Valstríðið flytur mørk og kritar vøllin upp

Annita á Fríðriksmørk
valevni Tjóðveldisfloksins
?????
Í valstríðnum hevur nógv verið kjakað um komandi ESgrundlógina, og hvat fer at henda við føroyskum uttanríkispolitikki, nú danir fara at avgeva sín uttanríkispolitikk til Brúsell at umsita. Uttanríkismál er felags málsøki. Onkur hevur hildið uppá, at vit kunnu ikki yvirtaka hetta, tí talan er um málsøki, sum er knýtt at fullveldinum, meðan onnur hava sagt, at forðingin liggur í donsku grundlógini.
Men nú tykist vend verða komin í.
Einasti politiski flokkur í Føroyum, sum framvegis heldur uppá, at uttanríkismál skulu umsitast uttan fyri Føroyar, er Sambandsflokkurin. Hjá teim-um er tað líka mikið um ræðisrætturin og umsitingin av hesum málsøki er niðri á Christiansborg ella niðri í Brúsell, - bara hetta ikki fer fram í Føroyum, so er í lagi! Hesin hugburður er so niðursetandi, at ongin annar enn Sambandsflokkurin vil kennast við hann, - longur. Tíbetur! Og tað hava hinir flokkarnir eisini innsæð nú. Tí tykist tað, sum at rættiliga stórur partur av valevnunum í hesum valstríði eru samd um, at uttanríkismál mugu yvirtakast. Í so máta hevur valstríðið flutt mørk og kritað vøllin upp.
Verður Tjóðveldisflokkurin afturvaldur á Danating, fer hann at kanna við serkønari hjálp og upplýsa, um avleiðingarnar fyri Føroyar, nú alt bendir á, at nýggja ES-grundlógini eisini fer at fáa gildi fyri Danmark. Hetta ger Tjóðveldisflokkurin:
í fyrstu atløgu fyri at vissa okkum um, at ongi stig verða tikin, sum kunnu binda okkum fastari
í aðru atløgu fyri at prógva, hvussu fløkjaslig og tilvildarlig støða Føroya er í einum eindarríki, og
í triðja lagi fyri at hava so gott grundarlag at disku-tera og viðgera støðu Føroya í mun til Europeiska Samveldið

Við hollari vitan ert tú før fyri at upplýsa um fakta og megnar at skapa virðing fyri tínum politisku holdningum og tjóðskaparligu kenslum.