Flyt fíggjarlóg til frama fyri fletting

Viðgerðin av fíggjarlógini átti at verið flutt soleiðis, at hon ikki er samtíðis, sum menn eru á fjalli og fletta. Hetta eru ein týðandi partur av okkara gerandismentan, sum tíanverri er við at hvørva, og tað harmar meg sigur løgmaður, sum sjálvur raðfestir tað at fara á fjall og at fletta sera høgt.

Fíggjarlóg og løgmaður
Undir fíggjarlógarviðgerðini fýltust fleiri tingmenn á, at løgmaður ikki varð til steðar undir allari viðgerðini. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, hvat hann sigur til hesar atfinningar, og hví hann ikki er í tinginum, tá ein so grundleggjandi og týðandi lóggáva er til viðgerðar.

-Eg havi tað soleiðis, at tað eru nøkur ting eg raðfesti sera høgt. Tað geri eg eisini við eini fíggjarlógarviðgerð og var hóast alt allan tann fyrsta dagin við. Tá hevði eg serliga áhuga fyri tí framsøgumenninir søgdu. Og eftir tað vóru tað kanska serliga teir einstøku landsstýrismenninir, sum skuldu vera við í viðgerðini. Eg havi nøkur málsøki og royndi í mínum innleggi at greiða frá teimum, so tingmenn vistu, hvat tað snúði seg.

Løgmaður kennir annars henda kritikkin aftur. Tað eru altíð nakrir tingmenn , sum ikki fara á tingsins røðarapall uttan at hyggja eftir, hvørjir landsstýrismenn ikki eru við og so varpa út fyri øllum Føroya fólki, hvørjir ikki eru har.

Hann viðgongur tó, at sjálvandi skal løgmaður royna at vera mest møguligt í tinginum, men hann kann ikki vera allastaðni.

Hóast mong kanska ikki hugsa um fjallgongu og fletting, sum ein part av okkara mentan, so leggur løgmaður sera stóran dent á júst henda partin av okkara mentan. -Eg skal viðganga, at eg eri ikki nógv við, har tað hevur við mentan at gera, men ta mentan, sum hevur við fjallgongu og fletting at gera, er nakað sum eg raðfesti ógvuliga høgt.

-Men kann tað ikki skurra løgið í oyrunum á fólki, at løgmaður raðfestir tað at fara á fjall og fletta hægri enn landsins fíggjarlóg?

-Viðgerðin av fíggjarlógini fyri mítt viðkomandi er liðug, tá málið verður lagt fyri tingið. Tað, sum gongur fyri seg í tinginum er ein viðgerð av einum fíggjarlógaruppskoti, har man kemur við nøkrum útspælum ikki yvirfyri landsstýrinum men yvirfyri tí nevndini, sum skal arbeiða víðari við málinum.

Løgmaður vísir á, at hyggur man at danskari fíggjarlógarviðgerð, so er tað ikki ein spurningur til ráðharrarnar men til ta nevndina ella tann og tann framsøgumannin. Fíggjarlógarviðgerðin er fyrst og fremst fyri tingmenninar. -Sjálvandi skulu vit vera við og svara spurningum í tann mun hetta er gjørligt.

Løgmaður heldur tað annars hevði verið sera skilagott, um tingformaðurin flutti viðgerðina av fíggjarlógini soleiðis at hon ikki fall saman við fjallgongu og fletting. Tað er tingformaðurin, sum suverent avger tað. At hann nú eisini er farin at leggja tingfundir í heystfrítíðini hjá skúlanæmingum heldur løgmaður eisini vera løgið. Tað heldur enn ikki er hent áður.

-Men hevur tú ikki eitt forkláringsproblem, um tingmenn fegnir vilja hava samband við teg í viðgerðini, og tú als ikki er til steðar?

-Tað kann mans siga. Men tingmenninir vilja í veruleikanum als ikki í samband við meg. Teir flestu hava eina skrivaða talu.

Løgmaður vísir á, at teir flestu av teimum eldru tingmonnunum høvdu prioreiterað júst sum hann, tá talan er um fjallgongu og fletting. -Tað sær ikki mætari út enn, at tað er komin ein nýggj tíð og man má nokk innsíggja, at tann gamla føroyska gerandismentanin er við at hvørva, og tað harmar meg øgiligt.