partur fór óvirkaður av landinum. Ein triðja orsøk var so, at nøgdin av eitt nú Alaska pollock, sum kappast við føroyska upsan, fall í fjør og tað hevði við sær, at prísurin á upsa eisini hækkaði. Hetta [...] Fiskasøluni vísa eitt gott úrslit. Avlopið av vanliga rakstrinum var góðar 8,4 mió. krónur og tað er tað sama, sum tað var í 1998. Tá var samanlagda ársúrslitið merkt av at Fiskasølan hevði selt bygningin yviri [...] henni nýttist andahjálp. Fyrstu trý árini eftir umskipanina var úrslitið heldur einki at reypa av, men nú er av álvara farið at ganga hinvegin. Tað, sum tey trý fyrstu árini var mist er vunnið innaftur og
gongd av álvara, eiga tey at fara at klára at roykja eini tvey til trý tons dagliga. Hann sigur, at tey eisini umhugsa at roykja aðrar vørur enn hýsufløk. Eitt nú upsa. Marknaður er fyri royktum upsa í eitt [...] stjórin á Norðís. Tað er lítið av hýsu at fáa. Men annars letur hann væl at. Arbeiðið hevur verið rættiliga støðugt til eini 50 fólk. Og tað hevur gingið hampiliga væl. Í fjør leyp av, sigur Jóhan Páll Joensen [...] eftir at arbeiða hýsu mestsum burturav. Av tí sama verður lítið gjørt við útróðrarfiskin, nú várróðurin fer at nærkast. Men enn er lítil og eingin útróður verður sagt av Eiði. Onkur hendinga bátur er komin
veiða í russiskum sjógvi: 8.200 tons av toski, 800 tons av hýsu, 1.000 tons av flatfiski og 2000 tons av rækjum. Haraftrat kunnu føroysk skip nú aftur veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5 [...] og Russland gjørt av at minka munandi um heildarveiðuna av toski í Barentshavinum í 2000. Heildarkvotan av toski lækkar 18,75% úr 480.000 tons í 1999 niður í 390.000 tons í 2000, av hesum er triðjalandskvotan [...] lutfalsliga minkingin í triðjalandskvotuni. Føroyska kvotan verður 1.700 tons av toski, 280 tons av hýsu, 1.550 tons av upsa, harav 150 tons norðanfyri 62 stig N. Aftur verður loyvt at yvirføra russiskan
060,6 tons av blálongu, 788,1 tons av toski, 628,9 tons av hýsu, 640 tons av upsa, 178,7 tons av kongafiski, 92 tons av stinglaksi, 87,8 tons av svartkalva, 62,3 tons av havtasku, 50,65 tons av kalva, sjey [...] skipini fiskaðu 5.950 tons av svartkjafti, 433,02 tons av upsa, 185,8 tons av av hýsu og 248 tons av toski, 29,4 tons av blálongu, 24,5 tons av kongafiski og tilsamans gott 160 tons av øllum møguligum øðrum [...] Men tey fiskaðu eisini 2.344,2 tons av longu, 1.535,7 tons av brosmu, 487, 4 tons av toski, 379,8 tons av hysu 85 tons av blálongu, 76,9 tons av upsa umframt smávegis av øðrum fisksasløgum. Norðmenn brúktu
útróðrarflotan, eru tað tríggir høvuðsbólkar av skipum, sum fiska botnfisk, nevniliga partrolarar, djúpvatnstrolarar og línuskip. Partrolararnir fiska fyrst og fremst upsa á teimum innaru leiðunum. Djúpvatnst [...] hýsuna og upsan, herðist. Óli Jacobsen sigur, at vit hava longu fingið eina ábending um, avleiðingarnar av eini slæikari skipan. ? Herfyri gav landsstýrið djúpvatnstrolarunum loyvi til at fiska tosk og hýsu [...] einum fíggjarligum avkasti. ? Og tí eiga bannið ímóti at virka fisk umborð á skipunum, at verða tikið av. Óli Jacobsen sigur, at verður hetta ikki gjørt, er alt prát um at vinnan skal endurnýggja seg sjálva
