Okkara lívæðr við umheimin

Bíligari ferðasamband við umheimin er av stórum týdningi, um vit framhaldandi ynskja okkum fólka- og búskaparvøkstur í Føroyum.

Okkara samfelag er í støðugari menning, og nógv hevur verið tosað um einskiljing av Atlantsflog.
Borgarligi vongurin vil vera við: “Frí kapping er einasta rætta ,” og “landið eigur at tryggja so góðar karmar fyri føroyskt vinnulív sum yvirhøvur gjørligt.”
At landið skapar góðar karmar, er skylda tess, men ikki teir karmar, sum borgarligi vongurin vil hava, nevniliga teir karmar: at landið skal gjalda og teir skulu valda. Føroyski marknaðurin er alt ov lítil til hetta spæl. Søgan sigur okkum, at hetta á mongum økjum hevur kostað skattaborgaranum alt ov nógv. Flúgvingin er okkara lívæðr við umheimin - hana mugu vit fara væl um og reka við ábyrgd.
Um føroyski limaskapurin í europeiska loftferðslupakkanum gerst veruleiki, verður gamaní við kapping á rutuni millum Føroyar og Danmark, tí tá vera væntandi fleiri flogfeløg um rutuna. Hvør veit, kanska okkurt føroyskt/útlendskt privat felag bjóðar seg tá fram við fleiri og bíligari ferðamøguleikum millum Føroyar og umheimin?

Tillaging av ferðaskatti og avgjøldum
Sum støðan er í dag, kunnu vit øll vera samd um, at alt ov dýrt er at flúgva millum Føroyar og Danmark. Síðani flogvøllurin er komin á føroyskar hendur, eru ferðaseðlarnir dýrkaðir, nýtslugjøldini hækkaði og ferðandi úr Føroyum rinda kr. 120,- í ferðaskatti í mun kr. 75,- úr Kastrup.
Hetta man vera ein av grundunum til, at útisetar ikki búseta seg í Føroyum og ferðavinnan hevur trupult við at fóta sær.
Lættari er rættari, og tí eigur landið beinavegin at tillaga ferðaskattin og avgjøldini soleiðis, at tað gerst liviligari; føroyskt vinnulív meira kappingarført, og Føroyar eitt meira áhugavert land at búgva í.
Ein broyting má henda á hesum øki. Ert tú samd/ur við mær, so vel javnaðarflokkin.