Roknskapurin hjá Føroya Fiskasølu varð almannakunngjørdur í vikuni og enn einaferð kundi leiðslan á Fiskasøluni vísa eitt gott úrslit.
Avlopið av vanliga rakstrinum var góðar 8,4 mió. krónur og tað er tað sama, sum tað var í 1998.
Tá var samanlagda ársúrslitið merkt av at Fiskasølan hevði selt bygningin yviri við Strond, verður sæð burtur frá teimum inntøkunum, so var úrslitið tá eins og nú um 8,4 mió. krónurnar.
Høg renta
Tað er ikki so langt síðani, at Fiskasølan var í so svárari neyð, at henni nýttist andahjálp.
Fyrstu trý árini eftir umskipanina var úrslitið heldur einki at reypa av, men nú er av álvara farið at ganga hinvegin.
Tað, sum tey trý fyrstu árini var mist er vunnið innaftur og fyri fyrstu ferð, síðani umskipanina er eginognin størri enn partapeningurin.
Úrslitið í fjør er tað sama sum at eginpeningurin við ársbyrjan 1999 hevur fingið eina rentutilskriving upp á góð 13 prosent, og tað er stjórin Hans Johannes á Brúgv, serstakliga væl nøgdur við.
? Tað er væl hægri enn nakar peningastovnur kann veita, sigur hann.
Og tað gevur eigarin Framtaksgrunnur Føroya uttan iva stjóranum rætt í.
Marknaðurin
uppi ígjøgnum
Orsøkin til góðu úrslitini hjá Fiskasøluni seinastu tvey árini skal sjálvandi síggjast í tí samanhangi, at marknaðartreytirnar hava verið fiskasølunum til vildar. Hetta er stjórin fullgreiður yvir.
? Tað er eingin loyna, at prísurin hevur verið uppi ígjøgnum. Bæði í rávøruliðnum og eisini á marknaðinum úti í heimi. Toskafiskiskapurin í Barentshavinum hevur verið minkandi og tað trýstir prísin uppeftir, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri.
Samstundis var eftirspurningurin eftir lidnum vørum størri enn hann hevur verið áður og tað hevði so við sær, at ein enn minni partur fór óvirkaður av landinum.
Ein triðja orsøk var so, at nøgdin av eitt nú Alaska pollock, sum kappast við føroyska upsan, fall í fjør og tað hevði við sær, at prísurin á upsa eisini hækkaði.
Hetta vóru nakrar av orsøkunum til góða úrslitið hjá Fiskasøluni og fiskaseljarum yvirhøvur, men samstundis er hetta nakað, sum kann vera orsøkin til, at útlitini fyri 2000 ikki eru so góð.
Væntar prísfall
Hans Johannes á Brúgv sigur, at hann ikki væntar sama góða úrslit fyri næsta ár, nevniliga av teirri orsøk, at prísirnir longu eru upp í gjøgnum.
? Eg veit væl, at eg segði tað sama í fjør, men fyri tað hava prísirnir hildið sær. Tað eru ymsar orsøkir til tað, men eg dugi ikki at síggja, at tað framhaldandi kann halda sær har uppi. Eg skal kortini ikki sita og spáa at tað fer at ganga illa, men eg rokni við, at fiskivinnan fer at hava tað truplari enn hon hevur havt tað tey seinastu tvey árini. Tey hava nevniliga verið serstakliga góð, sigur Hans Johannes.
Og so er ein spurningur, um føroyska fiskivinnan er før fyri at taka eina afturgongd.
Taka vit Fiskasøluna, so er hon væl fyri, tí eginpeningurin er rættiliga stórur í mun til samlaðu skuldina við árslok 1999.










