? Kenni meg til fortreð

Eyðbjørg Joensen hevur bara havt eitt bein í fimm ár. Hon fílist stórliga á umstøðurnar, sum tey rørslutarnaðu hava, tá tey eru í býnum. - ? Eg havi í fleiri dagar skulað ørindir inn á Almannastovuna, men uttanfyri er onki parkeringspláss til rørslutarnað, sigur Eyðbjørg Joensen

Eyðbjørg Joensen úr Havn hevur seinastu fimm árini bara havt eitt bein. Eyðbjørg fílist stórliga á vánligu umstøðurnar rørslutarnað hava í býnum.
? Seinastu dagarnar havi eg ætlað mær inn á Almannastovuna eitt ørindi, men uttanfyri er onki parkeringspláss til rørslutarnað, so eg sleppi als ikki av við bilin hjá mær, greiðir Eyðbjørg frá.
Soleiðis er tað eisini alla aðrastaðni í býnum. Illa ber til hjá Eyðbjørg at fara út uttan hjálp frá familjuni, tí parkeringsplássini eru í fyrsta umfari so fá, og í øðrum umfari, so eru bara nøkur heilt fá til rørslutarnað.
-? Eg brúki so nógv pláss tá eg skal úr bilinum. Um eg ikki fái hurðina heilt upp, so sleppi eg ikki út fyri beininum hjá mær. Hetta verður eisini sjáldan hugsað um, tá parkeringsplássini verða gjørd, sigur Eyðbjørg Joensen.
Eisini rundan um SMS eru heilt fá parkeringspláss til rørslutarnað. Bara eitt av teimum nógvu í parkeringsplássunum í kjallaranum er avsett til fólk í koyristóli ella líknandi, og heldur Eyðbjørg, at hetta er alt ov lítið.
? Tey flestu, sum eru handikappað fara í SMS, tí tú kanst ikki fara allastaðni. Men ofta, so eru onnur sum eru frísk, so ófólkalig, at tey taka tað eina parkeringsplássið sum er avsett til tey handikappaðu.

Til fortreð

Eyðbjørg greiðir víðari frá, at nú ein dagin skuldi hon eitt ørindi í býnum. Ikki fyrr enn triðja dagin fann hon eitt parkeringspláss, sum hon kundi brúka.
? Um eg skal oman í býin, so má onkur í familjuni við og seta meg av, koyra fyri at finna eitt parkeringspláss, avheinta bilin aftur og síðani koma aftur eftir mær. Um tað er vindur ella gler, so missi eg javnvágina, so tað er ikki so lætt, fortelur Eyðbjørg.
Hon vísir eisini á, at hon hevur ferðast nógv aftur og fram til Klaksvíkar við Dúgvuni. Umborð á Dúgvuni er ongin lyft og tað er tað heldur ikki í flestu skipunum hjá Strandfaraskipum Landsins.
? Tú sleppur ikki at sita í bilinum, og ongin lyft er, og tað merkir so, at tú noyðist at fara upp á. Um eg skal upp á, so má eg ganga eitt trin í senn, og tað tekur langa tíð. Tá eg so einaferð komi upp, so er trappan full aftanfyri meg. Tá veðrið er gott, plagi eg at fara niður nakrar minuttir áðrenn, tí um eg fari tá øll hini fara, so fyllist trappan aftur aftanfyri meg, sigur Eyðbjørg, sum leggur afturat, at tá tað er soleiðis, so kennir ein tað sum um ein er til fortreð allastaðni.
Sjálv dámar Eyðbjørg væl at fara út, og tað roynir hon nógv av. Men tað er ógvuliga trupult, tí tað ber so illa til bara at fara út ein túr.
? Tað eru ógvuliga fá rørslutarnað í býnum, og eg haldi, at tað eru tí, at umstøðurnar eru so vánaligar. Mær dámar væl at fara út, men at Almannstovan ikki skal hava eitt parkeringspláss til rørslutarnað er toppurin!
Í fjør gekk Eyðbjørg á kvøldskúla í Eysturskúlanum. Har eru trappur og ein bakki niður, sum er gjørdur serliga til koyristól, men har er ongin gelendari, at halda í.
? Eg kann als ikki ganga gjøgnum trappur uttan gelendara, og tað vísir seg, at vanta nógva staðni. Tað er bara ein bílig loysn, sum er gjørd á flestu plássunum.
Eyðbjørg heldur eisini, at røsk fólk áttu at hugsað seg betur um, tá tey fara út ? serliga við bilinum. Hon hevur alt ov ofta sæð fólk parkera á plássinum, sum er avsett til tey rørslutarnaðu, og so kemur onkur rennandi úr bilinum.
? Fólk eru ov ófólkalig. Tey hugsa seg ikki um, sigur Eyðbjørg Joensen, sum ynskir, at myndugleikarnir fara at betra um hesar umstøðurnar í framtíðini.