-Ivin er nú endaliga burtur. Kemur ein føroyskur peningastovnur í kreppu, fáa vit nú boðini at vita alt fyri eitt. Vit sleppa nú frá at hugsa um vit hava fingið allar upplýsingar frá dønum, tá ein avgerð skal takast, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur Bárður Nielsen.
Føroyskir myndugleikar hava í fleiri ár ilskast á danir um, at danskir politikkarar hava tvíhildið um, at teir ikki vilja veita føroyingum innlit í føroyska peningarstovns- og fíggjarøkið.
Á fundi við danska búskaparmálaráðharran, Bendt Bendtsen, er nú avtala komin í lag um, at føroyska landsstýrið fær sama innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti, sum danska Fíggjareftirlitið í dag hevur tað. Innlitið í føroyska peningastovs- og fíggjarøkið skal staðfestast við lóg.
Ongan spenning
Síðan kreppuárini hava føroyskir politikkarar javnan gjørt vart við vantandi innlitið í føroysku peningarstovnarnir. Í kjalarvørrinum av bankakreppunum fyrst í nítiárunum, og avtaluni millum føroyingar og danir í 1998, tá tað varð staðfest, at føroyingar fingu evstu ábyrgd á búskaparpolitikkinum, hevur eitt áhaldandi ynskið verið frá føroyskari síðu um størri innlit
Hví hava danir loksins valt at geva okkum innlit?
Teir hava helst ásannað, at tað varð trupult at avvísa føroyska ynskið um innlit. Føroyingar hava leingi havt eitt ynski um at fáa innlit, og teir hava helst tikið ynskið í álvara. Høvdu teir áhaldandi gingið móti føroyskum ynskjunum, kundi tað elvt til óneyðugar spenningar millum Føroyar og Danmark, og tað ynskir hvørgin partur, svarar Bárður Nielsen.
Arbeiðsbólkur
Í næstum fer ein arbeiðsbólkur við bæði føroyskum og donskum embætisfólki at greina, hvussu landsstýrið kann endaliga fáa innlit í peningatovns- oig fíggjarviðurskiftini.
Seinni í ár skal arbeiðsbólkurin koma við sínum tilmælum, og ætlanin er, at Føroya Løgting skal taka støðu til eitt lógaruppskot um innlit í peningastovns- og fíggjarøkið í komandi tingsetu.