Michelsen sigur, at hetta er ein greið ábending um, at tað er nógv minni til av fiski, tí talan er um somu menn og somu bátar, sum liva av útróðuri burturav, so tað, sum ger at fiskiskapurin er blivin so vánaligur [...] síggja endamálið at friða tann stóra fiskin í gýtingartíðini og so at fiska fyrilitarleyst av honum allar aðrar tíðir av árinum. Tí so hevði tað rætta verið at roynt at vart tann stóra gýtingarfiskin yvirhøvur [...] útrórðarmenn fáa nú væl minni av øllum fiskasløgum, nú, enn teir hava fingið. Fiskiskapurin eftir toski er minkað ein triðing Teir smærru útróðrarbátarnir fáa ikki meiri enn helvtina av teirri hýsuni í ár, afturímóti
fyri. Bæði hvat hýsu og upsa viðvíkur, verður mælt til munandi niðurskurðir. Og bæði kongafiskurin og svartkalvi eru so illa fyri, at mælt verður til at tað slett ikki verður fiskað av honum yvirhøvur, uttan [...] makrelinum. Niðurstøðan er, at stovnurin av makreli er hampiliga væl fyri. Kortini heldur ráðgevandi nevndin, at veiðitrýstið er heldur høgt. ? Tað kemst mest av, at londini eru ikki samd um eina felags [...] sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum júst er afturkomin úr Keypmannahavn av fundinum í ráðgevandi nevndini hjá ICES. Hann vísur á, at Noreg og Russland hava sett sær fyri at bera
m eru seinastu vikurnar send heim, tí ov lítið av fiski er landaður. Hetta er galdandi fyri tey flestu fiskavirkini, men serliga tey sum hava keypt upsa. [...] eini tíð, tá íslendsku kvoturnar minkaðu niður í einki. SÍF framleiðir eitt gott ár umleið 40.000 tons av saltfiski. Saman við norsku fyritøkunum, Vanna og Jangaard, er SÍF í heimstoppinum. SÍF seldi í 1998 [...] fyri 150 milliónir norskar krónur. Hetta mál náa tey ikki. Nú skal SÍF leiðslan til Noregs at finna út av, hvat skal gerast. Rokna verður ikki við, at fiskavirki skulu steingjast, men leiðslan vil einki lova
sigur Bjarti Mohr. At so ringt er at sleppa av við fisk júst nú, kemst eisini av árstíðini. Ólavsøka er mitt í næstu viku, og fleiri virki liggja still orsakað av summarfrí. Hetta er kortini eitt árliga [...] og Ametyst komu aftur av túri hóskvøldið, og fiskurin varð boðin út á uppboðssøluni í gjár. Men boð fekst ikki, so reiðaríið keypti sjálvt. Upsin var landaður og sendur feskur av landinum. Bjarti Mohr [...] Grundin til, at partrolararnir ikki selja upsa um uppboðssølu er tann einfalda, at eingi boð koma. Tað sigur Bjarti Mohr, sum er reiðari hjá trimum partrolarum. Bjarti Mohr sigur, at tað í løtuni bara
selt meginpartin av veiðuni uttan um Fiskamarknaðin. Og tað merkist. Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya á Toftum sigur, at sølan í ár er heldur lakari enn í fjør. Hetta kemst partvís av minni veiðunøgd [...] veiðunøgd yvirhøvur, men eisini av, at hesir báðir áður nevndu skipabólkar eru farnir at selja aðrastaðni. Partrolararnir fáa mest upsa, og upsamarknaðurin er einki serligur í løtuni, sigur Oskar Joensen. Heldur [...] ikki er tann stóra kappingin millum keypararnar, heldur hann. Tað eru eini trý virki, sum arbeiða upsa í Føroyum, so kappingin avmarkar seg sjálva. Og djúpvatnstrolararnir landa fyri tað mesta í Suðuroy