Agnar Jógvansson stendur fyri føroysku týðingini av »Die Verwandlung« sum hon eitur á týskum, og nú er komin í bókhandlarnar kring alt landið.
Hendan langa stuttsøgan er eitt tað kendasta modernistiska prosaverkið í 20. øld – hon er ein mynd av fremmandagerðingini, sum modernisman hevði við sær, og er eitt av kendastu verkunum innan heimsbókmentir úr 20. øld.
Listamaðurin Jóannes Lamhauge hevur prýtt permuna og sniðgivið bókina, sum er prentað í offsetprenti í Keypmannahavn.
Leingi ávegis
Bókin hevur verið ávegis leingi, og bæði málkøn í týskum og í føroyskum hava gjøgnumgingið bókina.
– Tað hevur verið sera hart arbeiði við hesari týðingini, harðari og drúgvari enn vanligt, men harafturímóti er manningin eyka vælnøgd við úrslitið. Eg veit ikki, hví hesin klassikarin, sum einki mál kann vera fyriuttan, ikki langt í verðini síðan er útkomin í føroyskari týðing, sigur týðarin Agnar Jógvanson, sum er BA í bókmentum úr Onglandi.
Vælegnað til skúlabrúks
Forlagið v/ Kim Simonsen metir, at slíkar bøkur sum Umskapanin kunnu hækka støðið á føroyskum bókmentum, og eisini gera tað møguligt at fylgja við í bókmentaligum heimsrákum innan bókmentir á føroyskum máli.
Forlagið upplýsir, at bókin eisini inniheldur ein stuttan inngang; eisini er ein útgangur eftir týðaran. Hetta ger bókina egnaða sum undirvísingartifar til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum, næmingar í miðnámsskúlunum og á lærdum skúlum, har bókin kann brúkast í mál og bókmentagreinum.
Agnar Jógvansson er BA í evropeiskum heimspeki og bókmentum úr ARU í Onglandi, og virkin týðari og høvundur. Hansara fiktivu ferðafrásagnir eru vælumtóktar millum føroyingar, av tí at tær eru bersøgnar og ráar - tó dyrkar hann eisini tað surrealistiska stuttsøgutekstaslagið, eins væl og aforismurnar. Umskapanin er hansara onnur útgáva. Agnar arbeiðir við at týða fleiri norðurlendskar skaldsøgur.










