Antin fór Tórbjørn ella pakkaði Høgni saman

Hevði Tórbjørn Jacobsen ikki farið úr tjóðveldisflokkinum á tingi, hevði Høgni Hoydal fari frá sum formaður, tí hesum kundi hann ikki liva við

Floksósemja

? Hesum kundi eg ikki liva við. Fór Tórbjørn Jacobsen ikki, hevði tað sostatt fingið aðrar avleiðingar.
Tað sigur Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins
Og tað gekk, sum formaðurin vildi, tí mánakvøldið varð Tórbjørn Jacobsen koyrdur úr tjóðveldisflokkinum á tingi.
Sjálvur sigur tjóðveldisflokkurin, at Torbjørn Jacobsen hevur sett seg uttanfyri tingmanningina.
Men úrslitið er tað sama, tí Tórbjørn Jcaobsen er undir øllum umstøðum liðugur í tjóðveldisflokkinum.
Í hvussu so er til løgtingsval verður aftur.
Tey,sum hava fylgt við gongdini, vita, at upprunin til hesa víðgongdu avgerð, er, at Tórbjørn Jacobsen skrivaði tvey lesarabrøv í Sosialinum, har hann legði hart eftir floksformanninum. Hann kallaði hann ein lítlan messias og hann segði, at var Høgni Hoydal rætt endurgivin í eini grein um skrásett parlag, var hann heimsmeistari í manipulatión.
Hesum kundi Høgni Hoydal ikki liva við. Tað endaði hóskvøldið við eini semju í flokkinum, at Tórbjørn Jacobsen harmaðist skrivingina og viðgekk, at hon var farin av kós.
Í semjuni stendur eisini, at ta tingfólk ið fremur persónsálop á annað tingfólk í fjølmiðlunum, hevur sett seg uttanfyri tingbólkin.
Hetta tulkaði Útvarpið sum at hann hevði biðið um umbering og hevði tikið alt í seg aftur.
Og ta fekk Tórbjørn Jacobsen til at geva ilt av sær í Rás 2 og í Dimmmalætting og halda fast um, at hann hevði hvørki biðið um umbering ella hevði tikið nakað aftur.
Í Dimmu er hann eisini endurgivin fyri at draga dómin ímillum Team 85 og tjóðveldislfokkin upp í málið og nevnt hetta sumeitt feskt dømi um, hvussu manipulerandi Høgni Hoydal er.
Aftaná bað hann kortini alment um treytaleysa umbering fyri tað, Dimma endurgevur hann fyri at siga um Team-85 dómin, tí tað var ikki ætlað at fara í blaðið.
Men hendan umberingin hevur ikki fingið tingmanningina hjá tjóðveldisflokkinum at blotna.
À fundi mánadagin samtykti ein meiriluti av tingmanningini at halda fast um semjuna, um semjuna um, at tinglimur, ið leypir á annan tinglim í flokkinum, hevur sett seg uttanfyri tjóðveldisflokkin á tingi.
Sostatt metir tingmanningin, at Tórbjørn Jacobsen hevur tikið seg úr tingmanningini við sínum viðmerkingum í Dimmu og Rás 2 um vikuskiftið.
Hesi boðini fekk aðalstjórnin hjá tjóðveldisflokkinum mánakvøldið og aðalstjórnin hevur síðani tikið tað til eftirtektar, boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi.
Flokkurin sigur eisini, at Tórbjørn Jacobsen fekk boðini mánakvøldið.
Samstundis fer Aðalstjórn tjóðveldisfloksins at kalla inn til eykafloksting leygardagin hin 20.11.2004, at viðgera politisku støðuna.
Har skal eisini næstformaður Tjóðveldisfloksins veljast.
Karsten Hansen er valdur til næstformann fyri tjóðveldisflokkin á tingi eftir at Tórbjørn Jacobsen tók seg aftur og tað er vanligt, at sami tinglimur eisini verður næstformaður í sjálvum flokkinumTingmanningin var ikki samd um at koyra Tórbjørn úr flokkinum. Høgni Hoydal vil ikki siga, hvørjir tinglimir vóru ímóti at koyra Tórbjørn úr flokkinum, men vælvitandi keldur í flokkinum siga fyri Sosialinum, at tað vóru Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, sum ikki vildu, at Torbjørn skuldi koyrast.
Finnur Helmsdal hevur als ongar viðmerkingar og tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Páll á Reynatúgvu.
Men úrslitið er, at tað vóru sostatt fimm av teimum átta tinglimunum, sum gjørdu av at koyra Tórbjørn úr flokkinum.
Høgni Hoydal sigur, at um Tórbjørn Jacobsen so stillar uppaftur á næsta vali, er ein spurningur ímillum Tórbjørn Jacobsen og lokalfelagið hjá flokkinum.

Hevði fingið avleiðingar
Formaðurin í tjóðveldisflokkinum sigur at hjá sær var ongin trupulleiki at taka avgerðina um at koyra Tórbjørn úr flokkinum.
? Hjá mær var skrivingin hjá Tórbirni langt síðani farin út um alt mark, sigur Høgni Hoydal.
? Men fekst tú ikki undirtøku fyri at fáa Tórbjørn Jacobsen úr flokkinum, hevði tú so sjálvur farið frá?
? Tað kann ein og hvør gita sær til. Eg kundi ikki liva við hesum. Flokkurin hevur bíðað alt ov leingi við at taka støðu í málinum og tók flokkurin ikki støðu nú, hevði tað sjálvsagt fingið avleiðingar, sigur Høgni Hoydal.