Russar ella CIA elvt til

Formaðurin í litavska tjóðartinginum leggur russar undir at hava elvt til politiska kreppu í landinum. Onnur halda, at CIA hevur verið uppií

Litava
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Arthuras Paulauskas, tingformaður, vil vera við, at russar vilja hava eina aðra leiðslu til valdið í Litava, og at russiski ríkmaðurin Jurij Borisov stendur aftan fyri tiltakið.

Borisov fíggjaði ein stóran part av valstríðnum hjá Rolandas Paksas, sum vann forsetavalið í Litava í januar. Fyri nøkrum vikum síðani kom fram, at Borisov hevur tætt samband við russisku mafiuna, og at hann er við í ólógligum vápnahandli. Samstundis er komið fram, at hann fekk litavskan ríkisborgararætt uttan um ta vanligu mannagongdina, og nú verður kannað, um hetta var eitt slag av einari samsýning frá forsetanum.
Skjøl, sum eru komin undan kavi, sigast vísa, at Borisov og forsetin ætlaðu at órógva ta politisku støðuna, soleiðis at teir ráðandi sosialdemokratarnir skuldu tapa næsta val. Ístaðin fyri skuldi høgraflokkurin hjá forsetanum, sum Borisov er limur í, sleppa framat.
Onnur halda, at CIA man eiga sín lut í spælinum. Tey vísa á, at Valdas Adamkus, sum tapti forsetavalið í januar, var meginpartin av lívi sínum amerikanskur ríkisborgari, og at CIA nú roynir at avdúka, at eftirmaðurin hevur ikki so reint mjøl í posanum, sum hann letst hava.