Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, sum ikki vildu, at Torbjørn skuldi koyrast. Finnur Helmsdal hevur als ongar viðmerkingar og tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Páll á Reynatúgvu. Men úrslitið [...] sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins Og tað gekk, sum formaðurin vildi, tí mánakvøldið varð Tórbjørn Jacobsen koyrdur úr tjóðveldisflokkinum á tingi. Sjálvur sigur tjóðveldisflokkurin, at Torbjørn [...] at halda fast um semjuna, um semjuna um, at tinglimur, ið leypir á annan tinglim í flokkinum, hevur sett seg uttanfyri tjóðveldisflokkin á tingi. Sostatt metir tingmanningin, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið
fekk B36 tó fatur á rætta endanum, og tá stóri møguleikin kom, tóku teir alt fyri eitt av. Innkast úr vinstru varð tveitt til Fróða Benjaminsen, sum fekk snarað seg leysan mest sum á sjálvandi baklinjuni [...] bæði Vlada og Fróði tóktust vena seg á vøllinum, meðan áskoðararnir gittu óført, hvør mundi fáa hvørja revsing. Endin var, at dómarin gav Fróða gult kort, tá hesin kom á føtur, og so stóð hann klárur við [...] við ostaskorpuni, tá Skála-málverjin at enda kom á føtur. Ivaleyst sum úrslit av hevnisøku. Skála tók yvir Um dómarin hevði loyvt einum skálamanni eyka á vøllin eftir steðgin, hevði neyvan gjørt tann stóra
steðgin. Sendingarnar vóru ikki altíð so neyvar, og í stríðnum um týdningarmiklu næstu bóltarnar gekk tað javnt á. Í sovornum uppgerðum er tað fram úr týdningarmikið at eiga einstaklingin, sum sjálvur er førur [...] og hóast liðið ikki spælir sum niðurflytara evni, so sigur tað seg sjálvt, at støðan á stigatalvuni leggur trýst á og kennist tyngjandi. Sunnudagin verður avbjóðingin hjá skálamonnum aftur so stór, sum [...] fótbóltsliðið hjá teimum leygarkvøldið megnaði at vinna 2-0 móti Skála. Hetta er sætti heimasigurin á rað, og góða gongdin ber við sær, at NSÍ rættiliga er farið at blanda seg í stríðið um ovastu plássini
Dagarnir í Hattarvík og á Kirkju góvu eitt serstakt samanhald í flokkinum. Vit vóru 12-13 ára gomul, og tú hevði títt stríð við at fáa onkran lærara at koma við tær. Men tað gekk, og um kvøldið kókaði tú [...] listiliga kom upp á loftið og ætlaði at skelda. Onkuntíð kundi tú gerast ræðuliga illur og skelda nógv - men tá hevur orsøkin eisini verið góð. Tað var ikki altíð lætt at hava tamarhald á okkum, og í dag [...] setti punktum á okkara tíð í fólkaskúlanum við eini rimmar danmarksferð. Eingin lærari vildi koma við okkum, men tað helt ikki tær aftur og vit fóru avstað við bara einum lærara. Tú hevði álit á okkum tannáringum
nakað umskipaðum liði sendi hann sínar spælarar á vøllin. Mortan úr Hørg var fluttur av bakkinum inn í miðverjuna. Dan Djurhuus varð tikin aftur á miðvøllin, og á einsamalla álopssessinum varð Nenad Zivanovic [...] Og so hevur tað verið tann so vælkendi luturin á einum botnliði, tá persónlig mistøk ferð eftir ferð hava kostað mál í hinum endanum. Tí hevði VB knvín á barkanum undan uppgerðini móti ÍF. Ein uppgerð [...] høvdu vágbingar bara skotið seks mál. Tað var kanska mest sjónligi trupulleikin hjá liðnum, sum nú á stóra føðingardagsárinum hevur havt tað óvanliga trupult í bestu deildini. Til tíðir hevur spælið verið
