beinleiðis dystarfrásagnir. Hóast Jógvan Jespersen sigur seg vera bilsnan um, at FSF sjálvt tekur stig til at kappast við Kringvarp Føroya, óttast hann ikki at Kringvarpið missir rættindini at senda frá fótbólti [...] vantar bert yvirskrift, sigur kringvarpsstjórin, ið vísir á, at á seinasta fundi við ÍSF varð líkt til, at partarnir vórðu samdur. - Vit høvdu fund í apríl, og tá vórðu vit, eftir mínari áskoðan, samdir [...] tó ikki heilt samdur við kringvarpsstjóran. - Samráðingarnar eru ikki lidnar. Nøkur evni eru ikki komin upp á pláss enn. Tað er eingin loyna, at vit hava verið ósamdir um fjølmiðlaviðgerðina og kunngerðina
soleiðis er hendan uttan iva flogin til Føroya. Uttan at hava kannað hesa flogmúsina nærri, heldur hann, at talan er um eina trølla-flogmús og so kann hon verða komin so langa leið sum sunnarlaga úr Póllandi [...] deyður av tí sama. Hvalbingarnir fingu tí tey ráð at frysta flogmúsina og Jens Keld vil fegin hava hana til kanningar at vita. Eitt nú skal hann kanna hana fyri loppur og lýs, sum hann hevur stóran áhugað fyri
við konuni Heidi og soninum Noah nærhendis Napoli í Italia, har tey virka sum trúboðarar. Tey fluttu til Italia fyri hálvum øðrum ári síðan og búsettust í lítla býnum Pozzuoli, nærhendis Napoli, sum er 3-størsti [...] amerikonsk, og Jógvan Júst Rasmussen, úr Klaksvík, sum eru trúboðarar á Filipsoyggjunum. Síðan tey komu til Itaila, hava tey sett seg inn í málið og mentanina í landinum. Tey eru við skotska trúboðarafelagsskapinum [...] í landinum. Ætlanin er, at tey skulu virka sum trúboðarar í onkrum øðrum býi í Italia, tá tey eru komin meiri inn í málið og mentaninna. Italienarar eru opnir og lættir at koma á tal við. Ferðsluna skal
hvat fer at henda við føroyskum uttanríkispolitikki, nú danir fara at avgeva sín uttanríkispolitikk til Brúsell at umsita. Uttanríkismál er felags málsøki. Onkur hevur hildið uppá, at vit kunnu ikki yvirtaka [...] fullveldinum, meðan onnur hava sagt, at forðingin liggur í donsku grundlógini. Men nú tykist vend verða komin í. Einasti politiski flokkur í Føroyum, sum framvegis heldur uppá, at uttanríkismál skulu umsitast [...] eindarríki, og í triðja lagi fyri at hava so gott grundarlag at disku-tera og viðgera støðu Føroya í mun til Europeiska Samveldið Við hollari vitan ert tú før fyri at upplýsa um fakta og megnar at skapa virðing
Jógvansson stendur fyri føroysku týðingini av »Die Verwandlung« sum hon eitur á týskum, og nú er komin í bókhandlarnar kring alt landið. Hendan langa stuttsøgan er eitt tað kendasta modernistiska prosaverkið [...] útkomin í føroyskari týðing, sigur týðarin Agnar Jógvanson, sum er BA í bókmentum úr Onglandi. Vælegnað til skúlabrúks Forlagið v/ Kim Simonsen metir, at slíkar bøkur sum Umskapanin kunnu hækka støðið á føroyskum [...] stuttan inngang; eisini er ein útgangur eftir týðaran. Hetta ger bókina egnaða sum undirvísingartifar til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum, næmingar í miðnámsskúlunum og á lærdum skúlum, har bókin kann brúkast
javna, er ikki heilt frítt, at panikkur kemur í hjá okkum. Var tað so ein stórur lætti, tá Obi skoraði til 2-1? - Tað kanst tú ætla. Vit roknaðu nokk við, at vit skuldu koma víðari, men vit vildu fyri alt í [...] altso víðari í kappingini, slær Klæmint fast. Og so torir hann loksins at viðganga, at nú er tíðin komin at hugsa um Fenerbache, Anelka, Zico og aðrar góðar menn. - Sjálvandi roknaðu vit við, at hetta skuldi [...] dystin av vegnum, áðrenn vit fóru at tosa um nakað annað. - Nú kunnu vit so fara at fyrireika okkum til dystin í Turkalandi, og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at ganga. Har mugu vit so spæla uttan Mikkjal
hjá okkum sjávlum, sigur hann. Á evnisdegnum vóru fyrilestrar hildnir av fólki, sum hevur tilknýti til økisferðavinnu. Bæði frá økisferðavinnufeløgunum, kunningarstovunum, eins og eisini fólk frá Føroya [...] stóran mun verður brúkt at fáa fremmand ferðafólk hendanveg at vitja. Heri Niclasen sigur, at í mun til undanfarin ár, er ikki tað stóra gjørt av broyting í marknaðarføringini. ?Vit koyra upp á tað traditionella [...] , sum hevur verið og framhaldandi væntandi verður í bakkanum Heima á Sandi. Har eru, sum skilst, komin ting undan kavi, sum kunnu fara at vísa seg at órógva verandi søgukunnleika okkara eitt sindur. Og
kleppur fyri stjórnina hjá Bush, og nógv bendir á, at hersetingin meira enn nakað annað er orsøkin til, at undirtøkan millum veljararnar hjá forestanum er minkandi. Sum støðan er júst nú, hevði Bush ikki [...] tykist, sum USA er komið inn í eina sera trupla støðu, eina ónda ringrás, sum merkir, at uttan mun til, hvat hetta stórveldið ger, so endar tað galið í Irak. Støðan líkist alt meira støðuni undir Vietnamkrígnum [...] USA, gekk galið. Einasta gongda leið burtur úr tí kyksendi, sum USA og hini hersetingarlondini eru komin í, er, at ST veruliga tekur yvir leiklutin hjá USA í Irak, og at ST saman við politisku flokkunum
peningarstovns- og fíggjarøkið. Á fundi við danska búskaparmálaráðharran, Bendt Bendtsen, er nú avtala komin í lag um, at føroyska landsstýrið fær sama innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti, [...] helst tikið ynskið í álvara. Høvdu teir áhaldandi gingið móti føroyskum ynskjunum, kundi tað elvt til óneyðugar spenningar millum Føroyar og Danmark, og tað ynskir hvørgin partur, svarar Bárður Nielsen [...] ár skal arbeiðsbólkurin koma við sínum tilmælum, og ætlanin er, at Føroya Løgting skal taka støðu til eitt lógaruppskot um innlit í peningastovns- og fíggjarøkið í komandi tingsetu.
ti hoyra vit, at Jesus steðgar, tá ið hann sær hann og hansara neyð. Við at bjóða sær sjálvum inn til Sakeus at gista vísir Jesus honum, at hann fagnar eisini honum, hvussu hann annars er vorðin, og at [...] hansara syndiga levnað at smitta av upp á ein sjálvan, halda tey. Men at Jesus soleiðis kemur inn til yvirtollaran, tað vendir upp og niður á tilveru hansara. Framman fyri Harranum - og hvør veit: kanska [...] náði, og lív hansara verður nýtt. Frelsa hevur verið húsi hansara fyri, tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og bjarga tí. Er stórt og fult mítt syndamál, tó størri er Guðs náði; um leið