B36 hevur tryggjað sær heimavøll

KÍ skal í Gundadali spæla fyri at eiga heimavøll í fjórðingsfinaluni, og NSÍ hevur framvegis góðar vánir fyri at gerast partur av fjórðingsfinaluni

Løgmanssteypið

Í dupult umfarinum á páskum gekk tað umleið soleiðis, sum tað kundi roknast við. Við fullari úrtøku á heimavølli ímóti NSÍ og í Sandavági hevur B36 undan síðsta umfarinum tryggjað sær fremsta plássið í bólkinum. Harvið eiga teir heimavøll í fjórðingsfinaluni.
KÍ vann stórsigur á heimavølli ímóti FS Vágum. Og í Runavík tóktist tað leingi sum um, at teir skuldu fáa fult og harvið framvegis hava møguleika fyri bólkasigri, um teir í síðsta umfarinum komandi leygardag høvdu fingið fult í Gundadali ímóti B36.
NSÍ javnaði í síðstu løtu ímóti KÍ. Eina stigið ímóti KÍ verður týdningarmikið, tá ið tað leygardagin skal gerast upp. NSÍ er upplagdur favorittur at vinna á FS Vágum, og harvið fara teir ivaleyst at vera annar av tríarunum, sum fer at halda fram í kappingini.

Bárður væl fyri
B36 var mesta partin av tíðini omaná ímóti NSÍ. Bárður Mortansson, sum higartil í ár hevur verið betri fyri enn nakrantíð áður, stútaði til 1?0 í fyrsta minutti. Brynjolvur Nielsen javnaði við frísparki úr heilt stórari fjarstøðu, og dygst eftir steðgin stútaði John Petersen til 2?1.
NSÍ royndi at koma afturíaftur, og teir vóru ikki so langt burtur. Burturúr ongum økti Ronnie Samuelsen til 3?1. Gestirnir í Gundadali vóru alt annað enn nøgdir. Teir mettu, at fríspark var gjørt ímóti Jens Martini Knudsen, men tí fingu teir ikki viðhald í. Alex økti til 4?1 við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum. Sjúrður Jacobsen pyntaði um úr ellivu metrum, eftir at Jónstein Petersen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, varð feldur.
Á Valloyruni var nógvur vindur 2. páskadag. B36 skoraði trý mál síðstu løtuna undan steðginum og harvið varð tað. Aftur hesa ferð var Báðrur Mortansson eyðsýndur. Við beinleiðis frísparki setti hann hol á, og hann átti lut í uppspælinum til 2?0 málið, sum Ronnie Samuelsen stútaði. Ronnie økti til 3?0 eftir langt innkast frá Allani Mørkøre.

KÍ á rættari kós
Í góðveðrinum Skírisdag frøddust klaksvíkingar um, at teirra skoraðu sjey mál, men teir ásannaðu samstundis, at tað bar ikki til at leggja nakað serligt í stórsigurin ímóti FS Vágum, sum hevði sera lítið at bjóða.
Erling Fles hevði nógvar møguleikar, og hann skoraði trý mál. Arnhold Joensen, sum skoraði til 2?0 eftir skjótt álop í vinstru og sending tvørturum, var væl upplagdur, og tað var liðformaðurin, Atli Danielsen, sum skoraði tvær ferðir, eisini. Unglingaspælarin Julian Samuelsen fekk tólv minuttir á vøllinum, og hann var púra leysur, tá ið hann skoraði.
Í Runavík var ferðin lutfalsliga stór. KÍ sýndi betri hugflog í álopsspælinum, og teir vóru betri skipaðir í verjupartinum, men teir fingu ikki stóra úrtøku. Jacob Bymar skoraði málið stutt eftir steðgin, tá ið hann kom ímillum afturlegging. NSÍ hevði trupulleikar á miðvøllinum, men teir megnaðu stutt undan leikloki at javna til 1?1. Eftir skjótálop og innlegg frá Helga L. Petersen stórbjargaði Jákup Mikkelsen til horna eftir fluktskot frá Óla Hansen. Hornasparkið varð longt til handara stólpan, har Kári Hansen setti høvdið undir bóltin.

Skírisdag 8. apríl
B36?NSÍ 4?2 (1?1)
1?0: Bárður Mortansson 1.
1?1: Brynjolvur Nielsen 11.
2?1: John Petersen 47.
3?1: Ronnie Samuelsen
4?1: Alex dos Santos 78.
4?2: Sjúrður Jacobsen br

KÍ?FS Vágar 7?0 (2?0)
1?0: Erling Fles
2?0: Arnhold Joensen
3?0: Erling Fles
4?0: Erling Fles
5?0: Atli Danielsen
6?0: Julian Samuelsen
7?0: Atli Danielsen

2. páskadag 12. apríl
FS Vágar?B36 0?3 (0?3)
0?1: Bárður Mortansson 35.
0?2: Ronnie Samuelsen 37.
0?3: Ronnie Samuelsen 42.

NSÍ?KÍ 1?1 (0?0)
0?1: Jacob Bymar
1?1: Kári Hansen