Á flakavirkinum Norðís á Eiði eru tey farin undir at roykja hýsu, sum skal seljast til Bretlands.
Jóhan Páll Joensen, stjóri á Norðís, sigur, at tey hava gjørt eina íløgu, sum liggur einastaðni millum eina og tvær milliónir krónur í útgerð til roykivirkið.
Jóhan Páll Joensen sigur, at tað sær út til at rigga væl. Royndirnar, sum avskipaðar eru, hava verið í lagi, sigur hann.
Jóhan Páll Joensen heldur, at tá farið verður í gongd av álvara, eiga tey at fara at klára at roykja eini tvey til trý tons dagliga.
Hann sigur, at tey eisini umhugsa at roykja aðrar vørur enn hýsufløk. Eitt nú upsa. Marknaður er fyri royktum upsa í eitt nú Fraklandi og Írlandi.
Tað er eitt sindur linligt við arbeiði beint nú, sigur stjórin á Norðís. Tað er lítið av hýsu at fáa. Men annars letur hann væl at. Arbeiðið hevur verið rættiliga støðugt til eini 50 fólk. Og tað hevur gingið hampiliga væl. Í fjør leyp av, sigur Jóhan Páll Joensen stjóri á Norðís.
Á Norðís hava tey lagt seg eftir at arbeiða hýsu mestsum burturav. Av tí sama verður lítið gjørt við útróðrarfiskin, nú várróðurin fer at nærkast.
Men enn er lítil og eingin útróður verður sagt av Eiði. Onkur hendinga bátur er komin til Eiðis at liggja, men tað hevur viðrað illa seinastu dagarnar, so har gerst einki, frættist av Eiði.










