Partrolararnir og djúpvatnstrolararnir hava í ár selt meginpartin av veiðuni uttan um Fiskamarknaðin. Og tað merkist.
Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya á Toftum sigur, at sølan í ár er heldur lakari enn í fjør.
Hetta kemst partvís av minni veiðunøgd yvirhøvur, men eisini av, at hesir báðir áður nevndu skipabólkar eru farnir at selja aðrastaðni.
Partrolararnir fáa mest upsa, og upsamarknaðurin er einki serligur í løtuni, sigur Oskar Joensen. Heldur ikki er tann stóra kappingin millum keypararnar, heldur hann. Tað eru eini trý virki, sum arbeiða upsa í Føroyum, so kappingin avmarkar seg sjálva.
Og djúpvatnstrolararnir landa fyri tað mesta í Suðuroy.
Men Oskar Joensen sigur tó, at tað, at trolararnir ikki hava selt mundandi gjøgnum Fiskamarknaðin, avgjørt ikki er nøkur vanlukka fyri Fiskamarkna Føroya.
Annar fiskur verður nógvur handlaður um Fiskamarknaðin, sigur hann.
Avtala prísin
Djúpvatnstrolararnir fiska nógvan kongafisk, sum verður seldur uttan um Fiskamarknaðin.
Teir stóru kongafiskakeypararnir eru flakavirkini á Tvøroyri og í Hvalba.
Oskar Joensen sigur seg hava frætt, at trolarareiðaríini samráðast um prís við keyparan fyri hvørja sølu sær.
Soleiðis hava teir at kalla fastar avtalur við ávísar keyparar.
Og tað váttar Marner Lisberg, sum er reiðari hjá nøkrum av djúpvatnstrolarunum í Suðri.
Hann sigur, at tað kemur ikki fyri, at kongafiskalast fer á Fiskamarknaðin.
Marner Lisberg sigur, at tá skipini skulu landa, plagar hann at siga Føroya Fiskavirking á Tvøroyri og Delta Seafood frá. So koma teir við sínum boði.
Samstundis verður kannað, bæði av reiðaríi og manning, hvussu prísirnir annars eru á marknaðinum.
Hetta samanlagt avger so, hvar selt verður.
Landa lokalt
Men Marner Lisberg váttar, at tað ger mun, at skipini hoyra til á Tvøroyri, og at manningarnar eru sunnaneftir.
Teir vilja eisini fegnir landa har, teir búgva. Tað hevur fleiri fyrimunir við sær.
Marner Lisberg avvísir kortini, at tað er lokalpatriotisma sum ger, at teir bert landa í Suðuroy á tann hátt fyri at sleppa undan Fiskamarknaðinum og so seinni kunna trýsta prísin niðureftir.
Sama mynstrið er galdandi fyri djúpvatnstrolararnar í Hvalba, sigur Marner Lisberg. Teir landa ikki aðrastaðni enn í Hvalba.
Hinvegin eru onkrir djúpvatnstrolarar í Vágum. Men teir hava einki lokalt virki at landa til í løtuni, so teir landa vanliga eisini í Suðri.
Marner Lisberg óttast ikki tann dag, tá hesar avtalurnar millum reiðarí og keypara fara at taka grundarlagið undan uppboðssølunum.
Um tað hendir, er tað tí, at grundarlagið ikki var har, heldur hann.
Og at tosa um at áleggja skipunum at landa eina ávísa nøgd um almenna uppboðssølu, vil hann ikki hoyra talan um.
Tað er líka avmarkandi sum at krevja, at allur føroyskur fiskur skal um føroyskan bryggjukant.
»Tað er ikki annað enn at nokta skipunum, at selja har, prísurin er bestur,« sigur Marnes Lisberg, reiðari á Tvøroyri.
Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya sigur, at eisini aðrir avreiða har, teir búgva.
Eitt nú landa klaksvíkingar at kalla ikki aðrastaðni enn í Klaksvík.
Men Fiskamarknaðurin hevur deild í Klaksvík, og har verður tað mesta selt ígjøgnum, sigur Oskar Joensen