Ein útoyggjaskrivstova er altavgerandi

- Fyri mær er eingin ivi um, at skulu munagóð úrslit náast, er
neyðugt, at felagið hevur fíggjarliga orku, soleiðis at professionelt fólk kann manna eina útoyggjaskrivstovu. Her verður neyðugt at arbeiða fyri teimum mongu og góðu hugskotunum til menning, framburð og trivna á útoyggjunum, segði Óla Jákup úr Dímun á ársfundinum hjá Útoyggjafelagnum í Mikladali seinasta leygardag


Útoyggjafundur

Útoyggjafelagið, sum seinasta leygardag helt ársfund í Mikladali, varð formelt stovnað í Skúvoy fyri einum ári síðan. Við hetta høvi, skipaðu skúvoyingar fyri megnar stevnutiltaki, sum var væl umtókt millum tey, sum vitjaðu í oynni hendan dagin.
  Tiltakið í Kalsoynni, har næsti ársfundurin hjá Útoyggjafelagnum varð hildin seinasta leygardag, var eisini við stevnu, sum feløgini í oynni, skipaðu fyri.
  Skráin byrjaði leygardagin kl. 9.00, tá ið fólk fingu morgundrekka á Syðradali. Kl. 10-10.30 sama morgun greiddi Asbjørn Lómaklett frá minnisvarðanum.
  Útoyggjafelagið helt ársfund í Avhaldshúsinum í Mikladali frá kl. 11-13, og síðan var døgurði fyri teimum, sum knýtt eru at felagsvirkseminum.
  Klokkan 14 setti Finnbogi Ísakson, útoyggjastevnuna á Trøllanesi, og síðan var felagssangur.
  Eftir setanina, var konsert á Trøllanesi við Frændum og Brandi Enni.
  Seinnapartin varð skipað fyri gongutúri norður á Kallin, eins og tiltøk vóru fyri børn.
  Seinni um dagin og út á kvøldið vóru øll tiltøkini, ið eftir vóru, á Húsum.
  Andras Joensen greiddi frá kirkjuni á Húsum, og eftir nátturða var tombola, skjótibreyt og søla av smyrlubreyði í Bygdarhúsinum.
  Klokkan 20 var eggjakast og togtogan, og um somu tíð høvdu fólk eisini høvið at vitja skúlan, har framsýning var av list og søla av ymiskum hondgjørdum lutum. Í Bakka-handlinum á Húsum var eisini framsýning av ymiskum gomlum og áhugaverdum lutum.
  Ritan sigldi eykatúr í Kalsoynna kl. 23, og væl áðrenn hon kom út í oynna, var longu føroyskur dansur beint niðanfyri bygdarhúsið á Húsum.
  Lagið var gott, og fólk hugnaðu sær. Nøkur fóru avstað aftur fyrr um kvøldið; onnur fóru til Klaksvíkar við Alfa Pilot hjá Tórleifi Sigurðssyni, og uppaftur nøkur fóru við Rytuni.
  Men tað var ikki soleiðis, at allir gestirnir fóru heimaftur hetta kvøldið. Tað vóru eisini tey, sum eftir vóru og hugnaðu sær alla náttina saman við kalsoyingum.

