Hetta kunnu vit fiska í ár

Løgmaður legði frágreiðingina fyri tingið um uttanlandsmál í farnu viku til aðalorðaskiftis, og segði hann m.a., at hann gjørdi tað í teirri vón, at hon fór at verða ein íblástur til tær stóru avgerðir, ið verða at taka í næstum

Í frágreiðing løgmans um uttanlandsmál sum aðalorðaskifti var um í farnu viku, standa teir sáttmálar, sum gjørdir eru um fiskiveiði í ár 2000. Her eru nakrir av teim sáttmálum, gjørdir eru landanna millum:


Føroyar-Grønland

Rammusáttmálin millum Grønland og Føroyar áleggur pørtunum at samráðast hvørt ár um eitt kvotubýti. Í ár hava føroysk skip loyvi at veiða 4.000 tons av kongafiski í Irmingarhavinum og grønlendskum sjógvi. Sum royndarveiða í Vesturgrønlandi kunnu veiðast 130 tons av svartkalva og í Eysturgrønlandi kunnu trý føroysk skip í senn veiða tosk og onnur botnfiskasløg í tilsamans átta vikur. Kalvi og svartkalvi sum hjáveiði er avmarkað til 100 tons.

Grønlendsk skip kunnu veiða 2.500 tons av norðhavssild og royndarfiska eftir brosmu og longu á ytru fiskidagaleiðini upp til 250 tons, harav í mesta lagi 30% kunnu verða toskur og hýsa.


Føroyar-Ísland

Fiskiveiðisamráðingarnar við Ísland verða í januar, og eingin semja er gjørd enn. Fyri 1999 vóru partarnir samdir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi varð hækkað til 5.600 tons. Av hesi heildarkvotu varð toskakvotan hækkað úr 1000 tonsum upp í 1.150 tons, kalvakvotan gjørdist 150 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiskasløgum var óbroytt.

Partarnir samdust um at halda fram við semjuni um uppsjóvarfiskasløg. Íslendsk skip kunnu veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi.

Partarnir samdust um somu lodnusemju sum fyri 1998. Føroysk skip kunnu í tíðarskeiðinum frá 1. juli 1999 til 30. apríl 2000 veiða 30.000 tons við fyrivarni fyri broytingum í MLV?num.


Føroyar-Noreg

Grundað á fiskifrøðilig viðurskifti hava Noreg og Russland gjørt av at minka

munandi um heildarveiðuna av toski í Barentshavinum í 2000. Heildarkvotan av toski lækkar 18,75% úr 480.000 tons í 1999 niður í 390.000 tons í 2000, av hesum er triðjalandskvotan lækkað úr 59.000 tons niður í 55.200 tons.

Fyri Føroyar hevur toskafiskiskapurin í Barentshavinum og makrelfiskiskapurin í norskum sjógvi stóran týdning. Føroyar løgdu stóran dent á, at lækkingin av toski ikki gjørdist so stór sum lækkingin í MLV?num, og at Føroyum varð veittur fastur partur av MLV?num, sum samsvarar til tað søguliga veiðimynstrið í Barentshavinum.

Eisini hava Føroyar kravt at fáa rætt (atgongd) til at veiða burturav føroysku strandalandakvotuni av makreli í norskum sjógvi sum ein uppfylging av strandalandasemjuni, sum varð gjørd í Brússel í fjør.

Haraftrat hava Føroyar lagt stóran dent á veiðirættindini eftir rækjum og toski við Svalbarð, har ásetingin av rækjufiskidøgunum ikki samsvarar søguliga rættinum, sum rækjuskipini eiga av fiskidøgum. Fleiri royndir eru gjørdar í árinum at rætta hesa áseting, tó við ongum úrsliti.

Fyri Noreg hevur fiskiskapur á djúpum vatni eftir serliga brosmu og longu umframt svartkjaftafiskiskapur stóran týdning í samvinnuni við Føroyar. Noreg hevur undir samráðingunum hildið fast um, at øll botnfiskakvotan varð standandi á sama støði, og at heildarúrslitið í semjuni javnvigaði.

Partarnir komu ásamt um minni lækking enn hana, sum norska sendinevndin kravdi, og sum er minni enn tann lutfalsliga minkingin í triðjalandskvotuni. Føroyska kvotan verður 1.700 tons av toski, 280 tons av hýsu, 1.550 tons av upsa, harav 150 tons norðanfyri 62 stig N. Aftur verður loyvt at yvirføra russiskan botnfisk og lodnu at fiska í norskum sjógvi.

