Eftir drúgt og strævið upptak, ber nú av røttum til at siga, at skútan umsíðir aftur er fingin upp á rættkjøl.
Uppskriftin hevur verið ein varligur fíggjarpolitikkur, har serligur dentur hevur verið lagdur á at fáa niðurgoldið skuldina sum skjótast.
Uttan at neyðugt hevur verið at hækka skattaprosentið.
Og hvussu væl hevur so hildnast?
Jú, við árslok í ár er skuldin komin niður í eina helvt av tí, hon var fyri fýra árum síðani.
Frá 1. januar 1997 til 31. desember 2000 er bruttoskuldin hjá Tórshavnar kommunu (og Tórshavnar havn) skerd við 319 milj. kr. - úr 643 niður í 324 milj. kr.!
Úrslitið av hesum er, at skuldin fyri fyrstu ferð í mong, mong ár er minni enn eina álíkning (t.e. ein ársinntøka í skatti).
Í sama tíðarskeiði eru skattaintøkurnar hjá kommununi øktar úr 258 milj. kr. til 336 milj. kr.
Avrátt er við lánsveitararnar, hvussu restin av skuldini skal fáast út av verðini.
Sambært hesum verður Tórshavnar kommuna at kalla skuldarleys um níggju ár (og Tórshavnar havn um 15 ár).
Restskuldin hjá kommununi sjálvari verður um ársskiftið 234 milj. kr. brutto og hjá Tórshavnar havn 90 milj. kr. Sambært uppskotinum til fíggjarætlan fyri næsta ár, ið verður lagt fram í næstum, skal kommunan rinda góðar 50 milj. kr. tilsamans í lánsgjøldum næsta ár. Hetta svarar til 13 prosent av fíggjarætlanini.
Ætlanin er, at kommunan í framtíðini í mest møguligan mun sjálv skal fíggja neyðugt gjaldføri til íløgur. Raksturin skal hinvegin sjálvandi altíð fíggjast av skattainntøkunum.
Umráðandi er, at sami skynsami fíggjarpolitikkur, ið hevur sermerkt hetta valskeiðið, heldur fram næstu árini - og her hevur tað stóran týdning, hvør ið er róðursmaður.
Vandi er í hvørjari vælferð, og tí ræður um - fyrst og fremst hjá veljarunum - at forða fyri, at politikarar sleppa framat, ið ikki hava rætta hugburðin á hesum øki.
Fáa hesir makt, sum teir hava akt, ja, so er sanniliga orsøk til at stúra fyri, at ólag skjótt kemur í aftur.
Og at neyðugt veruliga er at vera á varðhaldi, fáa vit sjón fyri søgn um í hesum døgum bæði í bløðum og á heimasíðum.
Hygg bara, hvussu tey ymsu valevnini blaka um seg í allar ættir við gyltum lyftum, sum tey siga seg vilja seta í verk her og nú - uttan at greiða nærri frá, hvussu alt hetta skal fíggjast.
Við slíkum politikarum á odda er fryktandi fyri, at ikki slepst undan nógv hægri skattaprosenti.
Til ber nevniliga ikki longur (smbrt.nýggju kommunulógini) at hava størri skuld enn eina álíkning, uttan loyvi frá landsstýrinum - og harvið seta kommununa undir umsiting.
Tað kann eg illa ímynda mær, at veljarin er áhugaður í. Hann velur sjálvandi - eins og undirritaði - tryggleika framum ruðuleika.
Umsett til vanligt havnarmál merkir hetta, at vit eiga at halda fram við at útbyggja og menna kommununa og kommunalu tilboðini eftir nøkulunda sama skilagóða leisti, ið hevur verið lykilin til framburðin seinastu fýra árini.
Vinarliga
Leivur Hansen,
borgarstjóri