kappingarár. Tríggir á toppinum ÍF hevði til dystin broytt nakað upp á taktiska uppleggið. Heldur enn vanligu 4-4-2 uppstillingina, hevði Petur Simonsen hesaferð valt at hava tríggjar mans á toppinum, har Bartal [...] tað tók heldur ikki so øgiliga langa tíð, áðrenn tað gekk galið hjá KÍ. Bartal fekk fatur á einum innleggi, og tó at hann ikki fekk skot á sjálvur, so fekk hann lagt út til ein blankan Eyðólv Petersen, sum [...] serliga væl eydnað come-back á høgra bakki alstórar trupulleikar. Ferð eftir ferð skúmaði Sylla ígjøgnum í síðuni, og tað tóktist einamest vera ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á málskjótingina. Og tað
Løgmanssteypið Í dupult umfarinum á páskum gekk tað umleið soleiðis, sum tað kundi roknast við. Við fullari úrtøku á heimavølli ímóti NSÍ og í Sandavági hevur B36 undan síðsta umfarinum tryggjað sær fremsta [...] beinleiðis frísparki setti hann hol á, og hann átti lut í uppspælinum til 2?0 málið, sum Ronnie Samuelsen stútaði. Ronnie økti til 3?0 eftir langt innkast frá Allani Mørkøre. KÍ á rættari kós Í góðveðrinum Skírisdag [...] fremsta plássið í bólkinum. Harvið eiga teir heimavøll í fjórðingsfinaluni. KÍ vann stórsigur á heimavølli ímóti FS Vágum. Og í Runavík tóktist tað leingi sum um, at teir skuldu fáa fult og harvið framvegis
fimm árini bara havt eitt bein. Eyðbjørg fílist stórliga á vánligu umstøðurnar rørslutarnað hava í býnum. ? Seinastu dagarnar havi eg ætlað mær inn á Almannastovuna eitt ørindi, men uttanfyri er onki par [...] so tað er ikki so lætt, fortelur Eyðbjørg. Hon vísir eisini á, at hon hevur ferðast nógv aftur og fram til Klaksvíkar við Dúgvuni. Umborð á Dúgvuni er ongin lyft og tað er tað heldur ikki í flestu skipunum [...] sleppur ikki at sita í bilinum, og ongin lyft er, og tað merkir so, at tú noyðist at fara upp á. Um eg skal upp á, so má eg ganga eitt trin í senn, og tað tekur langa tíð. Tá eg so einaferð komi upp, so er
fram, meðan miðvallararnir ? á báðum liðunum vóru fleiri miðvallarar, sum hava góðan bóltførleika ? stóðu og hugdu at. Uppløgdu málmøguleikarnir kundu meiri enn so teljast á aðrari hondini. B68 hevði ongan [...] ferðamaður ? hevði ongan møguleika, sum setti B68 málverjarnar á serligar royndir. Kortini var nervin í alla tíðina. Eftir at KÍ var komið á odda, og B68 varð undirmannað, satsaðu toftamenn. Fróði Benjaminsen [...] bríkslaði fyri brotssparki, og hesa ferð var tað Ove Nysted, sum hevði ábyrgdina úr ellivu metrum. Tað gekk ein løta, áðrenn KÍ miðverjin slapp at avgreiða úr ellivu metrum. B68 málverjin var ikki blíður, tá
sum varð sett á stovn fyri 25 árum síðani undir navninum Mjólkarvirkið Búnaðarmanna, men navnið varð skjótt broytt til Meginfelag Búnaðarmanna, stytt MBM. Eirikur Thorvaldsson, stjóri á MBM, sigur, at [...] tað tá MBM fór undir fóðurdeildina. Mjólkarvirkið Sosialurin var fyrrapartin hósdagin ein túr uppi á meiarínum ? Mjólkarvirkinum. Alt virksemið lá henda morgunin stilt, av tí at vaskað varð til stóru móttøkuna [...] Hentze. ? Vit hava lagt stilt í dag til gestirnir koma til móttøku í morgin, so her er høvuðsreingerðing á skránni, sigur Øyvind Hentze, meðan hann stendur við eini slangu og sproytar skúm við lúti, klori og