Minningarorð um Dánjal S. Ennistíg

10. juni 1956 - 30. oktober 2005

Góði Flokslærari!

Tað er ikki lætt at seta seg niður at skriva minningarorð um teg. Hetta er alt ov tíðliga og óveruligt fyri okkum. Sjálvt um tú ikki longur vart ein partur av okkara gerandisdegi, so hevur tú altíð á ein ella annan hátt fylgt okkum.
Tú vart flokslærari hjá okkum øll árini í fólkaskúlanum, og er hetta fyrstu ferð, at vit eru saman aftur síðani 10. flokk. Hvør skuldi trúð, at tað skuldi verða tín jarðarferð, sum savnaði okkum hesuferð.

Men tað hevur altíð verið tín leiklutur; hetta at fáa okkum næmingar at savnast. Vit vóru ein buldraligur og stórur flokkur, og mangan vóru lærararnir við at gerast svakir av okkara larmi og fjasi. Men tú hevði breiðan rygg, og dugdi at taka alt grenjið fyri okkum. Tú skilti okkum, bæði sum børn og ungdóm, og tú fekst okkum aftur á beina kós.

Eingin kann seta spurnartekin við alla fakligu vitanina, tú hevur givið okkum. Í dag eru vit farin víðari í hvør sína ætt, men barlastuna til at læra fingu vit frá tær. Hetta er nakað, ið ein góður lærari eigur at geva sínum næmingum.

Men tú vart so nógv meira enn bara ein góður lærari. Tú vart sum ein eyka babba; ein vegleiðari og ein fyrimynd. Vit vistu, at vit altíð kundi koma til tín - eisini aftaná vanliga skúlatíð. Tú vísti umsorgan og áhuga fyri okkum sum menniskju, og tú lærdi okkum at verða góð við hvønn annan.

Næstrakærleiki var tín stóri eginleiki, og hetta gavst tú víðari til okkum.
Vit minnast allar túrarnar, tú skipaði fyri. Dagarnir í Hattarvík og á Kirkju góvu eitt serstakt samanhald í flokkinum. Vit vóru 12-13 ára gomul, og tú hevði títt stríð við at fáa onkran lærara at koma við tær. Men tað gekk, og um kvøldið kókaði tú pylsir til okkum. At maturin ikki gagnaðist okkum so øgiliga væl er ein onnur søga. Tað munnu vera fá, ið dáma kaldar og ráar pylsur.
Næturnar vóru eisini stuttligar. Vit høvdu sníkt okkum upp mitt um náttina, og royndu at goyma okkum fyri tær. Men tú vart ein stórur maður, og trappurnar gamlar og slitnar. So tær knirkaðu og brakaðu, tá tú listiliga kom upp á loftið og ætlaði at skelda.

Onkuntíð kundi tú gerast ræðuliga illur og skelda nógv - men tá hevur orsøkin eisini verið góð. Tað var ikki altíð lætt at hava tamarhald á okkum, og í dag minnast vit teg fyri títt tolsemi, tín kærleika og tína serligu umsorgan.

Tú setti punktum á okkara tíð í fólkaskúlanum við eini rimmar danmarksferð. Eingin lærari vildi koma við okkum, men tað helt ikki tær aftur og vit fóru avstað við bara einum lærara. Tú hevði álit á okkum tannáringum, og vit sloppu at stuttleika okkum sum tannáringar nú einaferð gera. Tann ferðin verður ongantíð gloymd.

Nøkur ár eru farin síðani fólkaskúlan, og vit eru øll farin í hvør sína ætt. Upprunin er tó tann sami, og har liggur tín stóri leiklutur væl goymdur í okkara hjørtum. Vit síggja tað eisini, tá vit hitta hvønn annan. Skrivingarlagið hjá okkum líkist, og tosingarlagið er jaligt og ber brá av góðum kunnleika í føroysku mállæruni. Hetta legði tú sum lærari stóran dent á. Vit skuldu duga at tosa og skrivað rætt føroyskt, og handskriftin skuldi verða vøkur og góð at lesa.
Góðu minnini eftir teg eru óteljandi, og trupult er at seta orð á týdningin, tú hevur havt fyri okkum.
Og hóast tú ikki longur ert her, so liggja minnini væl vard í hjørtum okkara.

Tankarnir leita sær eisini til Magnus, Sólvu, Marjun og foreldur tíni, sum nú mugu liva víðari uttan teg; má Jesus Pápin seta einglar sínar hjá tykkum og styrkja tykkum í sorg og sakni tykkara.

Hvíl í friði, Góði Dánjal...


Árgangur 1988-1998 Skúlin við Ósánna:
Annika, Frida, Jórun, Sóley, Súsanna, Jóhanna Kristina, Katrin A., Katrin P., Lillian, Heidi, Rósa, Durita, Ragnhild, Anker, Rógvi S., Rógvi Ø., Byrger, Joen David, Helgi, Kim, Martin, Torbjørn, John og Dávur.