Ferðabræv
New York:
Tað mesta, eg veit at siga um flogvanlukkuna í morgun, hava tit ivaleyst longu frætt. Men eg skal siga frá, hvussu eg upplivdi hendan morgunin.
Vit møttu sum vanligt á donsku FN missiónini í morgun kl 8.15 lokala tíð. Tá bløðini og Hotmail vóru lisin, var klokkan blivin 9.15 og byrjaði regluligi
kunningarfundurin. Av tí at ST aðalfundurin er til og við hósdagin, varð
gjørt skjótt av, og var fundurin lidugur kl. 10.00.
Vit sótu so og tosaðu saman í bólkinum eina løtu um, hvør skuldi yvir í FN og hvør skuldi onkra útferð. Tá kom danski ambasadørurin inn og greiddi frá, at eitt flogfar, sum skuldi til Dominikanska Lýdveldið tríggjar minuttir eftir at tad var farið á flog av JFK flogvøllinum, var nidurdottið í býarpartinum Queens. Hesin liggur einar 15 km frá donsku missiónini, og sást roykurin í fyrstani higani av 18 hædd. Vit fingu boð um at ringja heim beinanveg og boða frá, at alt stóð væl til, og at ongin frá donsku sendinevndini hevði fingið skaða.
Ikki aftur nú
Flogferðslan er eisini støðgað, og stóri spurningurin settur verður er, um
talan er um hendiligt óhapp, ella um talan var um enn eina atsókn, sum
hóttan hevur verið um seinastu tíðina. Hendan er eisini partvís blivin reglulig.
Fyribils eru metingarnar, at til tað øvugta er prógvað, er talan um eina
syrgiliga flogvanlukku sum kann henda.
Empire State Building, sum liggur heilt nær vid hotellið vit búgva á, er afturlatin, og fólkið flutt burtur av trygdarávum. Er galdandi til í morgin.
Somuleiðis var alt økid kring ST bygningin stongt í ein tíma, men er nú
opnað aftur og heldur aðalfundurin fram sum ætlað. Heilt nógv ferðsla er í gøtunum og politistar og trygdarfólk av alskyns slag eru at síggja allastaðni.
Eitt serstakt fyribrigdi var at síggja eftir hendingina, sum ikki hevur
verið at sæð fyrr. Túsundtals fólk standa og tosa í fartelefon og eisini
nógv løgreglufólk gera nýtslu av hesum samskiftismøguleika, ivaleyst fyri at
frætta úr nærumhvørvinum, hvat veruliga er farið fram. Ferðin er heldur ikki
tann sama, og kennist tað á fólki sum hugsa tey.
Enn einaferð
Allar tíðindastøðirnar senda støðugt frá flogvanlukkuni, og eru flestu
sendingarnar live. Borgarstjórin var í sjónvarpinum kl. 15.00 har hann vísti
sína samkenslu við teimum, sum mist høvdu. Samstundis takkaði hann
sløkkiliðnum fyri teirra avrik, tí tað gingu bert heilt fáir minuttir, til
teir fyrstu vóru á staðnum, og tað gekk ikki long tíð, áður enn menn høvdu
tamarhald á støðuni.
Hetta líkist støðuni 11 september, og eru sløkkilidsmenn í góðari venjing, nú teir í fleiri vikur hava arbeitt á økinum við World Trade Center. Hendan
avbjódðngin er ikki so umfatandi, sum hin var, og er meira avmarkað.
Tann svarti kassin er funnin og sendur til kanningar í Washington. Vónandi
gevur hann svarið uppá, hví vanlukkan hendi, og hví annar motorurin datt niður burtur frá høvudsvraklutunum.
Við flogfarinum, ið American Airlines átti, vóru 246 ferðafólk og manningin, sum taldi 9. Tað, sum kann kallast lagnunar speiðsemi, er at tann eina støðin vísti á, at onkur av ferðafólkunum, sum við vóru henda lagnumorgun, høvdu búð í USA og ætlaðu at flyta heim av trygdarávum.
Tad er vónleyst at skriva frá eini slíkari hending, tí alt hendir so skjótt,
og høvdu tey heima hoyrt tíðindini, áðrenn eg fekk fatur á nøkrum í
telefonini. Somuleiðis senda tíðindarásirnar uttan slit, og kemur okkurt nýtt
undan kavi alla tíðina, so tað sum verður skrivað nú, er gamalt um nakrar
tímar.
World Trade Center
Regluligar sendingar eru um uppruddingararbeiðidð, sum nú gongur á triðja
mánada.
Í gjárkvøldi var ein samrøða vid nakrar menn frá Texas, sum vóru komnir við nøkrum trailarum við timbri og kjøti. Talan var um stórar nøgdir, og hava
teir saman við sjálbodnari arbeiðsmegi opnað eina uttanduragrill, sum
ókeypis letur 4000 døgurðar dagliga.
Nógv túsund arbeida sjálvboðið uttan nakað viðurlag eftir vanligan
arbeídsdag einar seks átta tímar, og er hetta galdandi bæði fyri vanliga
borgarar umframt tænastumenn s.s. politistar o.a.
