Útlendsk skip fiskaðu 274.006,5 tons undir Føroyum í fjør.
Hetta vísir ein uppgerð yvir tað, sum útlendsk skip fiskaðu undir Føroyum í fjør.
Uppgerðin vísir, at tilsamans fiskaðu skip úr átta
fremmandum londum undir Føroyum í fjør og tilsamans høvdu tey 6.049 fiskidagar.
Nógv tað mesta, sum tey útlendsku skipini fiska undir Føroyum, er svartkjaftur.
Tilsamans fiskaðu tey 218.802,9 tons av svartkjafti undir Føroyum í fjør.
Men tey fiskaðu eisini 15.574 tons av makreli, 2.482, 54 tons av av longu, 1.958,6 tons av sild, 1.949,8 tons av langasporli, 1.593,9 tons av brosmu, 1.060,6 tons av blálongu, 788,1 tons av toski, 628,9 tons av hýsu, 640 tons av upsa, 178,7 tons av kongafiski, 92 tons av stinglaksi, 87,8 tons av svartkalva, 62,3 tons av havtasku, 50,65 tons av kalva, sjey tons av rossamakreli og 1.047,84 tons av øðrum fiskasløgum
Russarar fiska mest
Ikki óvæntað eru tað russisk skip, sum hava fiskað nógv mest undir Føroyum.
Russisk skip fiskaðu tilsamans 129.083,3 tons undir Føroyum í fjør og tað brúktu teir 2.629 fiskidagar til.
Nógv tað mesta, sum russarar fiska er eyðvitað svartkjaftur, teir fiskaðu 116.525,9 tons av svartkjafti undir Føroyum í fjør.
Annars fiskaðu teir 11.608 tons av makreli, 7 tons av rossamakreli, 3,1 tons av upsa og 84,7 tons av øðrum fiskasløgum.
Næstmest hava íslendsk skip fiskað undir Føroyum í fjør.
Íslendingar fiskaðu 54.092 tons undir Føroyum í fjør.
Og sigast kann ikki annað enn at íslendingar fiskað reint, tí teir fiskaðu 54.062 tons av svartkjafti og 30 tons av makreli.
Til tað brúktu teir 519 fiskidagar.Triðmest hava norsk skip fiskað undir Føroyum, tey fiskaðu 44.287,8 tons undir Føroyum í fjør.
Eisini tey norsku skipini fiskaðu mest svartkjaft undir Føroyum, 39.180 tons. Men tey fiskaðu eisini 2.344,2 tons av longu, 1.535,7 tons av brosmu, 487, 4 tons av toski, 379,8 tons av hysu 85 tons av blálongu, 76,9 tons av upsa umframt smávegis av øðrum fisksasløgum.
Norðmenn brúktu 1.618 fiskidagar undir Føroyum í fjør.
Annars er tað meiri smátt , tað sum hini seks londini hava fiskað undir Føroyum.
Uttanfyri ES, eru tað bara grønlendsk skip afturat, sum hava fiskað undir Føroyum í fjør, tey fingu 140,3 tons tilsamans. Grønlendingar fingu 48,7 tons av longu, 39,6 tons av brosmu, 30 tons av hýsu, 17,6 tons av toski, 900 kilo av upsa og 3,5 tons av øðrum fiskasløgum. Og til alt tað brúktu grønlendingar 60 fiskidagar.
ES londini fiskaðu tilsamans 19.403,05 tons undir Føroyum í 1.223 fiskidagar.
Mest fiskaðu donsk skip, sum fiskaðu 8.125 tons undir Føroyum í fjør. Donsk skip fiskaðu 3.936 tons av makreli, 3.085 tons av svartkjafti og 1.104 tons av sild.
Til tað brúktu teir 90 fiskidagar.
Næstmest fiskaðu Bretsk skip, sum fingu 7.206,7 tons í 463 dagar.
Bretsku skipini fiskaðu 5.950 tons av svartkjafti, 433,02 tons av upsa, 185,8 tons av av hýsu og 248 tons av toski, 29,4 tons av blálongu, 24,5 tons av kongafiski og tilsamans gott 160 tons av øllum møguligum øðrum. Bretar brúktu 463 fiskidagar undir Føroyum í fjør.
Harumframt fiskaðu fronsk skip 3.859,75 tons undir Føroyumí 629 dagar.
Tey fingu 1.918,8 tons av langasporli, 945,4 tons av blálongu, 85,5 tons av stinglaksi10,3 tons av upsa og nøkur heilt fá tons, sum teljast á finrunum av øðrum fiskasløgum.
Annars fiskaðu týsk skip 211,6 tons undir Føroyum í 41 dagar.
Týskarar fiskaðu 116,6 tons av upsa, 33,7 tons av toski, 33,3 tons av hýsu og annars nøkur heilt fá tons av øðrum fiski.