?Tað er stórur vandi fyri, at tað næsta ár verður eitt rættiligt bakkast hjá teimum stóru, føroysku flakatrolarunum, sum royna eystanfyri.
Tí nú eru rættiliga stór útlit fyri, at komandi ár verða kvoturnar hjá teimum munandi skerdar.
Hetta er greitt, eftir at tann ráðgevandi nevndin hjá ICES hevur havt fund í Keypmannahavn.
Ráðgevandi nevndin hevur fund tvær ferðir um árið at viðgerða støðuna hjá stovnunum undir ICES.
Um várið eru tað stovnarnir undir Føroyum, Íslandi, umframt svartkjaftur, norðhavssild o.a., sum er til viðgerðar.
Og á heystfundinum eru tað so stovnarnir eystanfyri, í Norðsjónum, Biskayavíkini, vestanfyri Bretsku Oyggjarnar, umframt makrelurin, sum støða skal takast til.
Munandi niðurskurður
? Á fundinum var staðfest, at stovnarnir í Barentshavinum eru rættiliga illa fyri nú, ikki minst toskastovnurin, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sum júst er afturkomin úr Keypmannahavn av fundinum í ráðgevandi nevndini hjá ICES.
Hann vísur á, at Noreg og Russland hava sett sær fyri at bera so í bandi, at gýtingarstovnurin ongantíð kemur niður um 500.000 tons.
?Men stovnsmetingin, sum nú er gjørd, vísir, at stovnurin er ikki meiri enn 250.000-300.000 tons.
Tvs, at hann er 200.000 - 250.000 tons minni, enn londini bæði hava ásett at vera minstamarkið.
Ráðgevandi nevndin hjá ICES hevur so víst á, hvussu nógv kann fiskast, um tað skal eydnast at byggja gýtingarstovnin upp aftur á minstamarkið uppá 500.000 tons.
? Og har er niðurstøðan, at skal tað eydnast at menna gýtingarstovnin upp á 500.000 tons uppá eitt ár, ber tað ikki til at fiska meiri enn í mesta lagi 110.000 tons komandi ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
? Men skulu trý ár brúkast til at menna stovnin í, kann kvotan verða 260.000 tons komandi ár.
Ongir aðrir møguleikar
Hann sigur, at eisini hinir stovnarnir eystanfyri eru rættiliga illa fyri.
Bæði hvat hýsu og upsa viðvíkur, verður mælt til munandi niðurskurðir. Og bæði kongafiskurin og svartkalvi eru so illa fyri, at mælt verður til at tað slett ikki verður fiskað av honum yvirhøvur, uttan tað, ið verður fingið sum hjáveiða í samband við annan fiskiskap
Samanumtikið merkir hetta, at verður fiskiskapurin eftir toski skerdur so munandi, sum útlit eru til, eru ikki møguleikar at fara í annað fiskarí eystanfyri ístaðin.
Stovnarnir yvirmettir
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at útlitini fyri fiskiskapi í Barentshavinum brádliga eru blivin so døpur.
? Tað er ongin ivi um, at stovnarnir hava verið yvirmettir hesi seinastu árini.
? Ein grund til tað er, at umstøðurnar at gera so neyvar stovnsmetingar, hava ikki verið so góðar, sum tað átti at verið.
? Eitt nú sluppu norðmenn ikki í russiskan sjógv at gera kanningar í eini tvey ár.
Stórur niðurskurður
Fara russarar og norðmenn at halda fast um málsetningin um, at gýtingastovnurin av toski í Barentshavinum skal varðveitast á 500.000 tonsum, verður talan um ein rættiliga stóran niðurskurð í kvotunu.
Tí í ár er toskakvotan í Barentshavinum 480.000 tons.
Spurningurin er bara, hvussu skjótt londini seta sær fyri at byggja stovnin uppaftur á 500.000 tons.
So er tað spurningurin, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroysku flakatrolararnar.
Tað er ongin ivi er um, at skerjingin verður stór. Men spurningurin er eisini, hvussu myndin verður í longdini.
Tí føroyingar hava leingi funnist hvassliga at norðmonnum, fyri at verða raskar skerja føroysku kvoturnar eystanfyri prosentvís, tá ið heildarkvoturnar verða lækkaðar.
Men hinvegin hevur tað gingið nógv meiri strilti at fáa tær føroyska partin hækkaðan aftur, tá ið heildarkvotan hækkar aftur.
100.000 tons afturat
Sær tað svart út í Barentshavinum, er støðan heldur frægari hjá makrelinum.
Niðurstøðan er, at stovnurin av makreli er hampiliga væl fyri.
Kortini heldur ráðgevandi nevndin, at veiðitrýstið er heldur høgt.
? Tað kemst mest av, at londini eru ikki samd um eina felags, hvussu fiskiskapurin skal stýrast.
M.a. eru Føroyar ikki heilt eru komnar upp í samstarvið við ES og Noreg, sum strandaland.
Men harafturat ger tað seg galdandi, at russarar fiska makrel uttanfyri 200 fjórðingar og sum hjáveiði undir Føroyum.
Tilsamans elvir hetta til, at veiðitrýstið er eini 20% ov høgt.
Men tilgongdin er so mikið góð, at hóast mælt verður til at minka veiðitrýstið, heldur nevndin, at kvotan næsta ár kann hækkað 100.000 tons, so at hon verður 605.000 tilsamans, sigur Hjalti í Jákupsstovu.