Tíggju mans trýstu meistararnar í botn

B36 fekk trý týdningarmikil stig við sær av Skála, men allan seinna hálvleik vórðu meistararnir trýstir í botn av tíggju Skála-monnum

 
Hóast heimamenninir vóru nipnir, tá teir stigaleysir fóru av vøllinum, so kundu teir kortini gera hetta við upprættari pannu. Í góðan hálvleik høvdu teir í undirtali stríðst móti meistaraliðnum úr B36, og fyri tað nógva vóru tað eisini teir appelsingulu, sum glepsaðu mest.
 
Sylla tók kjansin
Frá byrjan tóktist Skála vera liðið, sum trýsti meira, tá dysturin fór ígongd. Hóast báðir partar sjálvandi høvdu virðing fyri hvørjum øðrum, so vóru vertirnir meira respektleysir í so máta.
                      Langa løtu kom B36 snøgt sagt ikki niðan móti Skála málinum, og tó at talan ikki gjørdist um veruligar møguleikar. Serliga tóktist miðvøllurin ikki hanga serliga væl saman hjá B36, eins og verjan í ov stóran mun sparkaði - heldur enn spældi - bóltin niðan eftir vøllinum. Nakað sum eisini gjørdi fortreytirnar hjá kroysta miðvøllinum verri.
                      Spakuliga fekk B36 tó fatur á rætta endanum, og tá stóri møguleikin kom, tóku teir alt fyri eitt av. Innkast úr vinstru varð tveitt til Fróða Benjaminsen, sum fekk snarað seg leysan mest sum á sjálvandi baklinjuni. Merkiliga tómt var á fimm-metrinum hjá Skála, har bólturin datt niður, og so kundi Sylla tveita seg fram og stúta í kassan.
 
Rokið sum tosað varð um
Sami Sylla hevði longu minuttin eftir gyltan møguleika, tá hann onkursvegna brádliga stóð púrasta blankur, men tað var nú ikki hetta, sum fólk flest tosaðu um í steðginum.
                      Her snúi prátið seg um hendingina, sum at enda førdi reytt kort við sær til Vlada Filipovic í Skáa-málinum. B36 spældi seg við skjótum spæli inn um Skála-verjuna, men seinasta sendingin inn um verjuna var tó ov nær málverjanum. Fróði Benjaminsen tveitti seg tó við fullari ferð eftir bóltinum, og so var ein ávísur harri leysur. Spælarar skumpaðust, og bæði Vlada og Fróði tóktust vena seg á vøllinum, meðan áskoðararnir gittu óført, hvør mundi fáa hvørja revsing.
                      Endin var, at dómarin gav Fróða gult kort, tá hesin kom á føtur, og so stóð hann klárur við ostaskorpuni, tá Skála-málverjin at enda kom á føtur. Ivaleyst sum úrslit av hevnisøku.
 
Skála tók yvir
Um dómarin hevði loyvt einum skálamanni eyka á vøllin eftir steðgin, hevði neyvan gjørt tann stóra munin. Tí vertirnir áttu at kalla allan seinna hálvleik. Gestirnir høvdu onkran møguleika fyrstu løtuna eftir steðgin, men so gekk bara ein vegin.
                      Serstakliga tóktist tað gera góðan mun, at Sylla, sum annars var maðurin aftan fyri flestu kontra'ini hjá B36, og Óbi, sum dugdi sera væl at nýta kropsstyrki sína í nærdystunum, vórðu skiftir út. Snøgt sagt, so var ov lítið pondus í álopsspælinum hjá B36 eftir hetta, og tí kundi Skála flyta nógv fólk niðaneftir. Nakran heilt opnan møguleika gjørdist talan tó ikki um, men vandastøðurnar framman fyri B36-málið vóru heilt nógvar í tali. Og mongu viðhaldsfólkini úr Havn vórðu hildin á pínubeinkinum til tað allarseinasta.
                      Tí var fagnaðurin eisini skilligur, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Við at taka trý stig í fyrsta trupla útidystinum, hava meistaranrir í øllum førum fingið eina góða byrjan. Hartil mundu tey eisini fegnast um spælið, sum nýggju Hanus Thorleifsson og Sylla vístu. Serstakliga tann fyrst nevndi arbeiddi knallhart allan dystin, meðan Sylla við málinum - og góðum raidum niðaneftir - var ein støðug hóttan, so leingi sum kreftirnar rukku.
                      Hjá Skála vóru avgjørt tekin um, at liðið enn einaferð kann enda heilt uppi móti ovastu sessunum. Men samstundis tykist tað vera stórur trupulleiki, at Nenad Stankovic ikki longur er á liðnum. Tann fráveran ber við sær, at umstillingin í spælinum ikki gongur heilt so skjótt, og tá verður talan ofta um trýst, heldur enn veruligar møguleikar.
 
Skála-B36 0-1 (0-1)
0-1: Sylla A. Davy, 20.
 
Skála 4 bóltar
B36 4 bóltar