Næstan hálv millión palestinar líða av katastrofalum hungri í Gazageiranum, sigur ST. Túsundtals børn og mammur, sum geva bróst, hava brúk fyri hjálp beinanvegin. (Arkivmynd). - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix

Ísrael skal loyva lastbilum við barnamati inn í Gaza

Eftir meira enn tveir mánaðir við stongsli letur Ísrael upp fyri neyðhjálp til Gaza. Teir fyrstu lastbilarnir hava barnamat í lastini.

Næstan hálv millión palestinar líða av katastrofalum hungri í Gazageiranum, sigur ST. Túsundtals børn og mammur, sum geva bróst, hava brúk fyri hjálp beinanvegin. (Arkivmynd). - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix

Ísrael fer nú at loyva lastbilum, sum bera mat til smábørn, inn á Gazageiran.

Tað sigur Eden Bar Tal, aðalstjóri í ísraelska uttanríkisráðnum, sambært tíðindastovuni AFP.

- Í dag ger Ísrael tað lættari hjá lastbilum við barnamati at koma inn í Gaza. Komandi dagarnar fer Ísrael at gera tað lættari at koma fleiri tíggjutals lastbilum inn við neyðhjálp, segði aðalstjórin á tíðindafundi.

Hetta eru fyrstu avhendingarnar av neyðhjálp síðani 2. mars, tá Ísrael stongdi alla hjálp til Gazageiranum.

Síðani tá hevur Ísrael ikki latið mat, heilivág ella aðrar veitingar koma inn í palestinska myndugleikan.

Sunnudagin boðaði Ísrael frá, at landið nú fer at loyva avmarkaðari neyðhjálp til Gazageiran.

ST hevur ávarað um, at 470.000 av teimum 2,2 milliónum palestinarum í Gazageiranum líða av "katastrofalum hungri", og at túsundtals sjúk fólk eru í vanda fyri at doyggja orsakað av vantandi heilivági og medisinskari útgerð.

Heimsmatvøruætlanin hjá ST hevur ávarað um, at 71.000 børn og meira enn 17.000 kvinnur við barn ella kvinur sum geva bróst hava brúk fyri hjálp skjótast.

Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, svølta tvær milliónir fólk í Gazageiranum.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í dag, at Ísrael fer at taka ræði á øllum Gazageiranum, sum hernaðarliga Hamas-rørslan stýrir.

Sunnudagin fór ísraelski herurin undir víðkað álop á landi í økinum.

251 ísraelar vórðu tiknir sum gíslar av palestinskum hermonnum undir einum álop á Ísrael 7. oktober 2023, har 1.200 ísraelar doyðu. Fleiri gíslar eru framvegis fangaðir í Gazageiranum.

Ísrael stongdi hjálpina til Gazageiranum 2. mars fyri at leggja trýst á Hamas um at sleppa gíslunum leysum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ikki beinleiðis funnist at Ísrael fyri hjálparstongsulin. Men hann hevur víst stúran fyri menniskjaligu støðuni í Gazageiranum.

/Ritzau/