Hersetingin av Irak er vorðin ein kleppur fyri stjórnina hjá Bush, og nógv bendir á, at hersetingin meira enn nakað annað er orsøkin til, at undirtøkan millum veljararnar hjá forestanum er minkandi. Sum støðan er júst nú, hevði Bush ikki verið afturvaldur. Tað er lítið at ivast í, at alt hetta hongur saman. Tað er í sjálvum sær rætt og skilagott, at hersetingarstøðan endar og at politiska valdið formliga verður latið irakska fólkinum. Spurningurin er bert um henda skipan heldur í longdini. Irak hevur als onga demokratiska siðvenju, nógvir átrúnaðarligir og politiskir bólkar stríðast sínamillum og móti USA og hinum hersetingarlondunum. Nýggja stjórnin, sum tók við tann 28. juni kann bert vera sitandi við hernaðarligum stuðli úr USA. Spurningurin er so, hvussuleiðis ein stjórn, sum situr undir slíkum fortreytum kann varðveita valdið. Henda stjórn hevur t.d. ongan her, hon hevur bert eina vánaliga og illa skipaða løgreglu, og undirtøkan í fólkinum er so sum so. Hartil kemur, at USA framvegis verður tann veruligi valdsharrin í landinum, og hetta fer gerast ein trupulleiki hjá iraksku stjórnini.
Tann stóri spurningurin er, hvat hendir, um Bush tapir forsetavalið og Kerry gerst forseti. Kerry hevur lovað at taka amerikanska herin úr Irak. Hvussu fer hetta at ávirka demokratisku tilgongdina í Irak? Tað tykist, sum USA er komið inn í eina sera trupla støðu, eina ónda ringrás, sum merkir, at uttan mun til, hvat hetta stórveldið ger, so endar tað galið í Irak. Støðan líkist alt meira støðuni undir Vietnamkrígnum, har alt, sum kundi ganga galið fyri USA, gekk galið. Einasta gongda leið burtur úr tí kyksendi, sum USA og hini hersetingarlondini eru komin í, er, at ST veruliga tekur yvir leiklutin hjá USA í Irak, og at ST saman við politisku flokkunum og bólkunum í Irak skipar fyri demokratisku tilgongdini. Men tíveri eru útlitini fyri eini slíkari loysn ikki góð í løtuni.
Sosialurin