Kringvarpsstjórin visti av ongum

- Samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála um rættindi at senda frá ítrótti eru komnar væl áleiðis, og nú vantar bert ein undirskrift, sigur Jógvan Jespersen, ið viðgongur, at tíðindini um, at FSF fer at senda á Rás 1, kemur óvart á seg. ÍSF-forsetin er tó ikki heilt samdur um sáttmálasamráðingarnar

Tíðindini um, at FSF ætlar at taka kappingina upp við Kringvarp Føroya um útvarping av fótbólti, koma óvart á kringvarpsstjóran.

- Satt at siga, er hetta nýtt fyri meg, men kapping er altíð góð, sigur Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, ið leggur afturat, at hann ikki rættiliga dugir at síggja, hvussu FSF skal fáa tað fíggjarliga at hanga saman.

Hann vísir á, at tað er dýrt at framleiða sjónvarp, serliga tær beinleiðis dystarfrásagnir.

Hóast Jógvan Jespersen sigur seg vera bilsnan um, at FSF sjálvt tekur stig til at kappast við Kringvarp Føroya, óttast hann ikki at Kringvarpið missir rættindini at senda frá fótbólti.

- Sáttmálin gekk út fyrsta januar, men ein nýggjur sáttmáli er gjørdur, og nú vantar bert yvirskrift, sigur kringvarpsstjórin, ið vísir á, at á seinasta fundi við ÍSF varð líkt til, at partarnir vórðu samdur.

- Vit høvdu fund í apríl, og tá vórðu vit, eftir mínari áskoðan, samdir um treytirnar, sigur Jógvan Jespersen.


ÍSF-forsetin ósamdur

Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, sum er mótparturin í sáttmálasamráðingunum, er tó ikki heilt samdur við kringvarpsstjóran.

- Samráðingarnar eru ikki lidnar. Nøkur evni eru ikki komin upp á pláss enn. Tað er eingin loyna, at vit hava verið ósamdir um fjølmiðlaviðgerðina og kunngerðina av stuðlum, so sum rumblið um heitið á bestu mansdeildina í fótbólti. Har eru vit enn ikki komnir á mál, men eg eri bjartskygdur, sigur Heðin Mortensen, ið leggur afturat, at ÍSF ikki blandar seg upp í, hvat undirsambandið FSF ger í hesum sambandi.

Hann leggur tó dent á, samstarvið millum ÍSF og Kringvarp Føroya er sera gott, og at hann ynskir at halda fram.

Men viðvíkjandi skapin av sáttmálanum millum ÍSF og Kringvarpið dugir hann ikki at spáa um.