Íslendingar missa pengar í Noregi

Ein av heimsins fremstu salfiskaframleiðarum, íslendska fyritøkan SÍF, hevur mist nógvan pening í Noregi. Nú skal leiðslan til Noregs fyri at kanna hvat skal gerast

Fyri tveimum árum síðani keypti SÍF trý fiskavirki í Norðurnoregi. Orsøkin var, at tey vildu tryggja sær atgongd til norskan og russiskan fisk í eini tíð, tá íslendsku kvoturnar minkaðu niður í einki.

SÍF framleiðir eitt gott ár umleið 40.000 tons av saltfiski. Saman við norsku fyritøkunum, Vanna og Jangaard, er SÍF í heimstoppinum. SÍF seldi í 1998 fyri umleið tvær milliardir krónur. Umframt saltfisk fæst SÍF eisini við sild og laks.

Norska ævintýrið hevur higartil kostað einar 30 milliónir í íløgum og umbygging. Fyritøkan hevur umleið 100 fólk í starvi í Norðurnoregi og hevur í ár sum mál at selja fyri 150 milliónir norskar krónur. Hetta mál náa tey ikki.

Nú skal SÍF leiðslan til Noregs at finna út av, hvat skal gerast. Rokna verður ikki við, at fiskavirki skulu steingjast, men leiðslan vil einki lova.

Kreppa er í fiskivinnuni í Finnmark, og fleiri 100 fólk á fiskavirkjunum eru seinastu vikurnar send heim, tí ov lítið av fiski er landaður. Hetta er galdandi fyri tey flestu fiskavirkini, men serliga tey sum hava keypt upsa.