Kortið vísir vandaøkið í Hormussundinum. har Iran sigur seg hava lagt út sjóminur undir krígnum. Her skulu skip halda seg burtur, sigur iranska kollveltingarhirðin

Her liggja sjóminur

- Uppáhaldini hjá iransku miðlunum um sjóminur kunnu hava sum endamál at trýsta USA fyri samráðingarnar, sum ætlandi verða í Islamabad leygardagin

 

Kortið vísir vandaøkið í Hormussundinum. har Iran sigur seg hava lagt út sjóminur undir krígnum. Her skulu skip halda seg burtur, sigur iranska kollveltingarhirðin

Iran sigur seg hava lagt út sjóminur í stórum pørtum av strategiskt týdningarmikla Hormussundinum undir krígnum móti USA og Ísrael.

 

Hálvalmennar tíðindastovur í Iran hava almannakunngjørt eitt kort, sum vísir, hvar iranska kollveltingarhirðin sigur seg hava lagt út sjóminur.

 

Hetta veit AP News at siga í dag.

Tað eru iransku tíðindastovurnar, ISNA og Tasnim, sum hava tætt samband við iransku kollveltingarhirðuna, sum eru keldur til hesi tíðindi.

 

Kortið vísir eitt stórt øki, ið er merkt sum "vandaøki". 

 

Sagt verður, at hetta júst er leiðin, sum tangaskip plagdu at sigla gjøgnum Hormussunsið, veit AP News at siga í morgun.

 

- Hetta er leiðin, sum á enskum verður rópt "traffic separation scheme" - og er eitt slag av sjómotorvegi, sum skal byrgja uppfyri samanstoyti millum skip.

 

Kortið leggur upp til, at skip nú mugu sigla nærri iranska meginlandinum við Larak-oynna.

 

AP News heldur, at uppáhaldini hjá iransku miðlunum um sjóminur kunnu hava sum endamál at trýsta USA eftir kriggið millum londini og ússaligu vápnahvíldina.

 

Hildið verður, at hetta eisini kann vera eitt kort á hondunum hjá Iran, tá samáðingar eftir ætlan verða í Islamabad í Pakistan leygardagin.

 

 

 

 

 

Kortið vísir vandaøkið í Hormussundinum. har Iran sigur seg hava lagt út sjóminur undir krígnum. Her skulu skip halda seg burtur, sigur iranska kollveltingarhirðin