Makrelkvotan er 1.650 tons, men harumframt kunnu 6.535 tons av føroysku strandalandakvotuni fiskast í norskum sjógvi. Svartkjaftakvotan er 2500 tons, harav 500 tons við Jan Mayen, og ídnaðarkvotan er 25.000 tons. Lodnukvotan er 5.000 tons, og sildakvotan er 1.200 tons í 2000. Eisini kunnu 3.000 tons av rossamakreli og 150 tons av rækjum verða veidd við Jan Mayen.

Føroyska kvotan við Svalbarð verður 808 tons av toski og 194 tons av øðrum fiskasløgum. Rækjudagatalið er óbroytt 1.317 fiskidagar.

Norska botnfiskakvotan við Føroyar í ár verður 5.000 tons við avmarkingum fyri veiði á Føroya Banka. Svartkjaftakvotan hjá norðmonnum í føroyskum sjógvi í ár verður 42.000 tons og makrelkvotan 4.000 tons.

Spurningurin um føroyska rækjuveiði við Svalbarð var frammi aftur. Føroyar mótmæltu norsku avgerðini at skipa fiskiskapin sambært norskari kunngerð, sum ásetir avmarkingar fyri føroyskum rækjufiskiskapi við Svalbarð. Føroyar vístu til mótmælini frá føroyskum myndugleikum og frá donskum myndugleikum vegna Føroyar og Grønland.


Føroyar-Russland

Fiskifrøðiligu viðurskiftini í Barentshavinum eru nevnd í brotinum um Noreg. Semjan millum partarnar hevur nú við sær, at í ár kunnu føroysk skip veiða í russiskum sjógvi: 8.200 tons av toski, 800 tons av hýsu, 1.000 tons av flatfiski og 2000 tons av rækjum. Haraftrat kunnu føroysk skip nú aftur veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5.000 tons kunnu verða fiskað í norskum sjógvi.

Russisk skip kunnu í ár veiða í føroyskum sjógvi 105.000 tons av svartkjafti íroknað 3 % av sild. Haraftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiði á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu. Makrelveiðin hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi er skorin munandi úr 18.000 tonsum niður í eina kvotu uppá 10.000 tons av makreli.

Makrelspurningurin hevði frammanundan elvt til nógv stríð millum Føroyar og ES sínámillum og Føroyar og Noreg sínámillum. Eftir at strandalondini ES, Føroyar og Noreg gjørdu semju í november í ár í Brússel er partur okkara av heildarkvotuni nú 30.000 tons. NEAFC hevur ásett mest loyvdu veiðu í altjóða økinum til 50.000 tons. Russland er ikki partur í hesi semju.

Føroyar og Russland hava haraftrat gjørt semju um meira samstarv um toskakeyp í Barentshavinum og Eystursjónum umframt samstarv um svartkjaft í føroyskum sjógvi. Eisini eru partarnir samdir um at kanna møguleikan fyri nærri samstarvi um rækjur í Kyrrahavinum (Kamsjatka) og á NAFO økinum (Flemish Cap).


Føroyar-Baltalond

Á fiskiveiðisamráðingunum við tey Baltisku londini Estland, Lettland og

Litava fyri 1999 var semja um at halda karmarnar á hvørjum ári tó soleiðis, at bert um báðir partar hava skip tøk, verður semja gjørd. Ongin semja varð gjørd í gjør, og ongar samráðingar hava verið um fiskiskap í ár.


Føroyar-ES

Føroyar og ES samráddust um fiskirættindi hvør hjá øðrum í fjør, men komu tí ikki til nakra semju um fiskiskap í ár.

Serliga fiskiskap eftir makreli kundu partarnir ikki semjast um. Føroyar meta, at eftir at strandalandasemja millum Føroya, ES og Noregs um makrel er gjørd, er grundarlag fyri at endurskoða ymisk viðurskifti í verandi sínámillum fiskirættindasáttmálunum.

Dentur verður lagdur á, at strandalond eru meira opin fyri makrelfiskiskapi hjá hvør øðrum. Hetta sjónarmið var ein av fortreytunum fyri, at Føroyar kundu góðtaka makrelsemjuna.

ES tóktist ikki vilja viðurkenna hesi viðurskifti, tí tað fór at órógva kvotabýtið í ES og kundi tí ikki ganga føroyska kravinum á møti. Undir hesum umstøðum boðaði føroyska samráðingarnevndin frá, at hon kundi ikki gera fiskirættinda-sáttmála við ES fyri í ár.

Partarnir samdust um at finna eina loysn á ósemjuni innan 1. mai í ár. Semja varð gjørd um, at fiskirættindasáttmálin verður longdur í óbroyttum líki til 30. apríl í ár.