði millum loyvishavarar og vanliga føroyingin vóru tað kanska ikki so fá, ið høvdu væntað meira positiv úrslit enn tey, ið fyribils spurdust burturúr. Fyri hesi vóru úrslitini tí kanska meira at kalla vónbrot. Áhugin fyri føroyska økinum fall kanska nakað hjá summum loyvishavarum, meðan aðrir arbeiða víðari í góðum treysti við teimum úrslitunum sum komu burturúr. Teir mest bjartskygdu føroyingarnir og føroysku fyritøkurnar hava síðani fingið eina meira realistiska mynd av, hvat oljuleiting eisini kann innibera.
Ein av tðdningarmeiri uppgávunum hjá Oljumálaráðnum er at tryggja, at tær ásetingar, sum eru í loyvunum, verða fylgdar. Hetta er ikki minst neyðugt, um áhugin hjá onkrum loyvishavarum fyri økinum skuldi víst seg at veið fallandi. Ein av ásetingunum er viðvíkjandi jarðfrøðiligu arbeiðunum, loyvishavararnir hava átikið sær at gera. Uppgávur hesum viðvíkjandi eru bæði at birta upp undir áhugan at gera tað arbeiðið, sum tey hava átikið sær, og at fylgja við í tí útgreiningararbeiðinum, sum gjørt verður. Og hesar uppgávur hava ikki verið so lítlar, hóast tær ikki merkjast á sama hátt í føroyska samfelagnum, sum boringar.
Loyvini, ið latin vórðu í 2000 galda fram til august 2006. Av teimum átta brunnunum, loyvishavararnir átóku sær at bora, eru sum kunnugt higartil tríggir boraðir. Eftir ætlan verður ein boraður komandi ár, so teir fðra seinastu í hesum umfarinum verða helst boraðir í 2004 og 2005. Tað merkir so, at eitt stórt arbeiði liggur fyri framman at viðgera boriumsóknir og síðani at luttaka í uppfylgingar- og útgreiningararbeiðinum, ið kann væntast at økjast, so hvørt fleiri brunnar og fleiri úrslit koma aftrat.
Umframt tey uppfylgingararbeiði, ið hava tilknðti til boringarnar, verður eisini annað jarðfrøðiligt arbeiði gjørt. Her kann m.a. nevnast vísindaliga arbeiðið, sum verður gjørt í samstarvi millum loyvishavararnar og Jarðfrøðisavnið, viðvíkjandi basalttrupulleikanum. Tað arbeiðið snðr seg um at royna at loysa trupulleikan við at fáa seismisku signalini gjøgnum basaltið og at kunna bora gjøgnum basaltið fyri ein kostnað, sum er munandi minni, enn hann er í dag. Og júst hetta kann koma at vísa seg at hava stór perspektiv fyri leiting eftir kolvetnum í føroyskum øki.
Stórur dentur verður lagdur á, at tað eru føroyingar, sum skulu kunna góðkenna framferðarháttin, ið nðttur verður í samband við oljuleiting í Føroyum. M.a. hevur verið kravt, at tað skal verða rímiliga lætt at koma í samband við loyvishavarnar, og at operatørarnir skulu hava skrivstovu her. Tá boringarnar vóru her í fjør, vóru skrivstovurnar eisini mannaðar við fólki, sum høvdu ábyrgd av boringunum, so lætt var hjá føroyskum myndugleikum at koma í samband við tey. Tað var tó eitt sindur ymist, hvussu nógv fólk operatørarnir høvdu valt at hava í Føroyum. Hetta, saman við øðrum, kundi møguliga verið tulkað sum ein ábending um, hvussu ymiskir loyvishavararnir eru - eisini tá tað snðr seg um hugburð viðvíkjandi tí at virka í Føroyum og fyri Føroyar.
Vit skulu halda fast við, at tað eru føroyingar sum seta dagsskránna viðvíkjandi oljuleiting í Føroyum. Tó skulu vit eisini hava í huga, at vit eru í kapping við onnur oljuøki í heiminum. Oljuøki, har væl styttri er millum fundini, enn tað er á okkara leiðum. Tað er skilligt, at tey økini ofta standa frammanfyri føroyska økið, tá tær avmarkaðu upphæddirnar, ið verða settar av til leiting, skulu bðtast.
Sum heild hevur samstarvið við loyvishavararnar gingið væl, men tað er neyðugt, at vit støðugt vísa á, at tær skyldur, ið teir hava átikið sær, skulu yvirhaldast. At fáa tær ítøkiligu skyldurnar at verða yvirhildnar, verður vónandi ikki trupult, men ein fyritreyt er, at vit allatíðina virka fyri, at rætti hugburðurin er til staðar.
Í samband við boringarnar í fjør varð frá ymsum síðum víst á, at tað tóktist, sum hugburðurin til at geva føroyskum fyritøkum møguleika at koma við í virksemið var eitt sindur ivasamur. Hvørt so var, ella føroyskar fyritøkur høvdu eina órealistiska meting av sínum møguleikum, veit eg ikki, men eg haldi meg hava orsøk til at vænta, at Agip og Føroya Kolvetni, sum standa fyri næstu boringini, hava ein positivan hugburð í so máta. Og við røttum hugburði frá loyvishavaranum og realistiskum metingum frá føroyskari síðu, meti eg, at útgangsstøðið fyri eini nøktandi føroyskari luttøku skuldi ikki verið av leið. Ikki minst tá havt verður í huga, at teir fimm eftirverandi brunnarnir helst fara at verða boraðir ár um ár, tvs. at vit helst fáa eini trð ár á rað við boringum.
Hetta farna árið hevur soleiðis víst okkum, at umframt tær ítøkiligu ásetingarnar í loyvunum, hevur
áhugin hjá loyvishavarunum fyri føroyska økinum stóran tðdning fyri, hvat spyrst burturúr hesum leitiskeiðnum. Tað er tí avgerandi, at vit framhaldandi brúka kreftir uppá at birta uppundir áhugan hjá loyvishavarunum og fáa eina framhaldandi skilagóða leiting.
Umframt arbeiðið í samband við verandi loyvi, fer eisini at vera hugt eftir framtíðini. At leita eftir kolvetnum er ein framhaldandi tilgongd, og oljufeløg leggja sítt virksemi til rættis bæði útfrá styttri ætlanum, men eisini útfrá meira langsiktaðum ætlanum. Nú nakað av fyrsta loyvisumfarinum er runnið, eru oljufeløg farin at spyrja seg fyri við atliti til, nær annað loyvisumfar kann væntast. Eg havi tí biðið umsitingina um at kanna ymisk viðurskifti í tí sambandi.
Eyðun Elttør
landsstðrismaður