Harumframt síggja onnur tað sum sítt kall at hjálpa og eru komin higar til
New York úr øllum landinum at bjóða sær at arbeiða sjálvstøðugt. Tey hava
arbeitt einar 16-18 tímar dagliga, síðan vanlukkuna 11 september, og er løn
teirra gleðin um at kunna hjálpa og betra um vanlukkustøðuna sum hevur rakt
USA.
Ein politistur greiddi frá, at tað sum gav honum megi at halda fram dag
eftir dag 7 dagar um vikuna á 16 tímar, var mannamúgvan, sum stóð fram vidð
avsperraða økinum og heilsaðu vid fløggum og skeltum, har tey vístu sítt
takksemi og virdðng fyri tí arbeiði, hesi fólk avrika.
Hvørja ferd tær jarðisku leivdirnar av einum menniskja verða funnar, verða tær vid sjúkrabili og stórum politistaliði í útrykningi vid ljóði og ljósi flutt á sjúkrahús til eyðmerkingar. Hetta verður gjørt fyri at vísa tí deyða hendan seinasta heidur.
Adalfundurin í ST
Tað var við spenningi ein sá var fram til setanina av aðalfundinum, sum
annars skuldi verið 11 september.
Vit fingu at vita, at trygdarkrøvini fóru at vera so strong sum ongantíð
fyrr, vegna tað sum var hent, og tí at nýggjar hóttanir vóru settar fram móti ST aðalskrivaranum, Kofi Annan.
Fyri at koma inn í fundarsalin máttu vit hava trý atgongutekin. Tvey við
fotomynd og eitt gult sum gav atgongd til stóra FN fundarsalin. Vit fingu at
vita, at Danmark bert fekk seks luttakarar inn í senn, og at sendinevndin
fekk tvey gul kort at býta sínámillum. Tað fall mær í lut saman vid einum
dana, at sleppa at luttaka í byrjanini, t.v.s hoyra teir fyrstu 5
talararnar.
Kl. 07.00 fóru vit av hotellinum fyri at vera í góðari tíd á ST
høvuðsborgini. Allir vegir oman vóru stongdir, og alvápnað politistalið var
allastaðni at síggja, og vóru vit kannaðir á sama hátt, sum tá farið verður í
eitt flogfar. Alt gekk væl, og komu vit inn í salin í góðari tíd.
Sera hátíðarligt var tá ein kinesari kl.09.00 stundisliga setti 56
adalfundin og síðani gav ordid til aðalskrivaran K. A. Talutídin er sum fyrr
greitt frá 15 minuttir, og varð henda sum heild hildin. Aftaná hann kom, sum
siðvenja er, Brasilia.
Tá Mr. Fernando Henrique Cardoso, forseti úr Brasilia ,var liðugur, fekk
Amerikanski forsetin, Mr. George W. Bush, orðið.
Henda løtan var uttan iva hæddarpunktið á hesi 56 setuni, og eri eg fegin um, at mær eydnaðist at uppliva hesa. Røðuna fari eg ikki at endurgeva, hana
hava hevur helst størsti partur av heiminum hoyrt, men á ein kensluvekjandi
hátt tosaði Bush um yvirgang, og hvussu hesin hevði rakt land hansara fáar
kilometrar hiðani, vit nú vóru stødd. Boðskapurin var greiður. Tað finnast
ongir góðir yvirgangsmenn og at ikki kundi blinda eyga vendast til
gerðirnar, hesir menn fremja. Ein drápsmaður er ein drápsmaður og skal fyri
rættin, var boðskapurin til limalondini. Áhugavert at vita, hvat umboðini
hjá Afghanistan hugsaðu hesa løtuna, nú teir sótu og lýdda á, eitt langt
byrsumál frá arvafíggindanum og undir sama taki.
Amerikanski forsetin fekk dyggar lógvabrestir, tá hann endaði røðu sína.
Teir næstu tríggir talararnir vóru Forsetin úr Sudurafrika, Sheikhurin úr
Qatar og seinasti, eg fekk loyvi at hoyra, var forsetin úr Mexiko Mr. Vicente
Fox.
Ein løgin kensla fylti ein, tá hugt varð yvir salin, har leiðararnir fyri 189
limalond sita í sama rúmi, og hava hesir maktina á størsta parti av heiminum
og eru við til at avgera lívslagnu okkara. Tað er av avgerandi týdningi, at
tosað verður saman um trupuleikarnar, áðrenn teir verða til vápnaðar
samanbrestir. FN hevur prógvað sín týdningarmikla leiklut til varðveitan av
heimsfriðinum hesi 56 árini, síðani felagskapurin eftir seinna heimsbardaga
sá dagsins ljós.
Mennesket spaar, Gud raader.
Tad er tó avmarkað, hvat menniskjan kann avrika í egnari megi. Og sannast mugu orðini í sálmaørindinum:
Og gingu kongar fram á rað.
og royndu megi mesta.
Teir megnadu ei minsta blað,
á notulegg at festa.
Hvussu hendingin í morgun fer at ávirka seinasta teinin av vitjan okkara í USA, er ilt at meta um. Men eftir ætlanini skulu vit flytast til Washington við
bussi mikudagin kl.13.00 og skulu vit flúgva heim seinnapartin fríggjadagin
17.50.
Øll hava tad gott og lata heilsa heima.









