»K« sum kreppa

Fuglfirðingar vunnu ein forloysandi sigur á KÍ. Men fyrst og fremst, so undirstrikaði stevnudysturin á varmakeldu, at klaksvíkingar eru í djúpari kreppu

Fótbóltur

Talan var um botnuppgerð á varmakeldu. KÍ, sum var uttan stig í fýra dystir, skuldi royna seg móti ÍF, sum ikki hevði vunnið landskappingardyst í átta umfør.
Tí var einki at siga til, at báðir partar sóu hetta sum ein møguleika at endurreisa sjálvsálitið.
Tað gjørdist ÍF, sum fekk gleðina av hesum, men hóast hetta sjálvsagt er alt rós vert til fuglfirðingarnar, so var tað ikki hetta, sum stóð klárast í minninum eftir dystin. Heldur mundi tað vera myndin av einum KÍ liði, sum ikki bara tykist vera í kreppu. Men sum við fleiri avrikum av hasum slagnum kann vera heilt víst í at ogna sær atgongumerki til aðru deild næsta kappingarár.

Tríggir á toppinum
ÍF hevði til dystin broytt nakað upp á taktiska uppleggið. Heldur enn vanligu 4-4-2 uppstillingina, hevði Petur Simonsen hesaferð valt at hava tríggjar mans á toppinum, har Bartal so var maðurin, ið skuldi taka ímóti - vónandi - nógvu innleggunum.
Og taktikkurin riggaði til fulnar. Ikki minst hevði Harley Bertholdsen, sum fekk eitt ikki serliga væl eydnað come-back á høgra bakki alstórar trupulleikar. Ferð eftir ferð skúmaði Sylla ígjøgnum í síðuni, og tað tóktist einamest vera ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á málskjótingina.
Og tað tók heldur ikki so øgiliga langa tíð, áðrenn tað gekk galið hjá KÍ. Bartal fekk fatur á einum innleggi, og tó at hann ikki fekk skot á sjálvur, so fekk hann lagt út til ein blankan Eyðólv Petersen, sum sera vakrt hálvfluktaði av brotsteigarmarkinum.
Og so fór tað, sum var eftir av luft, úr KÍ. ÍF hótti við hópatals álopum, og teir fingu eisini løn fyri stríðið, tá Bartal Eliasen stútaði frísparksinnlegg frá Eyðólvi í langa hornið, og so var at kalla leyst og liðugt.

Kostnaðarleys útvísing
Eftir steðgin tóktist spenningurin eitt skifti at skula koma í, tá dramatikkurin av álvara kom í hæddina. Tað var ikki óvæntað, at nógvir og harðir nærdystir skuldu vera í slíkari botnuppgerð, og fáar minuttir inn í seinna hálvleik fór av álvara at kóka.
Pól Ennigarð hevði longu verið partur av onkrari tvístøðu, áðrenn hann langaði álbogan móti Kristoffuri Jacobsen. Dómarin sá ikki tilburðin, men tað gjørdi linjuverjin, og so var bara ein vegur hjá Pól at fara.
Tað kundi kanska givið gestunum eina vón, men Bartal og ÍF fingu teir tó skjótt niður á jørðina. Spælið var ikki meira enn uppafturtikið, tá ÍF fekk horna, og so kundi Bartal fullkomuliga ótarnaður stúta til 3-0.
KÍ hevði tó enn góða løtu at bjarga stigunum, men har gjørdist einki. Teir fingu kanska trýst seg nakað niðan, men í avgerandi løtunum vóru teir ikki avgjørdir, og so gjørdist talan ongantíð um teir stóru møguleikarnar. Heldur var tað ÍF, sum var nærri við at økja enn meira um leiðsluna, og tó at hetta ikki eydnaðist, so oyðilegði tað ikki stevnuhýrin hjá fuglfirðingunum.
Bert spell, at nakrir teirra skuldu vera somikið lítið at sær komnir, at teir stútt og støðugt róptu ókvæmisorð eftir dómara og klaksvíkingum, umframt at ølfløskur eisini vórðu tveittar oman eftir bakkanum.
Men hetta skulu spælararnir so ikki lastast fyri. Flennandi kundu teir líta at, meðan komandi brúðgommurin, Símun Eliasen, tók ímóti steypinum.
Hjá KÍ var hinvegin ikki so nógv at flenna at. Eitt er, at skaðalistin er langur, og at liðnum tí tørvar fleiri av vanligu stuðlunum. Men tað kann ikki krógva, at hugburðurin fyri tað nógva var langt undir tí, sum krevst fyri at spæla í formula-deildini. Og tann parturin skal broytast fullkomuliga, um nakað tos um bjarging skal gerast aktuelt. Og við komandi dystum móti B36 og HB, so skal hendan hugburðsbroytingin eisini koma heilt skjótt, kann heilsast og sigast!