Talan var um ein mann, sum var farin inn á eina matstovu at leggja seg at sova, og sum var sera óður, tá hann varð koyrdur út. Hann varð tí tikin við á politistøðina, har hann slapp at sova eina løtu, áðrenn hann varð latin leysur aftur við eini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Um middagsleitið var eitt lítið ferðsluóhapp á Hoyvíksvegnum við Óðinshædd, har ein bilførari koyrdi út fyri treytaleysa víkiskyldu. Skaði var ikki stórur, hvørki á bilar ella persónar, men bilførarin verður skuldsetur fyri at koyra út fyri treytaleysa víkiskyldu.










