Hvalbiarbørn fingu sjáldsaman fong

Tá ið børnini í dagrøktini í Hvalba fóru út at spæla nú ein morgunin, funnu tey nakað so sjáldsamt sum eina flogmús í túninum

Nattúrufyribrigdi

Av og á kemur tað fyri, at sjáldsom dýr, ið ikki hoyra heima um okkara leiðir, kortini villast hendavegin.
Tað fingu børnini í dagrøktini í Hvalba at sanna nú ein dagin.
Tá ið tey fóru út at spæla um morgunin, fekk dagrøktarmamman eyga á okkurt undarligt í túninum.
Tey tordu ikki ordiliga at nærkast hesum, men tá ið tey so spakuliga prikaði undir tað við einum pinni, spenti tað veingirnar út og tá sóu tey, at talan var um eina flogmús.
Ikki var hon stór, kroppurin lítið frægari enn ein eskja við svávulpinnum, men livandi var hon hóast alt, tó at hon tóktist nakað ússalig.
Tey fingu hana so í eina krukku.
Jens Keld Jensen í Nólsoy, sum er dýrakønur sum fáur, sigur tað er ikki ofta at flogmýs verða funnar í Føroyum, men kortini veit hann um útvið 30 skrásettar tilburðir.
Men hann sigur, at slíka flogmýs eru ikki heilt vandaleysar, tí tær kunnu verða smittaðar við hundaøði og bíta tær, kunnu tær smitta fólk. Hann veit um ein dinnlending, sum er deyður av tí sama.
Hvalbingarnir fingu tí tey ráð at frysta flogmúsina og Jens Keld vil fegin hava hana til kanningar at vita. Eitt nú skal hann kanna hana fyri loppur og lýs, sum hann hevur stóran áhugað fyri.
Jens Keld Thomsen sigur, at summar flogmýs eru flytimýs, akkurát sum vit hava flytifuglar, men viðhvørt villast tær av leið og soleiðis er hendan uttan iva flogin til Føroya.
Uttan at hava kannað hesa flogmúsina nærri, heldur hann, at talan er um eina trølla-flogmús og so kann hon verða komin so langa leið sum sunnarlaga úr Póllandi ella úr Ungarn.
Men tær liva av flogkyktum og teimum er ikki nógv av í Føroyum hesa ársins tíð, so líkindini fyri at fáa hana at liva eru at kalla ongi.