Fyri triðju ferð í ár kiksaði tað hjá B36 á heimavølli ímóti einum av niðaru liðunum. Áður hava ÍF og B68 megnað javnleik á Tórsvølli, og í dag eydnaðist tað hjá 07 Vestur at fara av Tórsvølli við einum stigi. Hetta var onnur ferðin í ár, at 07 Vestur megnaði at vinna eitt stig á útivølli ímóti einum av teimum stóru. Fyrra ferðin var, tá ið tað endaði 1-1 ímóti NSÍ í Runavík.
Úrslitið var 1-1. Tað sá út til, at tað fór at verða avgerandi, tá ið Andrass Johansen eitt stórt korter eftir steðgin setti bóltin í málið eftir upplegg frá Martini Agnarsson. Men 07 Vestur gav ikki skarvin yvir, og átta minuttir seinni svaraðu gestirnir aftur. Málskjútti var innskifti Sølvi Egilsson, sum var komin á vøllin fimm minuttir, áðrenn hann skoraði.
07 Vestur hevði fyri fyrstu ferð í ár Høgna Egilstoft Nielsen, sum í fjør ikki spældi, tí krossbandið var slitið, millum teir fyrstu ellivu. Vágamenn høvdu fimm í verjuni, teir syrgdu fyri, at tað var stutt millum keturnar, og at liðið flutti seg væl úr øðrum borðinum og í hitt. Hóast B36 fyri tað mesta var á bóltinum, so gekk tað striltið at finna røttu sendingina millum keturnar og at sneiða seg leysan í síðunum og at leggja bóltin í brotsteigin.
07 Vestur venjarin Heðin Askham fegnast um javnleikin:
-Eftir avsmurningin ímóti KÍ vóru vit noyddir at skifta spælskipan. Í dag høvdu vit fimm í verjuni, og tað riggaði heilt væl. B36 hevði møguleikar, men teir høvdu ikki nógvar stórar málmøguleikar. Okkara spælarar eiga rós fyri hugburðin, og hvussu teir stríddust og ofraðu seg, sigur Heðin Askham í samrøðu við Hera Simonsen í FM1. Hann heldur, at tað væl kann hugsast, at liðið aftur fer at vera í hesi útgávuni, tá ið favorittar aftur vera á skránni.
-Vit mugu bara ásanna, at munurin á KÍ og HB og okkum er øgiligur. Tá ið vit spæla ímóti øðrum liðum, kunnu vit nýta aðra spælskipan. Um vit ikki leggja serliga stóran dent á verjupartin ímóti teimum bestu, so kann tað fara at síggja ljótt út, sigur Heðin Askham.
B36 venjarin Dan Brimsvík er sera vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti 07 Vestur:
-Vit eiga at vinna trý stig, tá ið vit eru á Tórsvølli og serliga, tá ið tað er ímóti liðum, sum vit verða roknaðir at vera favorittar ímóti, men tað hevur ikki eydnast í ár, og tað eydnaðist heldur ikki í dag. Vit skoraðu eitt mál, men heldur enn at økja um leiðsluna, so var tað 07 Vestur, sum megnaði at stríða seg inn í aftur og javna.
Hvussu nógv órógvaði koronustøðan?
-Sjálvandi órógvaði tað, at vit ikki høvdu allar teir tøkar, sum vit høvdu ætlað at havt á liðnum, men tað tími eg ikki at tosa um, tí tað fáa vit einki gjørt við, og vit vóru 11 ímóti 11, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.