Útoyggjaskrivstova

Á ársfundinum hjá Útoyggjafelagnum, helt formaðurin, Óla Jákup úr Dímun, at kansoyingar høvdu lagt nógv fyri til tess at skipa fyri eini góðari stevnu.
  ? Stóra tøkk havi tit øll her á staðnum fyri hetta stóra tiltak, ið heilt vist hevur stóran týdning fyri samanhaldið oyggjana millum.
  Formaðurin leit annars aftur um bak, nú fyrsta árið er liðið, síðan felagið formelt varð stovnað.
  - Vit kunnu spyrja, um tey mál, sum rokkin eru, eru nøktandi. Sjálvur vildi eg fegin kunna víst á fleiri og størri úrslit av arbeiðinum hjá felagnum.
  Hann vísti á, at sum tað allar fyrsta, setti felagið sær sum mál at stovna eina útoyggjaskrivstovu.
  - Fyri mær er eingin ivi um, at skulu munagóð úrslit náast, er neyðugt, at felagið hevur fíggjarliga orku, soleiðis at professionelt fólk kann manna eina slíka skrivstovu. Her verður neyðugt at arbeiða fyri teimum mongu og góðu hugskotunum til menning, framburð og trivna á útoyggjunum.
  Hann helt, at avvarðandi myndugleikar helst partvís skilja tørvin til ábøtur og nógvum økjum.
  - Men skulu vit náa úrslitunum, krevjast stórar fyrireikingar, og somuleiðis er avgjørt neyðugt at finna røttu leiðirnar og mannagongdirnar.
  Óla Jákup helt, at hesar uppgávur eru so mikið tíðarkrevjandi, at eingin kann vænta, at arbeiðið verður nóg munagott í longdini bara við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
  - Her haldi eg tað vera passandi at takka Olgu Biskopstø fyri tað arbeiði, hon hevur gjørt og framvegis ger.
  Hann segði, at eftir at hava fundast nógv, havt samrøður og skrivað umsóknir til Oljumálaráðið, hevur felagið nú eina tilsøgn uppá 100.000 kr. í ár til rakstur av eini skrivstovu.
  - Hetta gevur møguleikar til eitt hálvtíðarstarv tað, ið eftir er av hesum árinum, segði Óla Jákup.
  Hann kunngjørdi á fundinum, at Olga er sinnað at átaka sær hesa
  Uppgávu, og viðmælti hann staðiliga, at hon verður sett í hetta starvið.
  - Eg vil siga, at hetta kann vera ein byrjan. Vit mugu tó arbeiða av øllum alvi fyri, at felagið komandi fíggjarár kemur á løgtingsins fíggjarlóg við eini helst trífdaldaðari upphædd.

Útoyggjar og SL

Óla Jákup í Dímun fegnaðist eisini um, at Strandfaraskip Landsins hevur víst viljan til at hoyra sjónarmiðini hjá Útoyggjafelagnum á samferðsluøkinum.
  - Eftir at hava hoyrt okkara sjónarmið, vórðu stig tikin til at betra um tænastuna. Tó tykist, sum politiski myndugleikin ikki vil ella hættar sær at gera broytingar og skerja, har ferðasamband er fleiri ferðir dagliga ? til fyrimuns fyri útoyggjarnar.
  Formaðurin segði, at Vinnumálastýrið ? sum svar uppá skriv hjá felagnum - júst hevur sagt, at vilji er til staðar at bøta um tænastustøðið við tyrluflúgvingini. Kortini vil ráðið bíða, til nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Atlantic Airwais og Strandfaraskip Landsins, væntandi einaferð til heystar.
  - Vit hava í nevndini sett okkum fyri at koma eitt sit víðari við ætlanini um vinnuhúsini ella framleiðsluhúsini. Best hevði verið, um vit fingu gjørt eitt so at siga liðugt projekt, sum vit kundu lagt fyri myndugleikarnar, segði hann.
  Av øðrum málum, sum felagið hevur arbeitt við, nevndi Óla Jákup úr Dímun, at felagið hevur fylgt við arbeiðinum hjá skúvoyingum og fólki í Fugloy at finna eina loysn í málinum um oljutunnurnar.
  - Vit eru eisini á veg inn í málið við trupulleikanum á gsm-samskiftinum ymsastaðni í oyggjunum.
  Óla Jákup segði, at felagið eisini hevur gjørt eina roynd at kunna seg um møguleikarnar fyri vinnuligum tiltøkum á útoyggjum.
  - Vit vóru og tosaðu við Rasmussen & Weihe, men eru ikki komin víðari við hesum enn, segði hann.
  Formaðurin segði, at felagið eisini arbeiðir við at fyrireika eina verkætlan um mentanarlig landsløg, sum tíðarritið, Glóðin, hevur skrivaðu um.
  - Vit meta annars, at Glóðin livir upp til sítt navn. Hetta er eitt blað, sum kann halda lív í kjakinum um útoyggjarnar, og tað fegnast vit um, segði Óla Jákup úr Dímun, formaður í starvsnevndini í Útoyggjafelagnum.