Panikkur í eina løtu

Liðskiparin hjá B36 var sjálvsagt errin, tá hann og hansara menn mikukvøldið høvdu skrivað enn ein part av føroyskari fótbóltssøgu.
Sjálvur plagar Klæmint Matras ikki at teljast millum ídnastu málskjúttarnar, men hesa ferð var tað hann, sum legði B36 á odda eftir ein fyrra hálvleik, har B36 stýrdi tí allarmesta. Ein støða, sum tó als ikki var galdandi eftir steðgin, tá spenningurin helst var størri, enn fleiri í B36-leguni brýggjaðu seg um.
- Kanska gjørdust vit ov vísir í, at vit komu víðari. Í øllum førum spæla vit sum eitt heilt annað lið, tá vit koma út aftur á vøllin. Tað gevur teimum møguleika at koma aftur í dystin, og eftir at teir javna, er ikki heilt frítt, at panikkur kemur í hjá okkum.
Var tað so ein stórur lætti, tá Obi skoraði til 2-1?
- Tað kanst tú ætla. Vit roknaðu nokk við, at vit skuldu koma víðari, men vit vildu fyri alt í verðini ikki tapa dystin. Tað var kanska eitt lítið vónbrot, at vit ikki megna at vinna, tá vit tvær ferðir eru á odda, men vit taptu ikki  og vit eru altso víðari í kappingini, slær Klæmint fast.
Og so torir hann loksins at viðganga, at nú er tíðin komin at hugsa um Fenerbache, Anelka, Zico og aðrar góðar menn.
- Sjálvandi roknaðu vit við, at hetta skuldi ganga. Men vit vildu altso hava hendan dystin av vegnum, áðrenn vit fóru at tosa um nakað annað.
- Nú kunnu vit so fara at fyrireika okkum til dystin í Turkalandi, og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at ganga. Har mugu vit so spæla uttan Mikkjal, sum er leikbannaður, men vit fara so á vøllin at gera okkara besta. Og undan dystinum er alt í prinsippinum jú opið, heldur B36-liðskiparin.