Uppboðssølan ov svikalig

Nú upsaprísirnir á heimsmarknaðinum eru fallandi, er tað ov svikaligt at fara á uppboðssøluna við fiskinum, sigur Bjarti Mohr, sum varðar av trimum partrolarum

Grundin til, at partrolararnir ikki selja upsa um uppboðssølu er tann einfalda, at eingi boð koma.

Tað sigur Bjarti Mohr, sum er reiðari hjá trimum partrolarum.

Bjarti Mohr sigur, at tað í løtuni bara eru tveir upsakeyparar í Føroyum. Tað eru Kósin og Fiskavirking.

At so illa stendur til er tí, at upsamarknaðurin í Europa er fallandi.

Og við fallandi marknaði er tað beinleiðis ov hættisligt a fara á uppboðssølu. Tí prísurin í dag er lægri, enn hann var í gjár.

Tí hava partarnir valt heldur at samráðast við keypararnar her á landi um hvørja einstaka last sær.

Bjarti Mohr sigur, at Jaspis og Ametyst komu aftur av túri hóskvøldið, og fiskurin varð boðin út á uppboðssøluni í gjár.

Men boð fekst ikki, so reiðaríið keypti sjálvt. Upsin var landaður og sendur feskur av landinum.

Bjarti Mohr hevur sjálvur selt upsan til ymsar keyparar í Europa.

Tað er nógv stríð, men einasta loysnin, sigur Bjarti Mohr.

At so ringt er at sleppa av við fisk júst nú, kemst eisini av árstíðini.

Ólavsøka er mitt í næstu viku, og fleiri virki liggja still orsakað av summarfrí.

Hetta er kortini eitt árliga afturvendandi fyribrigdi, sigur Bjarti Mohr, sum hevur álit á, at støðan fer at rætta seg aftur móti heystinum.

Um fiskiskapin hjá trolarunum sigur hann, at hann er við at koma aftur í vanliga legu. Tað vil siga, at upsin er um at koma aftur.

Í fjør var at kalla ikki upsi at fáa. Alt var toskur. Men nú líkist tað aftur meira vanligum árum, sigur Bjarti Mohr.

Upsi og toskur eru hvør sín fiskur. Ikki bara í útsjónd, men so sanniliga eisini á døgurðaborðinum.

Toskurin fer á fínara marknaðin til dømis í Englandi og USA, meðan upsin endar sum »discount« døgurði serliga í Týsklandi og Fraklandi.

Og í løtuni eru goymslurnar har niðri fullar. Tí ber ikki til at selja meira. So einfalt er tað.