Nú eru aftur allar reyðar ávaringarlampur farnar at lýsa hjá útróðrarflotanum.
Tí nú er fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum aftur so vánaligur, sum sjálvdan fyrr.
Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, MÚ, sigur, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er nú við at koma niður á sama støðið, sum hann var á í 1993.
Og tað var eitt søguliga vánaligt ár hjá útróðrarflotanum.
Formaðurin í MÚ sigur, at afturgongdin er stór um alt landið.
? Hetta er ein afturgongd, sum útróðrarmenn í tí mesta av landinum løgdu merki til, byrjaði longu í 1996, sigur hann.
Millum annað fóru útróðrarmenn í Suðuroy, í Sandoy, í Havn og í Eysturoy longu fyri trimum árum síðani at boða frá vánaligari útróðri.
Tó hevur útróðurin í Norðoyggjum verið hampiligur seinastu árini.
Men í ár er afturgongdin eisini líka týðilig í Norðoyggjum, sum alla aðrastaðni.
? Og nú er útróðurin um alt landið við at vera líka vánaligur sum í 1993.
Chris Jan Michelsen sigur, at hetta er ein greið ábending um, at tað er nógv minni til av fiski, tí talan er um somu menn og somu bátar, sum liva av útróðuri burturav, so tað, sum ger at fiskiskapurin er blivin so vánaligur, er ikki tað, at royndin er broytt.
Men formaðurin í MÚ leggur afturat, at 1993 skal helst ikki brúkast til sammetingargrundarlag, tí tað var eitt stak vánaligt ár.
Ein til tveir sentnarar
Chris Jan Micelsen sigur, at teir, sum rógva út við snellu fáa ikki meiri enn ein til tveir sentnarar um dagin, onkur hendinga kemur upp á hálvan triðja sentnara.
Tað er ikki stórt frægari hjá teimum, sum rógva út við línu, tí teir fáa ikki meiri enn ein hálvan sentnara til 70 pund uppá stampin.
Vanliga verður tað hildið at verið brúkiligur fiskiskapur at fáa ein sentnara uppá stampin.
Men tað er lítið afturímóti 1996-1997, tá ið línubátarnir komu uppá tveir sentnarar upp á stampin.
Mistu gýtingarleiðirnar
Chris Jan Michelsen sigur, at tað er ilt at siga, hvat orsøkin er til tann vánaliga útróðurin.
Men tó harmast hann um, at snellubátarnir nú hava mist rættin til at fiska á gýtingarleiðunum.
? Hetta var einasti møguleiki hjá snellubátum at fáa stóran fisk.
Hinvegin kann tað allarmesta av hinum flotanum fiska stóran fisk alt árið.
Men tær leiðirnar vórðu friðaðar, og tá mistu snellubátarnir sína einastu, veruligu vertíð.
Hinvegin hava allir aðrir bátar sína vertíð.
Hetta er sjálvandi gjørt fyri at friða stovnarnar.
Men hann dugir ikki at síggja endamálið at friða tann stóra fiskin í gýtingartíðini og so at fiska fyrilitarleyst av honum allar aðrar tíðir av árinum.
Tí so hevði tað rætta verið at roynt at vart tann stóra gýtingarfiskin yvirhøvur.
Minkað upp í 46%
At tað er hald í tí, sum formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, vísa tey turru tølini yvir fiskiskapin.
Tí tey feskastu tølini vísa, at fiskiskapurin hjá útróðrarflotanum er stórliga minkaður seinsta árið.
Tølini vísa, at í fjør fiskaðu útróðrarbátunum yvir 15 tons 15.532 tons.
Men 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár hava teir ikki fiskað meiri enn 13.455 tons.
Tað er ein minking uppá 13% higartil í ár, afturímóti í fjør.
Bátarnir undir 15 tons fiskaðu 7.746 tons í fjør.
Higartil í ár hava teir fiskað 4.187 tons.
Tað er ein afturgongd uppá 46%.
Men tá skal eisini havast í huga, at fiskiskapurin í fjør var uppaftur nógv verri enn hann var í 1996 og 1997.
Tølini vísa eisini, at útrórðarmenn fáa nú væl minni av øllum fiskasløgum, nú, enn teir hava fingið.
Fiskiskapurin eftir toski er minkað ein triðing
Teir smærru útróðrarbátarnir fáa ikki meiri enn helvtina av teirri hýsuni í ár, afturímóti tí, teir fingu í fjør, hjá bátunum yvir 15 tons er fiskiskapðurin eftir hýsu minkaður 13%.
Fiskiskapurin eftir upsa er minkaður 68% hjá teimum smáu bátunum og 10% hjá teimum størru útrórðarbátunum.
? Ja, tað skerst ikki burtur, at árið í ár sær svart út. Og tíverri eru ongi tekin til, at tað verður frægari, sigur Chris jan Michelsen.
Hann sigur, at hóast tølini fyri í ár bara eru fyri 10 teir fyrstu mánaðirnar, er hann sannførdur um, at teir báðir seinastu mánaðirnir broyta onki,tí fiskiskapurin er líka vánaligur enn, og harafturat hevur tað viðrað sera illa.
Ongin sær lampuna
Formaðurin í Meginfelag Útrórðarmanna sigur, at gongdin átti at fingið tær reyðu lampurnar at lýst.
? Men møguliga sær ongin lampuna lýsa. Tí enn eru prísirnir so mikið góðir, at ongin leggur merki til, at fiskiskapurin er blivin so vánaligur.
?Avreiðingarprísirnir eru uppaftur frægari í ár, enn teir hava verið, og tað fjalir uttan iva útyvir afturgongdina í fiskiskapinum.
Tølini vísa, at í fjør avreiddu teir størru útróðrarbátarnir 171 milliónir.
Men hóast stóra afturgongd í fiskiskapinum, er avreiðingarvirðið higartil í ár vaksið upp í 174 milliónir, tað er ein vøkstur upp á 1%.
Teir minnu útróðrarbátarnir avreiddu fyri 75 milliónir í fjør.
Og hóast avreiðingarvirðið er minkað nogv í ár, er tað ikki minkað tey 49%, sum fiskiskapurin er minkaður. Avreiðingarvirðið 10 teir fyrstu mánaðirnar í ár er minkað 29%.