Regin býr í dag saman við konuni Heidi og soninum Noah nærhendis Napoli í Italia, har tey virka sum trúboðarar.
Tey fluttu til Italia fyri hálvum øðrum ári síðan og búsettust í lítla býnum Pozzuoli, nærhendis Napoli, sum er 3-størsti býur í Italia.
Regin er 31 ára gamal og útbúgvin grafikari. Hann lærdi hjá REPROZ í Havn.
Hann er sonur Ragnfríð og Gunnar Guttesen í Havn, og Heidi er dóttir Cathy, sum er amerikonsk, og Jógvan Júst Rasmussen, úr Klaksvík, sum eru trúboðarar á Filipsoyggjunum.
Síðan tey komu til Itaila, hava tey sett seg inn í málið og mentanina í landinum.
Tey eru við skotska trúboðarafelagsskapinum GLO (Gospel Literature Outreach).
Regin sigur, at endamálið hjá teimum er at stovna samkomur av evangeliskt trúgvandi italienarum.
Í Italia búgva 58 mill. fólk, har av 1 prostent av íbúgvunum eru evangeliskt trúgvandi, og hini eru fyri tað mesta katolikkar. Í Italia eru meira enn 30.000 kommunur ið onga evangeliska samkomu hava.
Familjan trívist væl í Italia. Tað tekur tíð at koma at kenna málið, fólkið og mentanina, men hetta er neyðugt, um tey skulu arbeiða í landinum. Ætlanin er, at tey skulu virka sum trúboðarar í onkrum øðrum býi í Italia, tá tey eru komin meiri inn í málið og mentaninna. Italienarar eru opnir og lættir at koma á tal við.
Ferðsluna skal man sanniliga venja seg við, tað virkar sum eitt stórt kaos, men tað venist man eisini við, sigur Regin.
Meðan tey eru í Føroyum, ferðast tey kring landið, vitja samkomur og greiða frá virki teirra í Italia.
Myndatekstur:
Regin og Heidi Guttesen og sonurin Noah búgva í dag nærhendi Napoli í Italia, har tey virka sum trúboðarar
Mynd: Tórvør Vang










