Bjargingarlína til VB

Við sigrinum á ÍF hevur VB nærum fingið samband upp um strikuna aftur. Men seinasta løtan gjørdist nakað nógv meira spennandi, enn vágbingar brýggjaðu seg um

Fótbóltur

Í 12 teimum fyrstu landskappingardystunum høvdu vágbingar bara skotið seks mál. Tað var kanska mest sjónligi trupulleikin hjá liðnum, sum nú á stóra føðingardagsárinum hevur havt tað óvanliga trupult í bestu deildini.
Til tíðir hevur spælið verið hampuliga gott, men fátæka málskjótingin hevur sjálvandi gjørt tað trupult at vinna dystir. Og so hevur tað verið tann so vælkendi luturin á einum botnliði, tá persónlig mistøk ferð eftir ferð hava kostað mál í hinum endanum.
Tí hevði VB knvín á barkanum undan uppgerðini móti ÍF. Ein uppgerð, sum skuldi vinnast fyri ein og hvønn prís, um hugsingur skuldi vera um at ota seg upp móti kritisku strikuni. Og samstundis kendu vágbingar tað helst so, at teir høvdu nakað at hevna, eftir at ÍF tvær ferðir í ár var farið úr Vági við teprum 1-0 sigri í viðførinum.

Mest sum málveitsla
Ofta verður tikið til, at eitt venjaraskifti kann geva spælarunum neyðugu luftina, sum skal til fyri at venda truplum støðum. Og í øllum førum tóktist Dragan Kovacevic púrasta sannfødur um sálarliga týdningin, sum broytingar kundu hava við sær. Við einum nakað umskipaðum liði sendi hann sínar spælarar á vøllin. Mortan úr Hørg var fluttur av bakkinum inn í miðverjuna. Dan Djurhuus varð tikin aftur á miðvøllin, og á einsamalla álopssessinum varð Nenad Zivanovic settur, eftir at hann fyri tað mesta hevur stríðst á miðvøllinum.
Og í øllum førum tóktist spælararnir eisini uppsettir. Teir vunnu flestu nærdystirnar, og fyri tað nógva varð eisini spælt beinleiðis, soleiðis at veruligir møguleikar spurdust burturúr.
Men kortini mundu heimaáskðararnir kenna seg ikki heilt álvuligar við støðuna. Mál komu framvegis ikki, og tá Dan Djurhuus so eisini misnýtti brotsspark, kundu suffini nærum hoyrast um alla bygdina.
Men spælararnir mistu ikki mótið. Teir hildu á við at trýsta, og tá VB so loksins kom ígongd, var tað ikki við mýkindum. Í 13. dystinum skoraðu vágbingarnir trý mál, eftir at fyrstu 12 dystirnir bara góvu seks mál, so einki er at siga til, um lagið í skiftirúminum var batnað nakað eftir dystin.
Og í øllum trimum førum var tað í vinstru, at uppspælið gekk fyri seg. Símun Samuelsen átti fyrsta málið, tá hann breyt ígjøgnum, áðrenn hann legði út frá til Milan Kuljic, sum langaði bóltin í kassan. Løtu seinni var tað Dan, sum var arkitekturin, tá hann nýtti somu uppskrift at spæla Milan leysan, og at enda vóru tað so Símun og Dan, sum tóku sær av uppleggi og málskjóting.

Mundu mist alt
Við 3-0 á talvuni og bara góðum korteri eftir at spæla, mundi eingin ivast í, at hart tiltrongdi sigurin nú var heima. Og ivaleyst hildu spælararnir hjá VB eisini sjálvir, at so var. Teir høvdu bara gloymt, at ÍF ikki hevði givið skarvin yvir, og tí gjørdist seiansta løtan nakað nógv meira spent, enn vágbingarnir høvdu ætlað.
Teir minkaðu um munin, tá VB-verjan snorksvav, soleiðis at Sylla brádliga gjørdist púra leysur, og so satsaðu fuglfirðingar alt. Teir minkaðu niður í 2-3, tá Bartal stútaði frísparksinnlegg, sum í fyrstu atløgu varð bjargað, men har Hanus Eliasen í eftirfylgjandi trunkaspælinum fekk sent í kassan.
Fleiri mál komu ikki, men tað var ikki tí, at eingir møguleikar vóru. ÍF trýsti av øllum alvi, og fleiri ferðir dansaði bólturin í VB-brotsteiginum. Ikki minst tóktist tað merkja VB, tá Milan Kulic varð rikin av vølli fyri nýtslu av álboganum í loftdyst. Og í øllum førum vóru vágbingarnir ikki nøgdir um tíðina, sum dómarin legði afturat eftir hetta.
Hinvegin gav satsingin hjá ÍF eisini møguleikar til VB, men hóast teir fleiri ferðir vóru mest sum blankir ígjøgnum, so fingu teir ikki lukkað dystin.
Men tá alt kom til alt, so mundu vágbingarnir ikki leggja stórt í hetta. Teir fingu tey trý stigini, ið undan dystinum vórðu mett